Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 06-12-1978
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 103 frá 6. desember 1978 um forboð móti innflutningi og sølu av tuningslutum til prutl.

Við heimild í § 10, 2. stk., í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Innflutningur og søla av tuningslutum til prutl er forboðin.

§ 2. Sum tuningslutur er at skilja útgerð, ið kann nýtast í motori ella í sambandi við motorin á prutli, og sum kann fáa akfarið at ganga skjótari, enn tað er floksgóðkent til.

 2. stk. Útgerð, ið er ætlað til nýtslu í motori ella í samband við motor á prutli samsvarandi floksgóðkenning, verður ikki roknað sum tuningslutur.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.