Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juni 2021Nr. 102
Kunngerð um útbúgving av námsfrøðingum, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 28. februar 2025
Við heimild í § 3, stk. 4 og § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, verður eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya ásett:
Endamál
§ 1. Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi yrkisførleika til eftir lokna útbúgving at virka sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum, skúlaøkinum, frítíðarøkinum, serøkinum og eldraøkinum.
Stk. 2. Endamálið er at útbúgva námsfrøðingar, sum eru førir fyri at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna, menta og skjalprógva námsfrøðiligt og sernámsfrøðiligt arbeiði við børnum, ungum og vaksnum. Ein útbúgvin námsfrøðingur skal somuleiðis vera førur fyri at grunda yvir og meta um námsvísindaligar meginspurningar, og sum heild útinna tað, sum krevst av einum námsfrøðingi sambært løgtingslógum og kunngerðum innan omanfyrinevndu øki.
Stk. 3. Útbúgvingin er granskingargrundað og á slíkum støði, at hon verður viðurkend í grannalondunum, bæði yrkisrættað og sum grundstøði undir framhaldslestri. Í útbúgvingini skulu tey lesandi menna ein námsfrøðiligan og almenndidaktiskan førleika, sum saman við einum fakligum kunnleika gevur teimum førleika at skipa fyri námsfrøðiligum virksemi á høgum stigi.
§ 2. Útbúgvingin av námsfrøðingum fer fram á Fróðskaparsetri Føroya.
Upptøka
§ 3. Upptøka til útbúgvingina fer fram sambært ásetingum í kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetur Føroya.
Bygnaður og innihald
§ 4. Útbúgvingin tekur 4 ár og er skipað sum ein 4-ára bachelorútbúgving. Hvørt lestrarár telur 60 ECTS-stig, samanlagt 240.
§ 5. Útbúgvingin er skipað við kravdum grundskeiðum og valfríum linjugreinum.
Stk. 2. Starvslæra er øll 4 lestrarárini og er kravdur partur av bæði grundskeiðum og linjufakum.
§ 6. Námsfrøðingaútbúgvingin er býtt upp í hesar høvuðspartar:
1) Grundskeið, ið geva eina grundleggjandi fakliga vitan innan alt námsfrøðiliga økið.
2) Linjugreinar.
3) Bachelorritgerð.
Stk. 2. Dekanurin tekur avgerð um, hvørjar linjugreinar og ískoytisskeið verða boðin út hvørt lestrarár.
§ 7. Bachelorverkætlanin skal verða rættað endamálinum við útbúgvingini til Bachelor of Education innan námsfrøðiliga yrkið.
Eftirútbúgving og uppstigan til bachelor
§ 8. Útbúnir námsfrøðingar kunnu taka skeið og linjugreinar á námsfrøðingaútbúgvingini sum eftirútbúgving. Eftirútbúgvingin kann verða skipað sum samlestur millum útbúnar námsfrøðingar og námsfrøðilesandi.
§ 9. Námsfrøðingur, ið er útbúgvin eftir aðrari lóggávu, ella aðrari skipan, ið ikki er ein akademisk bachelorútbúgving, kann taka ískoytisútbúgving, sum uppstigar útbúgvingina til bachelorstig.
Stk. 2. Ískoytisútbúgvingin gevur rætt til heitið B.Ed. innan námsfrøðingayrkið. Enska navnið er Bachelor of Education.
§ 10. Ískoytisíbúgvingin er ásett at vera hálvt lestrarár, ella í minsta lagi 30 ECTS-stig, men verður tikin yvir eitt heilt ár.
§ 11. Ískoytisútbúgvingin endar við einari bachelorverkætlan, sum telur 15 ECTS stig, og sum skal gerast sambært § 7.
Námsskipan
§ 12. Námsskipan verður ásett sambært reglunum í kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
Próvtøka
§ 13. Námsfrøðilesandi fara til próvtøku sambært kunngerð um próvtøkur á Fróðskaparsetri Føroya.
Samstarvsráð
§ 14. 1) Landsstýrisfólkið setur eitt samstarvsráð fyri útbúgvingina til námsfrøðing. Endamálið við ráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini til námsfrøðing og av námsfrøðiyrkinum sum heild.
Stk. 2. 1) Ráðið verður mannað við:
1) einum umboði, ið landsstýrisfólkið velur,
2) einum umboði, ið Kommunufelagið tilnevnir,
3) einum umboði, ið Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir,
4) einum umboði, ið Føroya Pedagogfelag tilnevnir,
5) einum umboði, ið landsstýrisfólkið við almannamálum tilnevnir,
6) einum umboði, ið Almannaverkið tilnevnir,
7) einum umboði, ið dagstovnaráðið tilnevnir,
8) einum umboði, ið Sernám tilnevnir, og
9) einum umboði, ið tey námsfrøðilesandi velja.
Stk. 3. 1) Partarnir tilnevna, so vítt møguligt, ein mann og eina kvinnu.
Stk. 4. 1) Ráðið verður sett fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Einstakir ráðslimir kunnu verða endursettir.
Stk. 5. 1) Landsstýrisfólkið velur formann og skrivara í ráðnum. Ráðið ger sjálvt sína starvsskipan.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virkna fyri lesandi, ið eru upptikin í 2016 og seinni. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fara úr gildi:
1) Kunngerð nr. 140 frá 13. november 2009 um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum.
2) Kunngerð nr. 83 frá 15. juni 2012 um ískoytisútbúgving fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar, útbúnir eftir eldri lógum.
3) Kunngerð nr. 13 frá 24. januar 1990 um námsfrøðiliga útbúgving.
Stk. 2. Lesandi, ið eru upptikin fyri 2016, halda fram við lestrinum sambært kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum.
Stk. 3. Lesandi sambært stk. 2 skulu hava lokið prógv í seinasta lagi 1. august 2022.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 17. juni 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)