Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 08-10-2003
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2003 A - Hefti 28 A frá 8. oktober 2003
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

10. september 2003Nr. 103

Kunngerð um yrkisútbúgving í KT-fyrisiting við sergreinini KT-stuðul innan skrivstovuyrkið

Við heimild í § 4, stk. 1, § 5, stk. 1 og 2, § 6, stk. 2, § 7, stk. 2, § 8, stk. 3, § 9, stk. 1, § 14, stk. 1 og 2, § 15, stk. 4, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2 og í § 18 í Løgtingslóg nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum verður ásett:

Kapittul 1

Stevnumið og bygnaður

§ 1. Sett verður á stovn yrkisútbúgving í KT-fyrisiting innan skrivstovuyrkið.

§ 2. Útbúgvingin skal sum heild ígjøgnum skúlaundirvísing og upplæring á læruplássi

       geva lærlinginum førleikar innan KT-fyrisiting við sergreinini KT-stuðul, sbr. § 3, stk. 6.

       nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika,

       leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving, og

       menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan.

§ 3. Í sambandi við tær fyrisitingarligu og handilsligu uppgávurnar hjá virkinum skal tann útbúni sum heild vera førur fyri, at

       fáa mest møguligt burtur úr teimum fyrisitingarligu og handilsligu uppgávunum við nýtslu av KT-amboðum,

       gjøgnum innlit og fatan av KT-trupulleikum hja starvsfeløgum, at loysa trupulleikarnar,

       nýta KT-forrit til fyrisitingarligar og handilsligar arbeiðsuppgávur, og

       hjálpa til við verkseting og røkt av KT-amboðunum hjá virkinum.

Stk. 2. Innan KT-praksis er endamálið, at lærlingurin lærir at kenna og skilja mest vanligu skipanirnar, ið fyritøkur nýta. Í hesum sambandi skal lærlingurin:

       kunna luttaka í samband við útvegan og meting af skipanum,

       hava nomið sær kunnleika til arbeiðsumhvørviskrøvini í samband við telduarbeiðspláss,

       vera førur fyri at leggja inn forrit og røkja uppsetan av egintelduni,

       megna at velja og nýta viðkomandi forrit í einum nýmótans office-pakka til at loysa ávísar fyrisitingarligar uppgávur,

       vera førur fyri, á einfaldan hátt, at tengja saman dátugrunnar og brúkaraforrit, og

       kunna gera einfaldar SQL-dráttir/fyrispurningar úr einum dátugrunni.

Stk. 3.Innan KT-menning er endamálið, at lærlingurin nemur sær vitan um menning av skipanum á KT- økinum. Í hesum sambandi skal lærlingurin:

       hava nomið sær kunnleika um menning av KT-skipanum,

       kunna luttaka í verkætlanum í sambandi við menning af skipanum,

       duga at gera samrøður við brúkarar og lýsa brúkaraumhvørvið,

       duga at lýsa trupulleika- og brúkaraøkið,

       kunna luttaka í at gera allýsingar av skipanum,

       kunna luttaka í greining av trupulleikaøki,

       kunna luttaka í at gera krøvini til virkni og brúkaraflatur, og

       kunna luttaka í royndum og góðskutrygging í sambandi við menning av kunningartøkni.

Stk. 4. Innan KT-samskifti er endamálið, at lærlingurin nemur sær kunnleika til dátusamskifti og aðalkrøv innan økið. Í hesum sambandi skal lærlingurin:

       hava nomið sær grundleggjandi kunnleika til samskiftistøknilig hugtøk,

       kunna greiða frá dátusamskifti grundað á OSI (Open System Interconnection),

       kunna greiða frá internetinum grundað á TCP/IP (Transmission Control Protocol/Internet Protocol),

       kunna nýta tey mest kendu internet-forritini og brúkaraflaturnar, og

       hava kunnleika til teletænastur.

Stk. 5. Innan verkætlanarbundnar sergreinir er endamálið, at lærlingurin fær eina samlaða fatan av - og innlit í - KT-praksis, KT-menning og KT-samskifti. Lærlingurin skal:

       orða hugskot til verkætlan,

       gera eina ætlan viðvíkjandi verkætlanini,

       gera verkætlanina út frá lýstum innihaldi og ætlanum, og

       vera við til at eftirmeta verkætlanina.

Stk. 6. Innan sergreinina KT-stuðul verður dentur lagdur á, at lærlingurin gerst førur fyri at leiðbeina, tá brúkaraskipanir verða útvegaðar. Somuleiðis skal hann megna at leiðbeina ymsar málbólkar, bæði skrivliga og munnliga, í sambandi við nýtslu av brúkaraforritum. At enda skal lærlingurin megna at tillaga og samantengja brúkaraforrit fyri at fáa eina skynsama evnisviðgerð og nýtsluføra telduskrivstovu.

§ 4. Lærutíðin, sum gevur lærubræv, er til samans 4 ár. Útbúgvingin fer fram á góðkendum skúla og á góðkendum læruplássi og fevnir um hesar partar:

1)   upplæring á læruplássinum í 153 vikur.

2)   útbúgving á skúla í fyrra høvuðsskeiði í 40 vikur (1. og 2. skúlaskeið) og seinna høvuðsskeiði í 15 vikur (3., 4. og 5. skúlaskeið).

§ 5. Lærlingur kann fáa stytt lærutíðina sbrt. § 9, stk. 1 og 2 í lógini. Yrkisnevndin, sbr. § 23, stk. 1 nr. 5 í lógini, tekur støðu í hvørjum einstøkum føri eftir umsókn, um lærlingur kann fáa stytting eftir § 9, stk. 2, í lógini.

Kapittul 2

Innihaldið í útbúgvingini

Skúlaparturin

§ 6. Fyrra høvuðsskeiðið er sett saman av 1. og 2. skúlaskeiði.

Stk. 2. Almennu lærugreinirnar eru kravdar í útbúgvingini, tó ikki, har góðskrivað verður fyri ávísar lærugreinir.

Stk. 3. Almennu lærugreinirnar skulu geva útbúgvingini almenna breidd, persónsmenning, menning av lestrarførleika lærlingsins og fatan hansara av samfelagnum og samfelagsmenningini.

Stk. 4. Almennu lærugreinirnar eru hesar:

 

Lærugrein

Tímatal

Enskt C

140

Føroyskt C

140

Kunningartøkni C

140

Samfelagslæra/fiskivinna C

210

Marknaðarførsla C

140

Virkisbúskapur C

140

Tilsamans

910

 

Stk. 5. Tilskilaða tímatalið í stk. 4 fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku.

§ 7. Yrkislærugreinirnar kunnu annaðhvørt vera skipaðar sum undirvísing, skeið ella virkisvitjanir.

Stk. 2. Yrkisnevndin ger av saman við skúlanum, hvussu yrkislærugreinirnar verða býttar millum skúlaskeiðini, og hvat tímatal verður sett av til hvørja lærugrein.

Stk. 3. Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum eru nevnd í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð. Yrkisnevndin kann góðkenna nýggjar yrkislærugreinir og onnur evni. Treytin fyri góðkenning er, at førleikamál og innihald eru lýst.

§ 8. Seinna høvuðsskeiðið er sett saman av 3. og 4. skúlaskeiði, har undirvíst verður í 14 vikur, meðan 15. vikan (5. skúlaskeið) er sett av til yrkisroyndina.

Stk. 2. 3. skúlaskeið er býtt upp í tveir partar, ið eru:

       fyrri partur: KT-praksis og KT-menning – tilsamans 4 vikur

       annar partur: KT-samskifti og bundnar sergreinir – tilsamans 3 vikur

Stk. 3. 4. skúlaskeið er býtt upp í tríggjar partar, ið eru:

       fyrsti partur:                 4 vikur           sergrein

       annar partur:                 2 vikur           sergrein

       triði partur:                   1 vika            fyrireiking til yrkisroynd

Stk. 4. Í fyrsta og øðrum parti skal lærlingurin velja evni, ið tilsamans svara til 20 stig. Hartil skal evnið brúkarastuðul veljast. Evnini eru hesi:

 

Evni

Stig

Víðkað tekstviðgerð

5

Víðkað rokniark

5

Víðkaður dátugrunnur:

5

KT-virkisstýring

10

KT-búskaparstýring

10

Brúkarastuðul

Kravt evni

 

Evnisvalið verður gjørt í felag millum skeiðluttakararnar og læraran, soleiðis at øll, ið luttaka á sama skeiði, hava somu evni.

Stk. 5. Í triðja parti skal lærlingurin gerast førur fyri at skriva uppgávu, hann sjálvur hevur valt. Í samstarvi við læruplássið og skúlan skal lærlingurin gera uppgávuorðing til yrkisroyndina. Eisini er umráðandi, at lærlingurin verður undirvístur í ymsum háttaløgum.

§ 9. Yrkisroyndin verður framd sum ein verkætlan, har næmingurin frammanundan hevur fyrireikað seg á 4. skúlaskeiði og hevur gjørt uppgávuorðingina í samráð við ein lærara. Læruplássið skal takast við uppá ráð í sambandi við uppgávuorðingina, soleiðis at best møguligur stuðul og hjálp kann fáast frá læruplássinum. Í tíðarskeiðinum millum 4. og 5. skúlaskeið skal næmingurin hava møguleika at finna sær tilfar og arbeiða við kanning og ástøði á læruplássinum. Í 5. skúlaskeiði verður uppgávan gjørd, og eitt krav er, at hon hevur bæði eitt ástøðiligt og eitt verkligt innihald, eins og uppgávuorðingin skal svarast í eini niðurstøðu.

Verkligi parturin

§ 10. Á læruplássinum skal lærlingurin fara ígjøgnum og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru á virkinum.

Stk. 2. Í teimum førum, har læruplássið ikki kann geva lærlinginum møguleika at arbeiða við øllum arbeiðsuppgávunum í sergreinini, áliggur tað læruplássinum at gera avtalu við útisetavirki, at lærlingurin har fær upplæring í teimum arbeiðsuppgávum, sum vanta. Yrkisnevndin góðkennir slíkar avtalur sbrt. § 28 í lógini.

Stk. 3. Upplæringin innan tey ymsu arbeiðsøkini verður váttað í eini loggbók, sum læruplássið hevur skyldu at føra.

§ 11. Skúlin og læruplássið nýta loggbókina, sbr. § 10, stk. 3, í samskiftinum sínamillum, so hvørt sum útbúgvingin líður, eins og støðumet og próvúrslit.

Stk. 2. Lærlingur hevur skyldu at fylgja skúlaundirvísingini sambært Kunngerð nr. 39 frá 9. mars 2001 um møtiskyldu í yrkisútbúgvingunum.

§ 12. Næmingurin fær eitt støðumet fyri hvørt skúlaskeið sær. Hetta støðumet verður mett út frá arbeiðslagi og fakligum kunnleika.

Kapittul 3

Próvtøka og yrkisroynd

 

Próvtøka fyri fyrra høvuðsskeið

§ 13. Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásettir í viðkomandi lærugreinakunngerðum.

Stk. 2. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálaráðnum frá, hvørjir lærlingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaði, ið Mentamálaráðið ger. Skúlin skal boða Mentamálaráðnum frá møguligum broytingum alt fyri eitt.

Stk. 3. Farið verður til próvtøku 6 ferðir í lærugreinum, ið Mentamálaráðið tekur út.

Próvtøka fyri seinna høvuðsskeið

§ 14. Próvtøka og yrkisroynd í seinna høvuðsskeiðnum fer fram sbrt. Kunngerð nr. 64 frá 31. mai 2002 um próvtøkur í yrkis- og serlærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir og eftir ásetingunum í § 23 í Kunngerð nr. 100 frá 18. juni 2001 um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.

Stk. 2. Próvtøkan í seinna skúlaskeiðnum fevnir um eina munnliga próvtøku innan valdu evnini.

Yrkisroyndin

§ 15. Málið við fyrireikingini er, at lærlingurin lærir at arbeiða sjálvstøðugt við eini uppgávu, sum hann sjálvur velur at skriva.

Stk. 2. Endamálið við yrkisroyndini er at eftirmeta fakligu førleikarnar, lærlingurin hevur ognað sær innan KT-fyrisiting, og vísa at lærlingurin er førur fyri at nýta førleikar sínar gjøgnum yrkisroyndina. Lærlingurin skal gera hugskot, fastleggja mál, leggja ætlanir og fremja eitt ávíst virksemi í einum avmarkaðum arbeiðsøki á læruplássinum. At enda skal lærlingurin vera førur fyri at eftirmeta úrslitið í mun til endamálið.

Stk. 3. Yrkisroyndin eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at lærari og metingardómari hava stundir at seta seg inn í yrkisroyndina. Skúlin ásetir, hvør lærari skal føra lærlingin upp, meðan yrkisnevndarfyrisitingin setir metingardómara.

Stk. 4. Uppgávan verður latin skúlanum til eina ásetta tíð, sum svarar til seinasta dagin á 5. skúlaskeiði.

Stk. 5. Eitt samlað próvtal verður givið fyri yrkisroyndina. Saman við próvtalinum eigur lærlingurin at fáa eina grundgeving.

Kapittul 4

Lærubræv

§ 16. Við lokna útbúgving fær lærlingurin útflýggjað lærubræv sbrt. §§ 25 og 26 í Kunngerð um felagsreglur fyri yrkisútbúgvingar, ið er prógv fyri tann førleika, ið er fingin undir útbúgvingini. Lærubrævið verður skrivað við støði í úrslitinum av skúlapartinum (skúlaváttanini) og av verkligu upplæringini (starvsváttanini).

Kapittul 5

Aðrar ásetingar

§ 17. Yrkisnevnd fyri útbúgvingina er Yrkisnevndin fyri skrivstovuyrkið.

Kapittul 6

Gildiskoma

§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Mentamálaráðið, 10. september 2003

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Petur Petersen (sign.)

 

 

 

Fylgiskjal 1

Mars 2003

 

Skúlaparturin

 

1. Alment

Skúlagongdin er býtt upp í tvey høvuðsskeið, sum eru býtt á fimm skúlaskeið, har 3. og 4. skúlaskeið eru í fleiri pørtum.

 

2. Fyrra høvuðsskeið: 1. og 2. skúlaskeið

Dentur verður lagdur á, at lærlingurin hevur tikið tær í kunngerðini nevndu lærugreinir innan lærutíðin byrjar, og í seinasta lagið tá lærutíðin er av. Talan er um tær í § 6, stk. 4 nevndu lærugreinir á C-stigi, ið vanliga fara fram sum partur av FHS-próvtøkuni.

 

Hevur lærlingur staðið FHS-próvtøku, er lærutíðin 3 ár. Hevur lærlingur staðið HH-próvtøku, er lærutíðin 2 ár. Hevur lærlingur aðra miðnámsútbúgving, t.d. student, HF ella líknandi, verða lærugreinirnar lisnar sum stakar lærugreinir, og tá verður lærutíðin samsvarandi longri, t.e. 18 vikur.

 

3. Seinna høvuðsskeið: 3., 4. og 5. skúlaskeið

 

3.1 Inngangur

Skúlagongdin, ið tilsamans fevnir um 15 vikur, verður býtt upp í eina grundútbúgving í 7 vikur og sergrein/fyrireiking til yrkisroyndina, ið somuleiðis er 7 vikur. Harafturat er ein vika sett av til yrkisroyndina.

 

3.2 Fyrri partur av 3. skúlaskeiði

 

KT-Praksis:

Skúlagongdin er 10 skúladagar.

 

Í sambandi við útvegan av skipanum verður støði tikið í tøkniligu skipanini hjá fyritøkum, við atliti at tilgongdum virkisins. Nýmótans stýringsskipanir verða tiknar við, eins og grundleggjandi ástøði innan virkisbygnað og virkismentan verða gjøgnumgingin.

 

Arbeiðsumhvørviskrøvini eru fyrst og fremst sambært arbeiðsumhvørvislógini og tilhoyrandi kunngerðum. Grundleggjandi vitan um likamlig eins og sálarlig arbeiðsumhvørvisfyribrigdi skal fáast til vega, har mál, ið Arbeiðseftirlitið umsitur, eru høvuðsspurningar í undirvísingini.

 

Innløga og røkt av forritum verður gjørt út frá grundleggjandi ástøði og við verkligum roynd­um, møguliga saman við telduvørði skúlans. Grundleggjandi læring um egintelduna er partur av skeiðinum.

 

Støði verður tikin í mest nýttu office-pakkunum, har skilt verður millum tekstviðgerð, rokniark, dátugrunnar og onnur viðkomandi forrit. Støði verður her lagt undir framhaldandi lærugreinunum í 4. skúlaskeiði.

 

KT-Menning:

Skúlagongdin er 10 skúladagar.

 

Støði verður tikið í ástøðini um menning av skipanum. Skipanir verða mentar út frá tørvinum hjá virkinum og áhugabólkum virkisins. Skipanir verða mentar í samráð við brúkarar, og trupulleika- og brúkaraøkið verður lýst.

 

Skipanir verða allýstar og grundleggjandi krøv verða greinað fyri at røttu brúkaraflaturnar og góðskan verður tryggjað á røttum støði.

 

Til at menna skipanir skal lærlingurin kenna til røttu amboðini, her í millum forrit, ið eru gjørd til endamálið.

 

3.3 Annar partur av 3. skúlaskeiði

 

KT-samskifti:

Skúlagongdin er 10 skúladagar.

 

Grundleggjandi kunnleiki til samskiftistøknilig hugtøk verða gjøgnumgingin, eins og OSI (Open System Interconnection) er ein grundleggjandi partur av undirvísingini.

 

TCP/IP, ið stendur fyri Transmission Control Protocol/Internet Protocol, er skipanin, sum alt internet­samskifti byggir á. Hesa skipan skal næmingurin hava eina grundleggjandi vitan um.

 

Mest kendu almennu internetforritini eru Internet Explorer og Netscape Navigator. Harafturat koma forrit, sum eru ment til meira serstakar uppgávur, her í millum Lotus Notes. Næmingurin skal duga at nýta hesi á høgum brúkarastøði. Eisini verða mest nýttu teletænasturnar gjøgnumgingnar.

 

Verkætlanarbundnar sergreinir:

Skúlagongdin er 5 skúladagar.

 

Málið er, at lærlingurin fær eina heildarfatan av - og innlit í - KT-praksis, KT-menning og KT-samskifti. Lærlingurin skal orða hugskot til verkætlan, gera eina ætlan viðvíkjandi verkætlanini, fremja hana út frá lýstum innihaldi og ætlanum og vera við til at eftirmeta verkætlanina.

 

3.4 Fyrsti partur av 4. skúlaskeiði

 

Skúlagongdin er 20 skúladagar, lærlingurin velur sergrein innan tey øki, sum eru nevnd niðanfyri.

 

3.5 Annar partur av 4. skúlaskeiði

 

Skúlagongdin er 10 skúladagar, lærlingurin velur sergrein innan tey øki, sum eru nevnd niðanfyri.

 

3.6 Triði partur av 4. skúlaskeiði

 

Skúlagongdin er 5 skúladagar, har lærlingurin saman við lærara fyrireikar seg til yrkisroyndina. Á skeiðnum verður grundleggjandi háttalæra, har støði verður tikið í organisatiónssosiologiskum arbeiðsháttum. Miðað verður ímóti, at evnisval, dispositión og uppgávuorðing eru gjørd og góðkend av lærara og lærumeistara innan lokið skeið.

 

3.7 Innihald í 4. skúlaskeiði

 

Innihaldið og valið er í tráð við § 8, stk. 4 í kunngerðini.

 

Víðkað tekstviðgerð (5 stig)

Arbeitt verður við teimum meira samansettu amboðunum, ið ein tekstviðgerð hevur, her í millum krossávísingar av ymsum slagi, umframt at samskipan millum skjøl og við aðrar skráir eru partar av undirvísingini. Støðið svarar til víðkaða teldukoyrikortið.

 

Víðkað rokniark (5 stig)

Arbeitt verður serliga við serfunksjónum í rokniarkinum, eins og forritan er partur av skeiðnum. Eisini samskipan við onnur forrit verður gjøgnumgingin. Støðið svarar til víðkaða teldukoyrikortið.

 

Víðkaður dátugrunnur (5 stig)

Hildið verður áfram, har slept var við KT-praksis í 3. skúlaskeiði. Støðið svarar til víðkaða teldukoyrikortið.

 

KT-virkisstýring

Støði verður tikið í mest nýttu forritunum til virkisleiðslu og virkisstýring. Fyrisiting og logistikkur eru partar av virkisstýringini, og eru ástøðiligi parturin av skeiðinum. Nútíðar journaliseringshættir og álmanakkaskipanir eru somuleiðis við í skeiðnum. Støðið verður tikið í fyrisitingarligu eindini í virkinum, men eisini tøkniliga og sosiala eindin eru partar í virkisstýringini.

 

KT-búskaparstýring

Støðið verður tikið í mest nýttu telduforritum til búskaparstýring, her í millum Navision og Concorde. Skilt verður millum bókhaldsskipanir og samskipaðar telduskipanir, ið stýra fleiri modulum samstundis, og sum eru tengd saman í samansettar dátugrunnar. Eisini grundleggjandi bókhald og roknskapur eru partar av ástøðinum.

 

3.8 Yrkisroyndin (5. skúlaskeið)

Yrkisroyndin er ikki partur av skúlagondini, men skúlin hevur skyldu, eins og lærumeistarin, at hjálpa lærlinginum við verkligum og tøkniligum trupulleikum í sambandi við skrivingina, sum er sett til eina viku. Hildið verður fram, har slept var í triðja parti av 4. skúlaskeiði, og lidna úrslitið er grundarlag undir munnligu royndini, sum lærarin, saman við próvdómara, hevur ábyrgdina av.

 

 

 

Fylgiskjal 2

Mars 2003

 

Verkligi parturin

 

Á læruplássinum skal lærlingurin gjøgnumganga og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru í fyritøkuni, her í millum fáa kunning um:

 

Tekstviðgerð

seta brøv upp

sniðseta tekst

seta upp punkt- og síðutalsmerking

flætta brøv

nýta teigarar

gera innihaldsyvirlit

brúka og broyta typografi

stavseta

nýta fjølvar

avrita frá einari valmynd til eina aðra

stovna mappur (undir- og yvirmappur)

leggja inn prentara.

 

Rokniark

seta upp rokniark

avrita frá einari valmynd til eina aðra

seta fleiri rokniørk saman.

 

Journalskipanin

skráseta inngangandi brøv

skráseta útgangandi brøv

arkivera.

 

Elektroniskur kalendari

senda post

svara og senda post víðari

strika, arkivera og flokka post

nýta egnan adressulista

viðfesta fílur

gera ásetingar

brúka kalendara hjá øðrum

gera og stýra avtalum.

 

Dátugrunnar

hava allar dátugrunnar í fyritøkuni í huga.

 

Fíggjarætlanarskipan

seta eina fíggjarætlan upp

samanbera eina fíggjarætlan við endaliga roknskapin.

 

Bókhaldsskipanin

bóka

stemma kontur av

skráseta krøv

arkivera.

 

Internet

brúka internetið

leita á netinum eftir tilfari í sambandi við arbeiðið.

 

VEV – framløguamboð

gera eina heimasíðu

viðlíkahalda heimasíðu.

 

Grafiskar framløguskipanir

nýta viðkomandi framløguforrit

nýta uppvørpu og sjónvørpu.

 

Margmiðlar

nýta ljóð

nýta myndir, stillar eins og livandi.

 

Forritanaramboð

nýta HTML (forritanarmál til heimasíður).

 

Annað

hava í geyma umhvørvis- og tænastupolitikkin hjá fyritøkuni og grundarlagið undir hesum

duga at hava skrivligt samskifti innanhýsis og uttanhýsis, við kundar, útvegarar o.o.

brúka tøknilig skrivstovuamboð, so sum telefon, faks, kopimaskinur v.m.

tilrættisleggja og gera arbeiðsgongdir munadyggari viðvíkjandi kunning og samskifti í fyritøkuni, bæði við kundar og aðrar samstarvsfelagar - hetta við hjálp av KT-amboðum

skriva upprit til egið brúk og til brúk hjá øðrum

skilja arbeiðsbýti/ábyrgd og førleika hjá samstarvsfeløgunum

tilrættisleggja og raðfesta egnar arbeiðsuppgávur

kenna fíggjarliga samanheingið í fyritøkuni

kenna reglur viðvíkjandi dátutrygd og datapolitikki hjá fyritøkuni

taka útvaldar upplýsingar úr skipanini

menna og viðlíkahalda dátugrunsforrit

koma við uppskotum um møgulig KT-amboð til fyritøkuna.