Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. juni 2001Nr. 101
Kunngerð um lærusáttmálar o.a.
Við heimild í § 31, stk. 3 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Skrivstovan hjá avvarðandi yrkisnevnd veitir sáttmálapørtunum hjálp og ráðgeving í sambandi við at lærusáttmáli verður undirskrivaður og tá ið lærupláss skal innskriva lærling til skúlagongd.
§ 2. Læruplássið skal senda undirskrivaða sáttmálan til skrivstovuna hjá avvarðandi yrkisnevnd í seinasta lagi 4 vikur eftir, at sáttmálin er undirskrivaður.
§ 3. Skrivstovan hjá avvarðandi yrkisnevnd eftirkannar, um fyritreytirnar fyri sáttmálanum eru í lagi, millum annað um:
1. lærlingurin hevur uppfylt undirvísingarskyldu fólkaskúlans, sbr. § 6 í lógini,
2. læruplássið lýkur treytirnar fyri góðkenning, sbrt. § 16, stk. 1 og § 26, stk. 1 í lógini,
3. sáttmálin fatar um alla verkligu læruna og øll skúlaskeiðini, umframt møguliga yrkisroynd, sbrt. § 27, stk. 1 í lógini,
4. tað í sáttmálanum er tilskilað, um talan eisini er um eina partsavtalu og/ella útisetaavtalu, sbrt. § 28, stk. 1 og 2 í lógini,
5. sáttmálin inniheldur møguliga tilskilan um frítøku fyri partar av læruni, sbrt. § 8, stk. 2 og 3, § 9, stk. 1 og 2 og § 35 í lógini,
6. serligar sáttmálatreytir hava heimild í góðkenning frá avvarðandi yrkisnevnd og møguligum verja, herundir broyting av sáttmálanum, sbrt. §§ 32, 35 og 36 í lógini,
7. sáttmálin er í samsvari við galdandi ásetingar um lønar- og arbeiðsviðurskifti, sbrt. § 33, stk. 1–3 og § 34 í lógini,
8. navnið, vinnutalið og heimstaðurin hjá virkinum, umframt navnið, bústaðurin og føðingardagurin hjá lærlinginum, eru røtt, og
9. sáttmálin er í samsvari við ásetingarnar í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.
§ 4. Skrivstovan hjá avvarðandi yrkisnevnd sendir Mentamálastýrinum eftirkannaða sáttmálan til góðkenningar og skrásetingar.
Stk. 2. Tá ið Mentamálastýrið hevur góðkent og skrásett sáttmálan, verður sáttmálin sendur aftur til skrivstovuna hjá avvarðandi yrkisnevnd, sum síðani sendir sáttmálapørtunum eitt avrit av sáttmálanum.
Stk. 3. Tá ið lærupláss frá skrivstovuni hjá avvarðandi yrkisnevnd hevur móttikið góðkenda sáttmálan, skal læruplássið innskriva lærlingin til góðkendan yrkisskúla.
Stk. 4. Skúlin, sum lærlingurin skal verða tikin inn á, skal í seinasta lagi 4 vikur áðrenn nýtt skúlaskeið byrjar, senda lærlinginum og læruplássinum boð um, nær skeiðið byrjar og hvussu leingi skeiðið varir.
§ 5. Umsókn um broytingar í sáttmálanum, her í millum stytting ella leingjan av lærutíðini, uppsøgn av lærusáttmálanum, umframt aðrar møguligar broytingar, skal skrivast á serligt skjal, ið sáttmálapartarnir, sum varða av broytingunum, undirskriva.
Stk. 2. Skrivstovan hjá avvarðandi yrkisnevnd eftirkannar um fyritreytirnar fyri broytingunum í sáttmálanum eru í lagi og sendir Mentamálastýrinum eftirkannaða sáttmálan við broytingunum til góðkenningar og skrásetingar.
Stk. 3. Tá ið Mentamálastýrið hevur góðkent og skrásett broytingarnar í sáttmálanum, verður sáttmálin sendur aftur til skrivstovuna hjá avvarðandi yrkisnevnd, sum síðani sendir sáttmálapørtunum og viðkomandi skúla eitt avrit av broytta sáttmálanum.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálastýrið, 18. juni 2001
Óli Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)