14. oktober 2024Nr. 103
Kunngerð um broyting í kunngerð um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini
(Fartelefonir í skúlatíðini o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 60 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan verður ásett:”
2. Í § 1, stk. 1 verður aftan á “gott skil” sett: “og virðiligt samskifti” og aftan á “happing” verður sett: “og um at tálma fartelefonnýtslu í skúladegnum”.
3. § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Námsfrøðiliga ráðið og næmingaráðið skulu hava uppskotið til reglur sbrt. stk. 1 til ummælis, og skúlaleiðarin skal verða hoyrdur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 14. oktober 2024
Djóni Nólsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)