Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. juli 2018Nr. 102
Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli
Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009 verður ásett:
§ 1. Prosentvísa broytingin í miðalprístalium fyri undanfarna ár (2017) í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan (2016) er 1,1%.
§ 2. Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.362 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er kr. 3.857 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av stk. 2 ella 3, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.858 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.
§ 3. Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.446 um mánaðin.
§ 4. Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.682.
§ 5. Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.572.
§ 6. Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.011 fyri hvørt barnið undir 18 ár.
Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12 stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.549 um mánaðin.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2018.
Mentamálaráðið, 19. juli 2018
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Hjalmar Hansen (sign.)