Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. august 2009Nr. 103
Kunngerð um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving, sum broytt við kunngerð nr. 150 frá 3. desember 2009
Við heimild í § 4, stk. 3, § 5, stk. 1 og stk. 5, § 12, § 17, stk. 1, § 21 og § 22 í løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um Kavaravinnu og kavaraútgerð, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um frálæru og próvroynd fyri vinnukavarar, frá kavaraskúlum ella frá kavaraskeiðum, sum sbrt. § 2, stk. 1 veita kavaraútbúgving frá kavarafrálærustovni við góðkenning sbrt. § 2, stk. 2, sbr. § 3, stk. 1.
§ 2. Frálæra til vinnukavarar við luftveitan frá landi við vanligari luft sum andingarevni, SCUBA-kavarar við vanligari luft sum andingarevni, blandingskavari og kavarahjálparfólk, kann verða fingin frá kavaraskúla ella við kavaraskeiði frá kavarafrálærustovni, sum kann veita frálæru eftir ásetingum í hesi kunngerð.
Stk. 2. Frálæran frá kavaraskúla ella kavarafrálærustovni er treytað av góðkenning frá tí í § 3, stk. 1 nevndu próvtøkunevnd.
Stk. 3. Próvtøkunevndin skal í samband við góðkenningina taka serligt atlit til, at tað á skúlanum ella kavarafrálærustovninum verður veitt frálæra á tryggasta verkliga og ástøðiliga støði.
Stk. 4. Próvtøkunevndin kann taka góðkenningina aftur, um treytirnar fyri góðkenningini, ella onnur viðurskifti í hesum sambandi, ikki eru uppfylt.
§ 3. Vinnumálaráðið setir eina próvtøkunevnd við 3 limum, sum góðkennir tað í § 2, stk. 1 nevndu frálæru og frálæru sbr. fylgiskjali 1.
Stk. 2. Nevndin sbr. stk. 1 stendur fyri próvtøku í sambandi við tær í §§ 8–12 nevndu royndir.
Stk. 3. 1) (Strikað).
Upptøkutreytir fyri at kunna luttaka á føroyskum kavaraskúla
§ 4. Tað er ein treyt fyri at kunna verða tikin inn á ein skúla, ella luttaka á kavaraskeiði fyri vinnukavarar í Føroyum, sum veitir frálæru til útbúgving í vinnukaving sbr. § 2, stk. 1 at umsøkjarin:
1) Er 18 ár.
2) Innan tey seinastu 2 árini hevur staðið góðkent skeið í fyrstuhjálp.
3) Hevur verið til læknakanning sbr. § 4 í kunngerð um læknakanning av kavarum, sum staðfestir at kavarin er skikkaður at útinna kavaraarbeiði.
§ 5. Treytin fyri at kunna verða tikin inn á ein kavaraskúla ella karavaskeið, ið veitir frálæru í skering/sveising, trýstspuling og spreinging er, at kavarin hevur vinnubræv sum kavari við luftveitan frá landi.
§ 6. Treytin fyri at kunna verða tikin inn á ein kavaraskúla ella kavaraskeið, ið veitir frálæru til kavarahjálparfólk, er, at umsøkjarin;
1) Er fyltur 18 ár.
2) Innanfyri seinastu 2 árini hevur staðið skeið í fyrstuhjálp.
§ 7. Treytin fyri at kunna verða tikin inn á ein kavaraskúla ella kavaraskeið, ið veitir frálæru í sambandi við bjargingaruppgávur, er, at kavarin hevur vinnubræv sum SCUBA-kavari, ella kavari við luftveitan frá landi.
Innihald í frálæruni á føroyskum kavaraskúla
Kavarar við luftveitan frá landi
§ 8. Fyri at fáa vinnubræv sum kavari við luftveitan frá landi við vanligari luft, verður frálæra givin og próvroynd tikin í hesum lærugreinum:
Verklig kaving á 0 - 50 metra dýpi í minsta lagi 2000 minuttir. Royndirnar skulu gerast bæði við SCUBA-kavaraútgerð og við kavaraútgerð, sum krevur luftveitan frá landi.
1) Mannagongdir á landi, harímillum kavaraútgerð.
2) Samskifti, signalering og at sita við línu.
3) Vandar í sambandi við kavaraarbeiði.
4) Mannagongdir í neyðstøðu í sambandi við kavaraarbeiði.
5) Arbeiði undir vatnlinjuni.
6) Frálæru í at passa viðgerðar– og trýstkamarútbúnað.
7) Kavingar-, trýstlætta- og viðgerðartalvur.
8) Kavaralóggávan.
9) Dugnaskap við atliti til kavaravinnu og virksemi sum knýtir seg at hesum.
10) Læknaváttan sum prógvar kavaraheilsu og lívvirkisfrøði.
11) Logbók.
Blandingsgasskavari
§ 9. Fyri at fáa vinnubræv sum kavari við blandingsgassi sum andingarkelda, verður frálæra givin og próvroynd tikin sbrt. ásetingunum í § 3.
SCUBA-kavari
§ 10. Fyri at fáa vinnubræv sum SCUBA-kavari við vanligari luft sum andingarevni at útinna arbeiði til 0-30 metra dýpi, verður frálæra givin og próvroynd tikin í hesum lærugreinum:
1) Verklig kaving á 0 - 25 metra dýpi í minsta lagi 900 minuttir. Royndirnar at læra at kava niður á 30 metra dýpi skulu fremjast við SCUBA-kavaraútgerð.
2) Mannagongdir á landi, undir hesum handfaring av kavaraútgerð.
3) Samskifti, signalering og tað at sita við línu.
4) Vandar, ið eru í sambandi við kavaraarbeiði
5) Mannagongdir í neyðstøðu í sambandi við kavaraarbeiði.
6) Arbeiði undir vatnlinjuni.
7) Kavingar-, trýstlætta- og viðgerðartalvur.
8) Kavaralóggávan.
9) Dugnaskap við atliti til kavaravinnu og virksemi sum knýtir seg til kavaravinnu.
10) Læknaváttan sum prógvar kavaraheilsu og lívvirkisfrøði.
11) Logbók
Skeið í skering/sveising v.m.
§ 11. Próvtøkunevndin sbr. § 3, stk. 1 ásetir innihaldi og longdina á skeiðum sum umfatar skering/sveising, hátrýstspuling (30 bar og meira), spreinging og kaving í samband við bjargingartiltøk sbr. fylgiskjal 1.
Hjálparfólk
§ 12. Til skeiðsprógv sum hjálparfólk hjá kavara, verður undirvíst í eftirfylgjandi lærugreinum:
1) Fyrstuhjálp.
2) Kavaraástøði.
3) Kavaralóggávan.
4) Vanligar uppgávur hjá einum kavara.
5) Hjálpartól og maskinur.
6) Signalir og sjómansskapur.
7) Kompressaraútgerð og kavaraútgerð.
8) Logbók.
Skiftisreglar
§ 13. Teir kavarar, sum hava vinnubræv frá Arbeiðseftirlitinum ella frá Føroya Landsstýri, at útinna kavaravinnu, ella hava søkt Arbeiðseftirlitið um vinnubræv, men sum ikki lúka krøvini í §§ 8–12, kunnu, tá henda kunngerð kemur í gildi, í eitt 2 ára tíðarskeið útinna kavaravinnu eftir niðanfyri standandi reglum.
§ 14. Vinnukavari nevndur í § 13 kann, treytað av góðkenning frá próvtøkunevndini sbrt. § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð, útinna kavaraarbeiði sum SCUBA-kavari niður á 12 metra dýpi ella annað dýpið, sum próvtøkunevndin ger av, í sambandi við arbeiði, sum umfatar at skera, saga, loysa, festa, sláa, reinsa o.l., um so er, at hann kann skjalprógva:
1) At hava í minsta lagi 25 vinnukav innanfyri teir seinastu 12 mánaðinar.
2) At hava útinnt vinnuligt kavaraarbeiði, sum svarar til tað kavaraarbeiðið, sum søkt verður um vinnubræv til.
3) At hava kavararoyndir við SCUBA-kavaraútgerð.
4) At hava kunnleika og royndir við mannagongdum á landi, undir hesum handfaring av kavaraútgerð.
5) At hava kunnleika og royndir viðvíkjandi samskifti, signalering og tað at sita við línu.
6) At hava kunnleika um vandar, ið eru í sambandi við kavaraarbeiði.
7) At hava royndir við arbeiði undir vatnlinjuni.
8) At hava kunnleika og royndir um mannagongdir í neyðstøðu í sambandi við kavaraarbeiði.
9) Nýtslu av kavingar- og trýstlætta talvum.
10) Hava kunnleika um kavaralóggávuna.
11) At sýna dugnaskap við atliti til kavaravirksemið.
12) Læknaváttan fyri kavarar.
13) Logbók fyri øll vinnukav, sum í minsta lagi skulu vera sum nevnt í nr. 1.
§ 15. Teir í § 13 nevndu vinnukavarar fáa eitt serstakt vinnukavarabræv sbr. § 23, stk. 2, sum hevur gildi í 2 ár frá dagfestingini av vinnubrævinum.
Stk. 2. Fyri at kunna útinna kavaravinnu eftir at tíðarskeiðið, nevnt í stk. 1 er liðið, skal vinnukavari hava fingið útbúgving og staðið viðkomandi próvroynd eftir reglunum í §§ 8 – 12.
Stk. 3. Um so er, at próvtøkunevndin sbrt. § 3, metir at teir í stk. 1 nevndu kavarar hava ávísan førleika, kann atlit verða tikið til hetta í sambandi við stk. 2, og fáa góðskrivað henda førleika í sambandi við skeiðið nevnt í stk. 2.
Próvtøka og góðkenning
§ 16. Próvtøkan umfatar verkliga kavararoynd, kavaraástøðisroynd (skrivlig roynd) og kavaraútgerð og trygd (munnliga roynd).
Stk. 2. Fyri at sleppa til kavaraástøðisroynd og roynd í kavaraútgerð og trygd, skal umsøkjarin í minsta lagi hava fingið próvtalið 2 fyri kaving í verki, givið av tí lærara, sum hevur fyrireikað viðkomandi, eins og at umsøkjarin skal hava fylgt tí skipaðu undirvísingini.
§ 17. Próvtøkunevndin sbrt. § 3, stk. 1 ger uppgávurnar til tær skrivligu royndirnar og setir upp evnini til tær munnligu royndirnar. Somuleiðis ger nevndin av, hvørjar lærubøkur og hjálparamboð kunnu nýtast, í sambandi við royndirnar.
§ 18. Próvdøming av ávikavist roynd í kavaraástøði, kavaraútgerð og trygd, verður gjørd av tí lærara, sum hevur givið frálæru í viðkomandi lærugreinini, og einum próvdómara, ið er ein av limunum í próvtøku- og góðkenningarnevndini. Lærari og próvdómari geva hvør sítt próvtal.
Stk. 2. Próvtøkunevndin kann tilnevna persón, sum hevur ástøðiligan og verkligan førleika til tess at geva frálæru og ella vera próvdómari.
§ 19. Til próvdømingina verður 7 tals stigin brúktur sambært teimum galdandi reglum fyri almennar útbúgvingarstovnar.
§ 20. Eru lærari og próvdómari ósamdir um próvtalið, verður próvtalið tað tal á stiganum, sum liggur næst miðaltalinum.
§ 21. Í sambandi við vinnukavararoyndina verður próvtal givið fyri hvørja av teimum í § 16 nevndu royndum.
Stk. 2. Fyri at standa próvtøku krevst, at einki próvtal er undir 2.
Prógv sum vinnukavari og vinnubræv
§ 22. Próvtøkunevndin skrivar út prógv til teir persónar, ið hava staðið útbúgvingarnar sbr. §§ 8–12.
Stk. 2. Próvtøkunevndin kann heimila skúlum at skriva út tey sbrt. §§ 11 og 12 nevndu prógv.
§ 23. Arbeiðseftirlitið skrivar út vinnubræv til kavara samsvarandi tí útbúgving og prógvi, sum umsøkjarin hevur.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið skrivar út tey í § 15, stk. 1 nevndu vinnukavarabrøv.
Stk. 3. Omanfyri nevndu vinnubrøv skulu endurnýggjast annað hvørt ár sbrt. § 3 í kunngerð um læknakanning av kavarum.
Stk. 4. Arbeiðseftirlitið tekur gjald fyri tey í stk. 1 og 2 nevndu vinnukavarabrøv.
class=WordSection2>Gildiskoma
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 57 frá 9. mai 1994 um góðkendar kavaraskúlar og kunngerð nr. 26 frá 1. mars 1994 um kavaraskeið og kavararoyndir úr gildi.
Vinnumálaráðið 6. august 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arni Poulsen (sign.)