26. juni 1996Nr. 101
Kunngerð um umbýti av fiskidøgum til línuveiðu til fiskiskap við snellu
Við heimild í § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Fiskifør í bólkunum 4 A, 4 B og 4 D kunnu býta allar ella partar av tillutaðu fiskidøgunum um til fiskiskap við snellu við lutfallinum 1:2.
Stk. 2. Umbýtið fær gildi, tá Fiskiveiðueftirlitið hevur fingið skrivliga fráboðan hesum viðvíkjandi.
§ 2. Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir lógini.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.