27. mai 2025Nr. 103
Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti
(Setanarviðurskifti hjá kommunulæknum nágreinað)
§ 1
Í kunngerð nr. 22 frá 28. mars 2011 um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti, sum broytt við kunngerð nr. 28 frá 4. apríl 2016, verður § 2 orðað soleiðis:
“§ 2. Ískoyti verður bert veitt til neyðuga og heilsuliga væl grundaða veiting eftir ávísing frá lækna, sum starvast á Heilsumiðstøð, ella serlækna í pædiatri, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025.
Heilsumálaráðið, 27. mai 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)