17. juli 2018Nr. 101
Kunngerð um broyting í kunngerð um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar
(Hjáveiða av toski og hýsu)
§ 1
Í kunngerð nr. 65 frá 3. juni 2010 um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar, sum broytt við kunngerð nr. 43 frá 24. mai 2011, kunngerð nr. 70 frá 30. mai 2013, kunngerð nr. 104 frá 2. august 2013, kunngerð nr. 24 frá 9. apríl 2014, kunngerð nr. 119 frá 10. august 2017 og kunngerð nr. 82 frá 8. juni 2018, verður gjørd hendan broyting:
Í § 5, stk. 2 verður “fyri hvønn túr í tíðarskeiðinum fram til 8. juli 2018 vera upp til 50% tilsamans” broytt til: “fyri hvønn túr, byrjaður í tíðarskeiðinum 1. august 2018 til 7. september 2018, báðir dagar íroknaðir, vera upp til 40% tilsamans”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 17. juli 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)