21. juni 2021Nr. 103
Kunngerð um broyting í kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum
(Gildistíðin verður longd)
§ 1
Í kunngerð nr. 202 frá 22. desember 2020 um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum verður í § 2 “30. juni 2021” broytt til: “1. januar 2022”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 21. juni 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)