Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juli 2011Nr. 101
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1
Í kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 85 frá 9. juli 2010, verður § 19 orðað soleiðis:
“Sild og gulllaksur
§ 19. Tá sild ella gulllaksur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Stk. 2. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska annan uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er loyvt at hava hjáveiði av hesum fiskasløgum í beinleiðis veiði eftir norðhavssild ella heystgýtandi sild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felags kvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.
Stk. 3. Hjá fiskiførum, sbrt. stk. 2, har kvotan av øðrum uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki hava loyvi at fiska annan uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, kann hjáveiðan av hesum fiskasløgum í beinleiðis veiði eftir norðhavssild og heystgýtandi sild í mesta lagi vera 5% av samlaðu vektini av veiðini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.
Stk. 4. Í beinleiðis veiði eftir norðhavssild, heystgýtandi sild ella gulllaksi má samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meiri enn 2% av samlaðu vektini av veiðini fyri hvørt hál. Hjáveiða av øðrum botnfiskasløgum er loyvd.
Stk. 5. Skiparin hevur skyldu at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, um íblandingin av øðrum uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, ella botnfiski er størri enn tey í stk. 3 og 4 ásettu hámørk.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 15. juli 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)