Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. desember 2008Nr. 104
Kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum
Við heimild í § 12, stk. 1 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Við “sjóvinnubræv” skilst í hesi kunngerð: Dugnaskaparbræv, vinnubrøv til navigatørar og maskinmenn, tangaskipsprógv, radiovinnubræv, vinnubræv til kokkar og vaktarhaldsprógv.
Stk. 2. Við “viðurkenningarprógv” skilst í hesi kunngerð: Øll útlendsk vinnubrøv, ið skulu hava føroyska átekning.
Stk. 3. Við “uppstiging” skilst í hesi kunngerð: Vinnubræv, sum skal broytast til at geva hægri rættindi.
§ 2. Skipaeftirlitið krevur inn hesi avgreiðslugjøld:
| Sjóvinnubrøv | Kr. 250 |
| Endurnýggjan av sjóvinnubrævi | Kr. 250 |
| Viðurkenningarprógv | Kr. 500 |
Stk. 2. Gjald verður tó ikki tikið fyri
1) radiovinnubræv
2) tangaskipsprógv
3) uppstiging, uttan so, at tað er í sambandi við endurnýggjan av sjóvinnubrævi.
§ 3. Gjaldið, smb. § 2, skal verða latið Skipaeftirlitinum, áðrenn sjóvinnubræv ella viðurkenningarprógv verður útflýggjað.
Stk. 2. Verður umsókn um sjóvinnubræv ikki gingin á møti, verður gjaldið afturrindað umsøkjaranum.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009, og er galdandi fyri umsóknir, sum eru móttiknar aftaná, at kunngerðin fekk gildi.
Vinnumálaráðið, 5. desember 2008
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)