Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mai 2025Nr. 101
Kunngerð um at velja kommunulækna
Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:
§ 1. Heilsutrygd kunnar um, hvørjar kommunulæknar veljast kann ímillum.
§ 2. Persónur skal velja kommunulækna í tí heilsuøkinum viðkomandi býr í, samanber kunngerð um heilsuøkir og heilsumiðstøðir.
Stk. 2. Fyri børn eru hesar reglur galdandi í sambandi við kommunulæknaval sambært stk. 1:
1) Børn yngri enn 15 ár hava sum meginreglu sama kommunulækna, sum tann, ið hevur foreldramyndugleikan ella verjin. Hetta er eisini galdandi í teimum førum, tá kommunulæknin hevur boðað frá, at fleiri borgarar ikki kunnu verða knýttir at viðtaluni.
2) Hava foreldrini felags foreldramyndugleika og felags bústað, men hava valt hvør sín kommunulækna, kunnu foreldrini velja, hvønn av kommunulæknunum barnið skal hoyra til. Hetta er eisini galdandi, um kommunulæknin hevur boðað frá, at fleiri fólk ikki kunnu verða knýtt at viðtaluni hjá viðkomandi.
3) Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, men hvønn sín bústað, hevur barnið sama kommunulækna, sum bústaðarforeldri. Hetta er eisini galdandi, um kommunulæknin hevur boðað frá, at fleiri fólk ikki kunnu verða knýtt at viðtaluni hjá viðkomandi.
4) Barnið kann velja annan kommunulækna, um tann sum hevur foreldramyndugleikan ella verjin samtykkja hesum.
5) Børn í aldrinum 15-17 ár, báðir árgangir íroknaðir, kunnu velja egnan kommunulækna uttan samtykki frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan ella verja.
§ 3. Persónur, sum flytur úr einum heilsuøki til eitt annað heilsuøki, skal velja ein kommunulækna í tí heilsuøkinum, sum viðkomandi búsetur seg í.
§ 4. Persónur, sum flytur úr útlandinum til Føroyar, skal velja ein kommunulækna í heilsuøkinum, sum viðkomandi búsetur seg í, samanber kunngerð um heilsuøkir og heilsumiðstøðir.
§ 5. Hevur persónur ikki valt kommunulækna, heitir Heilsutrygd á viðkomandi um at velja ein kommunulækna í heilsuøkinum, sum viðkomandi býr í.
Stk. 2. Hevur ein persónur ikki valt ein kommunulækna innan 30 dagar eftir áheitanina frá Heilsutrygd, kann Heilsutrygd velja ein kommunulækna til viðkomandi.
§ 6. Persónur, sum ynskir at velja kommunulækna av nýggjum í heilsuøkinum viðkomandi býr í, skal venda sær til Heilsutrygd hesum viðvíkjandi. Hevur Heilsutrygd móttikið umsóknina innan tann 15. í mánaðinum, fær nývalið virknað frá 1. í fylgjandi mánað.
Stk. 2. Tá persónur hevur valt nýggjan kommunulækna, kann viðkomandi í fyrsta lagi velja nýggjan kommunulækna eftir 6 mánaðum.
Stk. 3. Gera serlig viðurskifti seg galdandi, kann persónurin velja nýggjan kommunulækna, sum fær virknað áðrenn freistina í stk. 2.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025. Samstundis fer kunngerð nr. 64 frá 2. juni 2010 um val av kommunulækna úr gildi.
Heilsumálaráðið, 27. mai 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)