26. august 2003Nr. 101
Kunngerð um byggilendi í Fámjins kommunu
Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, verður ásett:
§ 1. Tey í kortskjali 1 ávístu øki í Fámjins kommunu eru undantikin forboðunum í § 2, stk. 2 í lógini.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Oljumálaráðið, 26. august 2003
Eyðun Elttør (sign)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen, (sign)
Kortskjal 1