Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juni 2021Nr. 101
Kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 22 frá 28. februar 2025
Við heimild í § 3, stk. 4 og § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, verður eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya ásett:
Endamál
§ 1. Endamálið við læraraútbúgvingini er at útbúgva lærarar sambært galdandi lógarverki fyri fólkaskúlan. Útbúgvingin miðar eisini eftir at útbúgva lærarar til annað undirvísingarvirksemi sambært galdandi lógarverki.
Stk. 2. Útbúgvingin er granskingargrundað og á slíkum støði, at hon verður viðurkend í grannalondunum og sum grundstøði undir framhaldslestri.
Stk. 3. Útbúgvingin skal geva førleika at leggja til rættis, fremja og eftirmeta fjølbroyttar læringatilgongdir, so einstaki næmingurin kann mennast við støði í egnum fortreytum.
§ 2. Útbúgving av fólkaskúlalærarum fer fram á Fróðskaparsetri Føroya.
Upptøka
§ 3. Upptøka til útbúgvingina fer fram sambært ásetingum í kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya.
Bygnaður og innihald
§ 4. Útbúgvingin til fólkaskúlalærara tekur 4 ár og er skipað sum ein 4-ára bachelorútbúgving. Hvørt lestrarár telur 60 ECTS-stig, samanlagt 240 ECTS-stig.
Stk. 2. 1) Læraraútbúgvingin er býtt upp í hesar høvuðspartar:
1) Námsfrøðiligar lærugreinar, t.e. undirvísing og læring.
2) Føroyskt grundfak.
3) Støddfrøði grundfak.
4) Linjugreinalestur.
5) Bachelorritgerð.
Stk. 3. Starvslæra er øll lestrarárini, og er kravdur partur av bæði grundfakum og linjufakum.
§ 5. 1) Linjulestur verður lisin í lærugreinum fólkaskúlans. Dekanurin hevur heimild at bjóða út aðrar linjugreinar, umframt linjugreinar, ið eru samansettar av fleiri lærugreinum fólkaskúlans.
Stk. 2. Dekanurin tekur avgerð um, hvørjar linjugreinar og ískoytisskeið verða boðin út hvørt lestrarár.
§ 6. Bachelorverkætlanin skal verða rættað endamálinum við útbúgvingunum til Bachelor of Education innan fólkaskúlalærarayrkið.
Eftirútbúgving og ískoytisútbúgving
§ 7. Útbúnir fólkaskúlalærarar kunnu taka skeið og linjugreinar á læraraútbúgvingini sum eftirútbúgving. Eftirútbúgvingin kann verða skipað sum samlestur millum útbúnar lærarar og læraralesandi.
§ 8. Fólkaskúlalærari, ið er útbúgvin eftir aðrari lóggávu, kann taka ískoytisútbúgving sum bachelor.
Stk. 2. Ískoytisútbúgvingin gevur rætt til heitið B.Ed. innan lærarayrkið. Enska navnið er Bachelor of Education.
§ 9. Ískoytisíbúgvingin er ásett at verða hálvt lestrarár, ella í minsta lagi 30 ECTS-stig, men verður tikin yvir eitt heilt ár.
§ 10. Ískoytisútbúgvingin endar við einari bachelorverkætlan, sum telur 15 ECTS stig, og sum skal gerast sambært § 6.
Námsskipan
§ 11. Námsskipan verður ásett sambært reglunum í kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
Próvtøka
§ 12. Læraralesandi fara til próvtøku sambært kunngerð um próvtøkur á Fróðskaparsetri Føroya.
Samstarvsráð
§ 13. 2) Landsfólkið setur eitt samstarvsráð fyri útbúgvingina til fólkaskúlalærara. Endamálið við ráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini til fólkaskúlalærara og av fólkaskúlalærarayrkinum sum heild.
Stk. 2. 1) 2) Ráðið verður mannað við:
1) einum umboði, ið landsstýrisfólkið velur,
2) einum umboði, ið Kommunufelagið tilnevnir,
3) einum umboði, ið Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir,
4) einum umboði, ið Føroya Lærarafelag tilnevnir,
5) einum umboði, ið Fólkaskúlaráðið tilnevnir,
6) einum umboði, ið Undirvísingarstýrið tilnevnir,
7) einum umboði, ið NÁM tilnevnir,
8) einum umboði, ið Skúlaleiðarafelagið tilnevnir,
9) einum umboði, ið Sernám tilnevnir, og
10) einum umboði, ið tey læraralesandi velja.
Stk. 3. 2) Partarnir tilnevna, so vítt møguligt, ein mann og eina kvinnu.
Stk. 4. 2) Ráðið verður sett fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Einstakir ráðslimir kunnu verða endursettir.
Stk. 5. 2) Landsstýrisfólkið velur formann og skrivara í ráðnum. Ráðið ger sjálvt sína starvsskipan.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virkna fyri lesandi, ið eru upptikin í 2016 og seinni. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 26 frá 7. mai 1991 um læraraútbúgving
Stk. 2. Lesandi, ið eru upptikin fyri 2016, halda fram við lestrinum sambært kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum.
Stk. 3. Lesandi sambært stk. 2 skulu hava lokið prógv í seinasta lagi 1. august 2022.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 17. juni 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)