Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mai 2025Nr. 102
Kunngerð um heilsuøkir og heilsumiðstøðir
Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 66 frá 28. apríl 2025 um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum verður ásett:
§ 1. Landið verður skipað í 5 heilsuøkir:
1) Heilsuøki 1: Fugloyar kommuna, Viðareiðis kommuna, Kunoyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna, Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna.
2) Heilsuøki 2: Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna.
3) Heilsuøki 3: Sørvágs kommuna, Vága kommuna, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna og Tórshavnar kommuna, tó bert Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir.
4) Heilsuøki 4: Tórshavnar kommuna, tó undantikið Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir, Skopunar kommuna, Sands kommuna, Skálavíkar kommuna, Húsavíkar kommuna og Skúvoyar kommuna.
5) Heilsuøki 5: Hvalbiar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fámjins kommuna, Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna.
Stk. 2. Galdandi avtalur millum kommunur um býti av hølisútreiðslum, verða verandi í gildi til nýggjar avtalur verða settar í gildi.
§ 2. Í hvørjum heilsuøki verða staðsettar ein ella fleiri heilsumiðstøðir. Høli, sum hýsa heilsutænastum sambært løgtingslógini, verða frá 1. juni 2025 nevnd Heilsumiðstøð.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025.
Heilsumálaráðið, 27. mai 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)