Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. oktober 2012Nr. 101
Kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 69 frá 30. apríl 2025 1)
Við heimild í § 4, stk. 2 og 3, § 9, stk. 4, § 10, stk. 2, § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 22 frá 16. mars 2012, verður ásett:
Umsókn um loyvi og góðkenning av jarðhitaskipan
§ 1. 1) Tá søkt verður um loyvi at gera eina jarðhitaskipan, skal umsóknin vera skrivað á oyðublað, sum fæst frá kommununi. Umsóknin skal innihalda hesar upplýsingar um jarðhitaskipanina:
1) navn og bústað á góðkendum fysiskum ella løgfrøðiligum hitapumpuinstallatøri sbrt. § 6, stk. 2,
2) slag av bygningi t.d. vinnubygningur, sethús, samkomuhús, skúli o.l,
3) bústað, postnummar og kommunu, har bygningur/ar er/u staðsettur/ir, somuleiðis navn á eigara,
4) upphitað vídd (m2) á bygningi/ bygningum, orkutørvur á bygningi/bygningum (kWh/ár), effekttørvur (kW) og um upphitingarhátt, t.e. radiator, gólvhiti, heit luft, v.m.,
5) merki og modell av hitapumpu, hitapumpueffekt (kW) og slag og mongd av køliløgi í hitapumpuni og
6) slag av hitasavningarslangu (kollektorslangu), ið er merki, modell og tjúkd.
Stk. 2. 2) Installatørur leggur uppskot til staðseting av boriholi í telduskipanina hjá Umhvørvisstovuni, tá umsókn um boriloyvi verður latin kommununi.
Stk. 3. 1) 2) Umsóknin, undirskrivað av góðkendum hitapumpuinnstallatøri, skal sendast kommununi.
Stk. 4. 2) Kommunan veitir loyvi at gera og nýta jarðhitaskipanir.
Lodrætt jarðhitaskipan
§ 2. 1) Er talan um lodrætta jarðhitaskipan, skal umsóknin, umframt ásetingarnar í § 1, stk. 1, innihalda hesar upplýsingar um brunnboraran og boriholið:
1) Navn og bústaður á fysiskum ella løgfrøðiligum brunnborara.
2) Krosstøl hjá orkubrunninum, sum er longdarstig, breiddarstig og hædd frá sjóvarmála.
Stk. 2. Tá kommunan hevur viðgjørt umsóknina, og henda er góðkend, fær umsøkjarin oyðubløðini aftur.
§ 3. 1) 2) Tá boriholið til jarðhitaskipan er borað, skal brunnborarin skráseta upplýsingarnar, nevndar í nr. 1-3, í telduskipanina hjá Umhvørvisstovuni. Upplýsingarnar eru:
1) longd av stálrøri frá yvirflatu og niður á hellu,
2) samlað longd av boriholi, og
3) vatnmongdum í litrum pr. tíma á ymsum dýpdum.
Stk. 2. Í jarðhitaskipanum við fleiri boriholum skulu upplýsingar sbrt. stk. 1 latast fyri hvørt borihol sær, og hartil skal samlaða longdin av innsamlingarslangum viðmerkjast.
Vatnrætt jarðhitaskipan
§ 4. 1) Er talan um eina vatnrætta jarðhitaskipan, skal umsóknin, umframt ásetingarnar í § 1, stk. 1, hava hesar upplýsingar:
1) Hvussu langt undir yvirflatuni liggja slangurnar, og hvussu langt er millum slangurnar.
2) Longd av hitasavningarslangu. Við jarðhitaskipanum við fleiri slangum skal samlaða longdin upplýsast.
Stk. 2. Slangurnar, nevndar í stk. 1, nr. 1, skulu liggja minst 50 cm undir yvirflatuni.
Góðkenning av brunnborara
§ 5. 1) Arbeiðið hjá brunnborara umfatar sjálva boringina, ílegging av slangum, innføring í bygning, ífylling av boriløgi og trýstroynd av samlaðu skipanini. Hetta arbeiðið kann bert gerast av góðkendum brunnborara.
Stk. 2. 1) Fyri at verða góðkendur brunnborari krevst, at viðkomandi:
1) hevur verkligar royndir frá í minsta lagi 45 brunnboriarbeiðum seinastu 18 mánaðirnar og
2) hevur tilsvarandi ástøðiligan og verkligan førleika, sum nevnt í nr. 1.
Stk. 3. 1) Somuleiðis krevst, at umsøkjarin hevur:
1) skeið í sveising, t.e. sveising í stáli og sveising í PE rørum og PE trýstskipanum,
2) staðið prógv í serligum skeiði fyri brunnborarar í hydrogeologi og
3) staðið prógv í serligum skeiði fyri brunnborarar viðvíkjandi arbeiði á ella við almennan veg.
Stk. 4. Brunnborari ella virki, sum útinnir arbeiði við brunnboring, skal hava trygging at svara fyri skaða av óhappum, ið kunnu henda 3. persóni, meðan arbeitt verður.
Stk. 5. 1) Umhvørvisstovan góðkennir tann í stk. 2 nevnda brunnborara.
Stk. 6. Góðkenningin er galdandi í 3 ár, men kann endurnýggjast eftir umsókn.
Góðkenning av hitapumpuinstallatøri 1)
§ 6. 1) Arbeiðið hjá einum hitapumpuinnstallatøri umfatar:
1) at gera eina meting av orku- og effekttørvi í bygningi,
2) at veita ráðgeving og at leggja ætlan fyri hitaskipan í bygningi,
3) at dimensionera borihol og hitapumpu og
4) at knýta borihol, hitapumpu og hitaskipan saman í eina virkna eind.
Stk. 2. 1) Ásetingarnar í stk. 1, nr. 3 og nr. 4 viðvíkjandi boriholi galda bert fyri jarðhitaskipanir.
Stk. 3. 1) Fyri at verða góðkendur installatørur av elriknum hitapumpuskipanum krevst, at viðkomandi:
1) hevur útlærdan rørleggjara í arbeiði ella rørleggjara knýttan at virkinum við skrivligari avtalu,
2) hevur góðkendan elinstallatør í arbeiði ella góðkendan elinstallatør knýttan at virkinum við skrivligari avtalu,
3) hevur starvsfólk, sum hevur luttikið á skeiði um hitapumpu, sum verður sett upp,
4) hevur góðkendan køliteknikara í arbeiði ella góðkendan køliteknikara knýttan at virkinum við skrivligari avtalu,
5) hevur førleika at áseta orku og effekttørv á bygningum,
6) kann bjóða kundanum avtalu um viðlíkahald av hitaskipanini, sbr. eisini § 9 og § 10, og
7) ikki hevur boðað frá gjaldsteðgi, ella er undir trotabúarviðgerð.
Stk. 4 1) Hitapumpuinnstallatørurin ella virkið, sum útinnir arbeiðið, skal hava trygging at svara fyri skaða av óhappum, ið kunnu henda 3. persóni, meðan arbeitt verður.
Stk. 5. 1) Góðkenningin er galdandi í 3 ár, men kann endurnýggjast eftir umsókn.
Krøv til útbúnað
§ 7. Krøv, sum verða sett til útbúnaðin, harundir til slangur og løg, sum verða nýtt í jarðhitaskipanini, eru:
1) Góðskukrav til plastikk, ið verður nýtt, er eftir svenska standardi SS-EN 12201 ella standardi, sum ikki er lægri enn hesin.
2) Hitasavningarløgurin (kollektorløgurin) skal vera 30% ethanol/vatn við denautureringsevni í.
3) Plastrørsamankomingarnar skulu sveisast við góðkendum tilfari og sveisiútgerð samsvarandi standardi EN 253.
Krøv til jarðhitaskipanina
§ 8. Áðrenn ein jarðhitaskipan verður tikin í nýtslu, skal ein roynd av tættleikanum í jarðhitaskipanini gerast. Royndartrýstið skal vera 1,5 ferðir tað trýstið, sum er á skipanini, tá rakstur er á hesi.
§ 9. 2) Krøv til boring av holi til lodrætta jarðhitaskipan eru, at:
1) kompressari, borivognur og aðrar maskinur, sum verða brúktar til boriarbeiðið, skulu vera CE merktar,
2) súgvandi tilfar skal altíð vera tøkt á arbeiðsplássinum,
3) borievja frá boringini skal burturbeinast á tyrvingarplássi ella fáast til høldar á annan tryggan hátt, soleiðis at hetta ikki kemur út í nærumhvørvið, t.e. áir, løkir, kloakkir ella út í lendið,
4) borievja kann burturbeinast í kloakk ella út í lendið, um kommunan gevur loyvi til tess. Verður borievja burturbeind út í lendið, skal tilfarið sílast soleiðis, at tað ikki kemur út í áir ella løkir,
5) brunnborari skrásetir boridato í telduskipanina hjá Umhvørvisstovuni, nevnd í § 7, stk. 1, í lógini, í minsta lagi 14 dagar áðrenn, farið verður undir at bora,
6) alt borivatn skal ígjøgnum eina botnfellingarskipan, soleiðis at boristøv og annað ikki kemur út í nærumhvørvið,
7) markvirðið fyri mongd av boristøvi í borivatni skal í mesta lagi vera 10.000-20.000 mg/l,
8) bingjan skal standa í minsta lagi 2 tímar uttan røring, áðrenn borivatnið verður latið út. Er sjónlig borievja í vatninum, hevur brunnborari skyldu til at steðga við útleiðingini og bíða til vatnið er reint,
9) stálfóðurrør, sum í minsta lagi eru 6 metrar long, skulu stoypast í minsta lagi 2 metrar niðurum fasta hellu og eftir fyriskrivaðari mannagongd hjá Umhvørvisstovuni,
10) brunnborari skal boða kommununi frá beinanvegin varhugi er um, at artesiskt vatn er meira enn 1.000 l/t, og
11) borivatn skal ikki leiðast út í løkir, áir, veitir, vøtn, strond, fjøru o. tíl. Kommunan kann seta krav um, at borivatn skal burturbeinast í spillivatnsskipan.
Eftirlit
§ 10. 1) Eftirlit á hitapumpuskipanina skal gerast eina ferð um árið og fevnir um:
1) eftirlit og áfylling av frystiløgi bæði í hitapumpu og hitasavnara,
2) máting av effektnýtslu fyri einstøku eindirnar,
3) eftirlit av rakstrartrýsti,
4) reinsan av tættara (kondensara),
5) royndir av trýsttrygdarskipanum, og
6) at allar neyðugar umvælingar verða gjørdar í sambandi við eftirlitið, og at ein lýsing av eftirkanningini verður skrásett í loggbók hjá brúkaranum.
Gjøld
§ 11. 1) Kommunan kann áseta gjøld fyri veitan av loyvi sbrt. § 1, stk. 3. Umhvørvisstovan kann áseta gjøld fyri góðkenning av brunnborara sbrt. § 5, stk. 5 og fyri góðkenning av hitapumpuinstallatøri sbrt. § 6, stk. 4. Gjøldini mugu ikki vera hægri enn umsitingarkostnaðurin av tænastuni.
Stk. 2. 2) Fyri ummæli eftir § 5, stk. 1, í lógini og fyri mátingar, skrásetingar og ráðgeving sbrt. § 7 a í lógini, tekur Jarðfeingi eitt gjald upp á kr. 2.000 fyri hvørt jarðhitahol.
Stk. 3. 2) Installatørurin skal gjalda gjaldið í stk. 2 til Jarðfeingi í seinasta lagi, tá umsókn um loyvi til jarðhitaskipan verður latin kommununi.
Stk. 4. 2) Er gjaldið í stk. 2 ikki goldið til ásettu tíð, steðgar viðgerðin av umsóknini til installatørurin hevur rindað gjaldið.
Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Vinnumálaráðið, 15. oktober 2012
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Gunnleyg Árnafjall (sign.)