Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. september 2023Nr. 103
Kunngerð um krabbameinsskrá
Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Fólkaheilsustýrið verður ásett:
§ 1. Fólkaheilsustýrið skipar, umsitur og mennur Krabbameinsskráseting Føroya.
§ 2. Læknar hava skyldu at boða frá til krabbameinsskránna navn, P-tal og postnummar hjá sjúklinginum, fyrsta læknaliga samband, diagnosu sambært skjali 1, slag av viðgerð og aðrar upplýsingar.
Stk. 2. Einans tøkar upplýsingar skulu fráboðast.
Stk. 3. Vegleiðing sambært stk. 1 er á heimasíðuni hjá Fólkaheilsustýrinum.
Stk. 4. Læknar hava skyldu at boða frá í krabbameinsskránni, hóast teir møguliga eisini skulu boða frá í øðrum skráum.
§ 3. Læknar hava skyldu at boða frá í sambandi við:
1) Allar nýggjar diagnosur av krabbameinssjúku o.ø.
2) Tilburðir av fleiri krabbameinssjúkum hjá sama persóni. Hvør krabbameinstilburður skal fráboðast serskilt, um hann er at skilja sum ein nýggjur primerur krabbameinstilburður.
3) Endurskoðan av diagnosu frá fyrr av, ið var fevnd av fráboðanarskylduni.
4) Staðfesting av, at krabbameinssjúka, ið fyrr hevur verið fráboðað, ikki hevur verið til staðar.
5) Progressión av prækankrøsum broytingum ella carcinoma in situ, undir hesum skifti til invasivt krabbamein.
§ 4. Læknar, ið hava skyldu at boða frá, eru:
1) Ábyrgdarhavandi yvirlækni á sjúkrahúsdeild, ið av fyrstan tíð diagnostiserar, hevur eftirlit við ella viðger kliniskar ella mikroskopiskar fráboðanarskyldigar sjúklingatilburðir, uttan mun til um tilburðurin fyrr er fráboðaður. Tó skal ikki fráboðast á onkologiskari ella radiologiskari deild, tá sjúklingurin hevur verið ella verður fráboðaður av kliniskari deild.
2) Serlæknar í almennum medisini, ið av fyrstan tíð diagnostisera, viðgera ella hava eftirlit við fráboðanarskyldugum tilburðum uttan ávísing og eftirfylgjandi kontakt við sjúkrahús ella privatstarvandi serlækna.
3) Privatstarvandi serlæknar, ið av fyrstan tíð diagnostisera, viðgera ella hava eftirlit við fráboðanarskyldugum tilburðum uttan ávísing og eftirfylgjandi kontakt við sjúkrahús.
4) Ábyrgdarhavandi lækni fyri sjúklingaviðgerðini í privatari klinikk, ið av fyrstan tíð diagnostiserar, viðger ella hevur eftirlit við fráboðanarskyldugum tilburðum, uttan mun til um tilburðurin fyrr er fráboðaður.
5) Útinnandi yvirlækni á sjúkrahúsdeildum, tá líkkanningin vísir ein skrásetingarskyldigan krabbameinstilburð, ið ikki fyrr er kendur og fráboðaður av klinisku sjúkrahúsdeildini.
§ 5. Fólkaheilsustýrið kann í sambandi við eftirlit við, um fráboðanir og upplýsingar, sambært § 2, stk. 1 og § 3 eru rættar, viðgera:
1) Upplýsingar sambært § 2, stk. 1 og § 3.
2) Upplýsingar frá THS, t.e. talgildu heilsuskipanini.
3) Skrá um patologisvar hjá føroyskum sjúklingum.
4) Skrá um deyðsorsakir frá Landslæknanum.
5) Heilsuskráir frá donskum myndugleikum.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 21. september 2023
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Turid Arge (sign.)
Skjal 1
Fráboðanarskyldigar krabbameinssjúkur o.a.
DB21* |
HIV sjúka við neoplastiskari sjúku |
DC00*-DC14* |
Krabbamein í varrum, munnholu og svølgi |
DC15*-DC26* |
Krabbamein í maga-tarm leiðini |
DC30*-DC39* |
Krabbamein í andingargøgnum og bringurúminum |
DC40*-DC41* |
Krabbamein í beinagrind og liðbróski |
DC43*-DC44* |
Illkynjað Melanom og annan húðkrabba |
DC45*-DC49* |
Krabbamein í Mesothel og bindivevnaði |
DC50* |
Bróstkrabbi |
DC51*-DC58* |
Krabbamein í kvinnuligum kynsgøgnunum |
DC60*-DC63* |
Krabbamein í mannligum kynsgøgnunum |
DC64*-DC68* |
Krabbamein í landrásini |
DC69*-DC72* |
Krabbamein í eyga, heila og ørðum pørtum av miðnervalagnum |
DC73*-DC75* |
Krabbamein í skjaldkertli og ørðum endokrinum kertlum |
DC76*-DC80* |
Krabbamein við illa skilmarkaðum ella ikki nágreinaðum staðbindingum |
DC81*-DC96* |
Krabbamein í lymfu og blóðskapandi vevnaði |
DD05* |
Carcinoma in situ í bróstinum |
DD06* |
Carcinoma in situ í lívmóðirhálsi |
DD09. 0 |
Carcinoma in situ í landblørðuni |
DD09. 1* |
Carcinoma in situ í onnur ikki nágreinaðum landgøgnum |
DD095 |
Non-invasiv papillærur svullur (Ta) í landblørðuni |
DD096* |
Non-invasiv papillærur svullur (Ta) aðrastaðni í landrásini |
DD301-DD309 |
Góðkynjaður svullur í landrásini (uttan nýrasvullur) |
DD32* |
Góðkynjaður svullur í heilaserkjum |
DD33* |
Góðkynjaður svullur í heila og miðnervalagnum |
DD35. 2 |
Neoplasma benignum glandulae pituitariae |
DD35. 3 |
Neoplasma benignum ductus craniopharyngei |
DD35. 4 |
Neoplasma benignum corporis pinealis |
DD37*-DD48* |
Svullur av óvissum ella ókendum slag |
DN871 - DN879 |
Kyknubroytingar í lívmóðurhálsrovuni (dysplasi) |
DO01* |
Mola |
|
|
*) Ásetur allar diagnosur í bólkinum |