23. oktober 2012Nr. 103
Kunngerð um virksemi Brúkaraumboðsins
Við heimild í § 21, stk. 5 í løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 17. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Brúkaraumboðið kann av sínum eintingum ella grundað á kærur taka mál upp til viðgerðar.
§ 2. Brúkaraumboðið skal kunna almenningin um mál, sum eru viðgjørd av Brúkaraumboðnum, ákæruvaldinum og dómstólinum, og sum hava almennan áhuga ella týdning eftir marknaðarføringslógini.
§ 3. Brúkaraumboðið kann, eftir vanligu reglunum í rættargangslógini, ganga inn í borgarlig rættarmál, undir hesum eisini rættarmál, sum viðvíkja borgararættarligum brúkaraverndarlógum, um hetta fer fram sum liður í almenna eftirlitinum við marknaðarføringslógini.
§ 4. Brúkaraumboðið letur á hvørjum ári landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt í farna ári. Frágreiðingin verður almannakunngjørd.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 23. oktober 2012
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Gunnleyg Árnafjall (sign.)