Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 13-08-2009
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2009 A - Hefti 21 A frá 13. august 2009
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

6. august 2009Nr. 104

Kunngerð um útinnan av kavaraarbeiði á tryggan hátt

Við heimild í § 3, stk. 2, § 11, stk. 1 og § 12, § 13, stk. 2, § 17, § 18, stk. 1 og stk. 3, § 19, § 21 í løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um Kavaravinnu og Kavaraútgerð.

Øki

§ 1. Henda kunngerð fevnir um persónar, sum røkja vinnuligt kavaraarbeiði, tá ið arbeiðið fer fram á landleiðini ella á føroyskum sjóøki og frá føroyskum skipum og niður á 0-50 metra dýpi.

Stk. 2. Kunngerðin fevnir ikki um:

1)   persónar, sum útinna kavaraarbeiði á útlendskum skipum, tá teir hoyra til manningina, og

2)   persónar hjá donsku sjóverjuni, tá kavaraarbeiði verður útint í tænastuni.

Stk. 3. Kunngerðin fevnir um frálandavinnu á øki sbr. stk. 1, um so er, at annað ikki er fyrisett í løgtingslóg um kolvetni, ella aðrari lóggávu.

Stk. 4. Kavaraarbeiði, sum verður útint frá skipum undir føroyskum flaggi í útlandinum, kann gerast av útlendskum kavarum, sum ikki hava vinnubræv sum kavari, tá ið viðkomandi kavari ikki hoyrir til manningina.

Stk. 5. Annars hava ásetingarnar í hesi kunngerð ikki avmarkingar í nýtslu av ásetingum í aðrari lóggávu, í tann mun tær ásetingarnar eru skerpandi.

Allýsingar

§ 2. Í hesi kunngerð merkir:

1.    Arbeiðsdagbók: Yvirlit, har allir viðkomandi upplýsingar í samband við ávísa kaving, eru skrivaðir niður av arbeiðsgevara.

2.    Trýstkamar: Eitt hóskandi útgjørt trýstkamar, sum er ætlað til eina trýstlætting á landi, sum er løgd til rættis til viðgerð av kavarasjúku.

3.    Kavaraarbeiði: Arbeiði, sum verður útint undir vatni, sum krevur nýtslu av andingarútgerð og sum vanliga verður gjørt móti gjaldi. Serligar uppgávur hjá kavara so sum bjarging ella líknandi, harímillum uppgávur, sum bjargingarfeløg standa fyri, verða eisini roknaðar sum kavaraarbeiði, uttan mun til, um goldið verður fyri arbeiði ella ikki. Kavaraarbeiði fevnir um alt fyrireikandi arbeiði á kavarastaðnum, áðrenn kavarin fer í vatni, til kavarin er komin út vatninum, úr trýstkamari ella øðrum staði og ikki longur er umgyrdur av størri trýsti enn vanligum lufttrýsti.

4.    Kavaravinnulækni: Lækni, sum Deildin fyri arbeiðs- og almenna heilsu kann góðkenna til at gera heilsukanningar av kavarum. Kommunulækni kann eisini gera hesa læknakanning.

5.    Kavaraútgerð: Alt tilfar og øll útgerð og hjálparútgerð, sum verður brúkt í sambandi við, at kava verður.

6.    Kavaraútbúnaður: Tann kavaraútgerð, sum ger tað møguligt at kunna vera í minsta lagi 0,4 metur ella meira undir vatni og kunna anda.

7.    Kavarastað: Pallur, bryggja, skip o.l. har kavaraarbeiði fer fram, ella verður skipað frá.

8.    Kavaraútbúgving: Kavaraútbúgving frá kavaraskúla ella kavaraskeiði.

9.    Kurv: Fluttningspallur, sum ikki hevur luftlummar.

10.  Opin klokka: Kavaraklokka við luftlumma, sum ikki kann hava størri trýst í luftlumma, enn í vatni uttanum.

11.  Logbók: Yvirlit har upplýsingar um hvørja ferð kava verður, verða skrivaðir niður.

12.  Luftveitan frá landi: Kavari sum, ílatin kavaraútbúnað, fær andingarevni frá lufttóli á landi ella oman vatnlinjuna, gjøgnum eina ella fleiri slangur (umbilical).

13.  Yvirtrýst: Meira enn eitt bar absolut.

14.  Trýstseting: Yvirtrýst.

Undantøk

§ 3. Arbeiðseftirlitið kann gera undantøk frá ásetingunum í §§ 4-26, um so er, at serligir arbeiðshættir verða nýttir, harímillum brúk av øðrum fyrisettum mátum, nýtslu av serligari kavaraútgerð og kavaraskipanum, somuleiðis tá onnur serlig viðurskifti, sum Arbeiðseftirlitið metir, at kavaraarbeiði kann útinnast eftir á trygdar- og heilsuliga líka tryggan hátt.

Ùtinnan av arbeiði

§ 4. Kavaraarbeiði skal á allan hátt vera lagt til rættis og útint trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt.

§ 5. Kavaraarbeiði skal, við atliti til slag av arbeiði, og hvussu umfatandi tað er, somuleiðis har kavaraarbeiði fer fram, vera lagt soleiðis til rættis, at arbeiði hjá kavara og øðrum hjálparfólki trygdar- og heilsuliga fer fram á fult tryggan hátt.

Stk. 2. Kavari skal tryggja sær, at útgerðin, sum nýtt verður, er í lagi, áðrenn hon verður tikin í brúk.

Stk. 3. Kavari, ella tann sum hevur ábyrgd av kavaraarbeiðinum, skal vegleiða hjálparfólkið um skyldur teirra í sambandi við kavaraarbeiði.

Stk. 4. Kavari skal hava neyðuga tíð til hvíld og svøvn og skal skipast soleiðis, at í hvørjum samdøgri, roknað frá tí at arbeiði byrjar, skal kavari hava eina hvíldartíð, ið er minst 11 samfeldar tímar, bæði tá kava verður frá landi og frá skipi.

Stk. 5. Tað má ikki áleggjast einum kavara at kava, um hesin er illa fyri, er ótryggur ella ikki metir seg kunna útinna arbeiði á fult tryggan hátt.

Stk. 6. Um so er, at persónur, sum hevur vinnubræv sum kavari, hevur verið óarbeiðsførur orsakað av niðanfyri nevndu viðurskiftum, skal hesin ikki byrja aftur at kava, fyrr enn arbeiðsgevarin hevur sæð heilsuváttan frá lækna um, at viðkomandi er arbeiðsførur at útinna kavaraarbeiði:

1)   Óarbeiðsføri vegna sjúku ella skaða í meira enn 20 dagar.

2)   Verið innlagdur á sjúkrahús ella skaðastovu.

3)   Vera við barn.

4)   Ein og hvør sjúka ella umstøður sum gera nýtslu av optiskum ella mekaniskum tólum neyðugt.

5)   Ein og hvør sjúka ella umstøður sum førir við sær regluligan ella afturvendandi tørv fyri viðgerð við heilivági.

6)   Um tað í tíðarskeiðinum, sum heilsuváttanin hevur gildi, kemur ivi í, um kavarin uppfyllir heilsukrøvini.

Stk. 7. Fyri hvønn trýstseting (tryksætning) sum kavarin ger, skal hann føra eina logbók, sum er góðkend av Arbeiðseftirlitinum. Innskriving í logbók fyri hvørja ferð kava verður og hvørja ferð trýstseting verður gjørd, skal undirskrivast av kavaranum sjálvum og kavaraleiðaranum. Er eingin kavaraleiðari á staðnum, verður logbókin undirskrivað av arbeiðsgevaranum, ella av skiparanum, um so er, at kavarin er settur í starv hjá einum reiðaravirki.

Stk. 8. Hvørja ferð kavaraarbeiði verður útint, skal ein arbeiðsdagbók, ið er góðkend av Arbeiðseftirlitinum, vera førd. Kavari og arbeiðsgevari skulu goyma arbeiðsdagbók og logbók í minsta lagi 5 ár frá tí, at seinast er skrivað í hesar. Um so er, at mál er lagt fyri rættin um útinnan av kavaraarbeiði, sum stavar frá tíðarskeiðinum, sum arbeiðsdagbók og logbók umfatar, skulu hesar bøkur goymast til málið er endaliga avgreitt.

Stk. 9. Kavari skal í minsta lagi annaðhvørt ár taka endurútbúgvingarskeið í fyrstuhjálp, sum er góðkent av Arbeiðseftirlitinum.

§ 6. Útinna tríggir ella fleiri kavarar eina kavarauppgávu saman, skal ein kavaraleiðari tilnevnast.

Stk. 2. Kavaraleiðarin skal hava staðið tær kravdu royndir og skeið, sum sambært kunngerð um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving, geva rætt til at útinna kavaraarbeiði við tí útgerð, sum verður nýtt til viðkomandi uppgávu. Eisini skal kavaraleiðarin kunna vísa, at tað er sannlíkt, at hann hevur í minsta lagi 2 ára verkligar royndir í sambandi við vinnukavaraarbeiði, umframt at hann hevur royndir við viðkomandi arbeiðsuppgávum.

Stk. 3. Kavaraleiðarin má ikki, meðan hann er leiðari av kavaraarbeiðinum, taka lut í sjálvari kavingini, ella røkja uppgávur, sum eru óviðkomandi í samband við kavaraarbeiði. Heldur ikki má kavaraleiðarin hava verið fyri yvirtrýsti seinastu 12 tímarnar.

Stk. 4. Kavaraleiðarin skal leggja til rættis, fremja, deila og leiða tað arbeiði, sum hevur tilknýti til viðkomandi uppgávur, harímillum at arbeiði kann útinnast trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt. Kavaraleiðarin skal síggja til, at øll kavara- og hjálpiútgerð, sum verður nýtt, er trygdar- og heilsuliga fult forsvarlig og í samsvari við galdandi reglur.

Stk. 5. Verður eingin kavaraleiðari tilnevndur sbr. stk. 1 av tí, at tað bert eru ein ella tveir kavarar, sum útinna kavarauppgávuna, áliggur tað hesum kavarum at tryggja sær, at neyðug hjálpiútgerð, útgerð og amboð v.m. eru í fullgóðum standi og í samsvari við galdandi reglur.

§ 7. Um tað gerst neyðugt, tilnevnir arbeiðsgevarin í samráð við kavara ella møguligan kavaraleiðara hjálparfólk til kavaraarbeiðið. Um kava verður frá skipi, skal hjálparfólk tilnevnast í samráð við skipara, um so er, at kavarin er í starvi í felagnum.

Stk. 2. Hjálparfólkið nevnt í stk. 1, skal kunna prógva neyðugan kunnleika til viðkomandi arbeiði, annaðhvørt við vinnubrævi til kavaraarbeiði, ella við at hava góðkenda kavaraútbúgving sbrt. kunngerð um kavaraskúlar og kavaraskeið.

Stk. 3. Hjálparfólkið, nevnt í stk. 1, skal í minsta lagi annaðhvørt ár taka endurútbúgvingarskeið í fyrstuhjálp, sum er góðkent av Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 4. Hjálparfólkið, nevnt í stk. 1, skal í sambandi við kavaraarbeiði, einans passa ein kavara og má ikki taka á seg aðrar uppgávur.

Stk. 5. Kavaraarbeiði skal altíð vera tillagað hvussu umfatandi, arbeiðið er. Er kavaraarbeiði umfatandi, skal eitt kavaralið av hóskandi stødd skipast. Tað skal tó í minsta lagi vera ein kavari og eitt kavarahjálparfólk á kavaraliðinum, umframt eitt fólk, sum kann veita hjálp til kavaran og kavarahjálparfólkið.

§ 8. Kavaraarbeiði, sum krevur trýstlættakamar á staðnum ella í eini fjarstøðu frá kavarastaðnum, sum er ráðilig, má ikki fara fram, um so er, at henda útgerð ikki er tøk á staðnum, ella so nær staðnum, at stundir eru til at flyta kavaran vandaleyst til trýstlættakamari.

Stk. 2. Er tann í stk. 1 nevnda útgerðin á staðnum ella í eini fjarstøðu frá kavarastaðnum, sum er ráðilig og verður útgerðin brúkt í sambandi við kavaraarbeiði, skal ein persónur vera til staðar, sum ikki sjálvur kavar, men sum hevur útbúgving sum kavari ella aðra viðkomandi útbúgving, ið er góðkend av Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Hesin persónur skal vera fullkønur við at passa ta í stk. 1 nevndu útgerð, somuleiðis at brúka kavara- trýstlættatalvur. Hesin persónur skal ikki hava verið fyri yvirtrýsti teir seinastu 12 tímarnar.

§ 9. Við hvørja arbeiðsuppgávu, skal ein meting av arbeiðsumstøðunum gerast við atliti til heilsu og trygd hjá tí, sum skal útinna kavaraarbeiði. Tá arbeiðsuppgávan kann ætlast at bera ávísan vanda við sær, skal skrivlig meting gerast av arbeiðsumstøðunum sbr. § 4.

Stk. 2. Tá kavaraarbeiði fer fram undir torførum umstøðum, ella umstøðum sum kunnu ætlast at hava ávísan vanda við sær, skal ein eykakavari og eitt kavarahjálparfólk vera til staðar, sum kunnu taka við og veita hjálp beinanvegin, um tað gerst neyðugt. Tað áliggur arbeiðsgevara ella møguligum kavaraleiðara og kavara í hvørjum einstøkum føri, gjølla at meta um, nær tílíkar umstøður eru til staðar.

§ 10. Tað áliggur kavaraleiðara, um tílíkur er á staðnum ella kavara, at veita neyva vegleiðing til persónar, ið eru knýttir at kavarauppgávuni, um teirra skyldur og viðurskifti, sum kunnu hava týdning fyri trygdina hjá kavaranum.

§ 11. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til, í sambandi við kavaraarbeiði, at fráboða møguligan arbeiðsskaða og ella tilburð av eitran til Arbeiðseftirlitið. Tá kavað verður frá skipi, áliggur skyldan at boða frá hjá skiparanum. Fráboðast skal, um møguligur arbeiðsskaði ella tilburður av eitran hevur havt við sær óarbeiðsføri í ein dag ella meira umframt skaðadagin.

Stk. 2. Arbeiðseftirlitið skal somuleiðis hava boð um:

1)   møguligar viðgerðir í trýstkamari, sum knýta seg til at kava hevur verið,

2)   tilburður hevur ført við sær persónskaða av týdningi,

3)   eldur hevur verið í,

4)   skaði er hendur á umhvørvið, útgerð ella útbúnað, ella

5)   skaði er hendur á ogn hjá triðja persóni.

Stk. 3. Um óhapp hendir í sambandi við kavaraarbeiði, sum førir við sær persónskaða, skal andingarevni, sum eftir er í andingarkelduni ella tilhoyrandi skipan, við atliti til seinni kanningar, verða tryggjað og goymt.

Stk. 4. Útbúnaðurin, sum veitir andingarevnið, skal liggja órørdur á staðnum, eins og onnur útgerð, sum hevur verið brúkt í sambandi við kavaraarbeiði, ikki skal takast burtur, fyrr enn Arbeiðseftirlitið ella annar viðkomandi myndugleiki hevur gjørt sínar kanningar á staðnum.

§ 12. Kavaraarbeiði, eftir hesi kunngerð, kann bert útinnast av persónum, sum hava prógv sum vinnukavari, við andingarevni frá landi.

Stk. 2. Kavaraarbeiði, har blandingsgass verður nýtt og kavaraarbeiði sum fer fram á meira enn 0-50 metra dýpi, kann einans verða útint av vinnukavarum, sum hava staðið roynd í kaving við blandingsgassi sbrt. kunngerð um kavaraskúlar og kavaraskeið.

§ 13. Hóast ásetingarnar í § 12 kunnu kavarar, sum hava prógv sum SCUBA-kavari sbr. § 10 í kunngerð um kavaraskúlar, kavaraskeið og kavaraútbúgving, útinna kavaraarbeiði á 0-30 metra dýpi við útgerð, sum gevur vanliga luft sum andingarevni. Nevnda arbeiði er tó avmarkað til lættari kavaraarbeiði,

1)   sum er skipað trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt,

2)   sum ikki krevur nýtslu av øðrum enn handamboð, og

3)   har ætla trýstlætting í sambandi við kavingina ikki verður nýtt.

Stk. 2. Hóast ásetingarnar í nr. 1, 2 og 3, kann annað kavaraarbeiði á 0-30 metra dýpi verða gjørt í tann mun, at frálæran, sum er góðkend av próvtøkunevndini sbr. 3, stk. 1 í løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð, er fingin fyri tílíkt arbeiði.

§ 14. Kavaraarbeiði, sum fevnir um at skera, sveisa, spula við hátrýstamboði (30 bar ella meira) ella at spreingja, skal einans útinnast av kavarum, sum við nøktandi úrsliti hava luttikið á skeiði fyri tílíkt kavaraarbeiði umframt at hava tað í § 12, nevnda prógv.

Stk. 2. Kaving í sambandi við bjarging, kann útinnast av persónum við vinnubrævi sum ávikavist SCUBA-kavari ella vinnukavari við luftveitan frá landi, tá hesir hava luttikið í skeiði í hesum arbeiði.

Stk. 3. Skeiðini nevnd í stk. 1 og 2 skulu vera góðkend av tí í § 13, stk. 2 nevndu próvtøkunevnd. Kavaraprógvið skal áteknast av próvtøkunevndini ella øðrum stovni, sum próvtøkunevndin heimilar til tað.

Stk. 4. Tann, sum brúkar kavarar at gera tey í stk. 1, 2 og 3 nevndu arbeiði, skal tryggja sær, at kavararnir hava kavaraprógv við tí átekning, sum er kravd eftir stk. 3.

Almennar reglur

§ 15. Uppi yvir staðnum, har kavararbeiði verður útint, má einki arbeiði fara fram, sum minkar um trygdina hjá kavarum.

Stk. 2. Áðrenn byrjað verður uppá arbeiði, har neistar koma frá ella arbeiði við evni at rotviðgera tilfar o.l., skal tað tryggjast, at tilfar sum er etsandi og/ella sum spreingivandi kann standast av, í føstum, flótandi ella gasslíki, ikki er í tí tilfari, sum arbeitt verður upp á.

Stk. 3. Áðrenn byrjað verður uppá arbeiði, har tað er neyðugt at brúka hjálpitól, seramboð ella spreingievnir, skal kavarin kunna seg gjølla um leiðbeiningarnar fyri tílíkum arbeiði, sum eru givnar av framleiðaranum.

Stk. 4. Tá arbeitt verður við at skera, sveisa ella hátrýstspula ella arbeitt verður við amboðum, sum brúka orkuveiting frá landi, skal umframt kavarahjálparfólkið eisini neyðug manning til at passa orkuveitingina, vera skipað. Fólk skal støðugt vera hjá og passa orkuveitingina, meðan kavaraarbeiði fer fram. Um so er, at kavarahjálparfólkið ikki hevur beinleiðis samband við tann, sum passar orkuveitingina, skal annar beinleiðis samskiftismøguleiki vera skipaður millum hesi.

Vandamikil evnir

§ 16. Har vandamikil evni í skaðiligari nøgd kunnu vera við munnar við frárenslurør ella á øðrum støðum, har kavaraarbeiði verður útint, skulu niðanfyri tilskilaði tiltøk verða sett í verk:

1)   Áðrenn kava verður, skal kannast hvussu umfatandi dálkingin er og slag av dálking, undir hesum um møguligar vandar fyri spreinging. Kavarar og hjálparfólk skulu kunnast um dálkingina. Skipast skal soleiðis fyri, at sjúk ella skadd fólk kunnu koma undir læknaviðgerð uttan óneyðuga seinkan.

2)   Kavarin skal vera vardur móti, at húðin kann koma í samband við tað dálkaða umhvørvið á staðnum. Tí skal kavarin brúka turrdrakt antin við hjálmi ella heilmasku og hanskar, sum fella tætt at draktini.

3)   Á kavarastaðnum skal vera reint vatn til at spula kavaran og útgerðina, áðrenn kavarin letur seg úr draktini og leggur frá sær útgerðina.

4)   Skolivatn at nýta til eygu, skal vera tøkt til brúk á staðnum.

Tilfar, útgerð og amboð v.m.

§ 17. Kavarastaðið skal vera merkt við signalteknum v.m. samsvarandi galdandi altjóða sjóreglum.

Stk. 2. Millum skip og onnur før, sum luttaka í kavaraarbeiðinum, skulu vera tryggir samskiftismøguleikar. Krevja umstøðurnar tað, skal eitt skip ella annað far við samskiftisútgerð umborð virka sum leiðbeinaraskip fyri øðrum skipum, tá siglt verður framvið.

§ 18. Nøktandi útbúnaður sum ger, at kavari á lættan og fult tryggan hátt kann fara í vatni og koma úr aftur vatninum, skal vera tøkur á staðnum, har kavaraarbeiði fer fram.

Stk. 2. Um útbúnaður at seta kavara í vatni stendur meira enn 5 metur yvir vatnlinjuni, skal kavarin nýta kurv ella opna klokku, tá farið verður í vatni.

§ 19. Tá kavari arbeiðir á træverki o.l., stendur á kavaraleytara ella undir flutningi á kavarapalli ella líknandi, skal kavarin vera tryggjaður móti falli.

Stk. 2. Tá kavað verður við SCUBA-útgerð, kann kavarin lata vera at brúka bjargingardrakt, sum hóskar til kaving, um tað sbr. § 9, stk. 1 verður mett, at vandin er størri av at brúka eina bjargingardrakt, enn at lata vera. Henda meting skal skrivast í arbeiðsdagbókina ella hjáleggjast hesi.

§ 20. Tá kava verður, skal kavarin vera í samband við kavarahjálparfólkið og/ella kavaraleiðaran um eina telefonlinju og lívlínu.

Stk. 2. Tá kava verður og nýtslan av lívlínu økir vandan fyri trygdini, kann kavarin lata vera at brúka lívlínu, um tað sbr. § 9, stk. 1 verður mett, at vandin er størri av at brúka lívlínu enn at lata vera. Ístaðin skulu aðrar egnaðar trygdarskipanir vera settar í verk. Henda meting skal skrivast í arbeiðsdagbókina ella hjáleggjast hesi.

Stk. 3. Fæst besta trygd við at nýta tráðleysa telefonlinju, skal henda verða nýtt.

§ 21. Kavarin ella kavaraleiðarin, um ein tílíkur er tilnevndur, skal tryggja sær, at drívskrúva á skipi og øðrum fari, sum verður nýtt í sambandi við kavaraarbeiði ella á kavarastaðnum, ikki gerst virkin meðan kavaraarbeiði fer fram, um ikki so er, at verja er um skrúvuna, og at tað verður skipað soleiðis fyri, at kavarin og lívlína v.m. ikki kunnu vera fyri vanda. Áðrenn drívskrúva verður gjørd virkin, skal kavarin vera kunnaður um tað.

§ 22. Tá kavað verður, skulu hjálpitól og útgerð standa á hóskandi tryggum staði og / ella vera væl fest.

Stk. 2. Amboð og tól, sum kavarin hevur við sær og nýtir í sambandi við tá kava verður, skulu vera innrættaði, tilevnaði og hava slíka verju, at tey ikki kunnu elva skaða á kavaraútgerðina ella annað tilfar.

Stk. 3. Mekanisk amboð og tól skulu vera innrættaði soleiðis, at hesi ikki av sær sjálvum verða virkin og soleiðis, at tey steðga av sær sjálvum, tá kavarin sleppur teimum úr hondum. Um orkukeldan til amboðini og tólini stendur á landi, skal manningin, sum passar orkuveitingina sbr. § 15, stk. 4 kunna steðga orkuveitingini á ein lættan hátt.

Stk. 4. Tá kavari arbeiðir við amboðum, sum larma, harímillum luftamboðum, hátrýsttólum og líknandi, skal hóskandi oyravernd vera tøk.

§ 23. Kavaraarbeiði ætlað til ein ella fleiri kavarar má ikki fara fram, um so er, at viðurskifti nevnd í § 5, stk. 1 ella viðurskifti nevnd í stk. 3 og 4 í hesi grein, gera nýtslu av trýstlættakømrum neyðugt og hesi kømur ikki eru tøk á staðnum, har kava verður.

Stk. 2. Er tann í stk. 1 nevnda útgerð tøk á staðnum, kunnu ein ella fleiri kavarar útinna kavaraarbeiði í tann mun, pláss er fyri kavarum í trýstkamari samtíðis.

Stk. 3. Er trýstkamar á staðnum kann:

1)   kaving sum sambært góðkendum talvum krevur trýstlætting í meira enn 20 minuttir fara fram, ella

2)   kann farast longur niður enn 0-30 metrar.

Stk. 4. Er trýst- og viðgerðarkamar á staðnum, kann:

1)   kaving sum sambært góðkendum talvum krevur trýstlætting í meira enn 60 minuttir fara fram, ella

2)   kann farast longur niður enn 40 metrar.

Stk. 5. Persónar, sum fáa viðgerð við trýstlætting, skulu vera undir eftirliti, og persónar, sum fáa viðgerð í viðgerðarkamari, skulu hava hjálparfólk hjá sær inni í kamarinum. Tá bert ein persónur er inni í kamarinum, skal einans vanligt lufttrýst vera í kamarinum.

§ 24. Á kavarastaðnum skal vera útgerð til fyrstuhjálp og útgerð at fáa persón til lívs aftur, somuleiðis kavingar-, trýstlætta-, og viðgerðartalvur, sum eru góðkendar av Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2. Um so er, at umstøðurnar krevja tað, skulu verndarhjálmar til nýtslu á landi og í vatninum, vera tøkir á kavarastaðnum.

Reinleiki á andingarevninum, samanseting, nøgd, evnislýsing v.m.

§ 25. Andingarevnið skal, við atliti til reinleika, samanseting, nøgd, evnislýsing v.m. lúka ásetingarnar í kunngerð um kavaraútgerð.

Stk. 2. Verður vanlig luft brúkt sum andingarevnið tá kava verður, skal keldan sum veitir andingarevni, hava nóg nógv andingarevni tá byrjað verður at kava, við atliti til tíðina og til dýpi, sum kava verður.

Stk. 3. Kelda, sum veitir andingarevnið, sum kavarin ikki hevur uppi á sær, skal uttan mun til, hvussu andingarevnið er samansett meðan kava verður, altíð hava eykanøgd av andingarevni, sum svarar til nýtslu hjá kavara í 5 minuttir á kavaradýpdini uttan so, at kavarin kann fáa tilsvarandi nøgd av andingarevni frá aðrari serstakari keldu. Henda kelda skal vera sett til og vera klár at nýta, tá byrjað verður at kava.

Stk. 4. Uttan mun til hvussu andingarevnið er sett saman, skulu kavarar, sum fáa andingarevni veitt gjøgnum slangur frá landi, frá opnum kavaraklokkum ella líknandi, hava hjá sær eyka nøgd av andingarevni ætlað til neyðstøðu, sum svarar til nýtslu í minst 5 minuttir á tí mesta dýpinum, har kavað verður.

Stk. 5. Nøgdirnar av eyka andingarevni og andingarevni at nýta í neyðstøðu, sum eru nevndar í stk. 3 og 4, verða ásettar eftir einum brúki uppá 40 litur/minutt á tí viðkomandi dýpinum.

Skyldur hjá arbeiðsgevara, skipara og reiðara

§ 26. Arbeiðsgevarin skal tryggja, at kavaraarbeiði verður útint í samsvar við ásetingarnar í hesi kunngerð. Tá kava verður frá skipi, liggja somu skyldur hjá skipara og reiðara sbr. §§ 24 og 25 í løgtingslóg um trygd á sjónum.

Eftirlit, gjald og kæra v.m.

§ 27. Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar og kann krevja, at viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við hesar ásetingar, skulu fáast í rættlag beinanvegin, ella innan ta freist sum Arbeiðseftirlitið setir.

Stk. 2. Arbeiðseftirlitið tekur gjøld fyri tey í § 27 nevndu eftirlit.

§ 28. Avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið tekur, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

Stk. 2. Kæra er steðgandi, til Vinnukærunevndin hevur tikið averð í málinum.

Revsiásetingar

§ 29. Um ikki hægri revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður brot á reglarnar í §§ 8-27 revsað sambært ásetingunum í øgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð.

Gildiskoma

§ 30. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi í Føroyum galdandi Bekendtgørelse nr. 30 af 15. januar 1988 om betryggelse ved erhvervsdykkerarbejde og om erhvervsdykkerarbejdes sikre udførelse og kunngerð nr. 138 frá 3. desember 1990 um kavaraútgerð um tryggleika og um læknakanning hjá kavarum.

Stk. 3. Í seinasta lagi 12 mánaðir eftir at henda kunngerð er komin í gildi, skal ein skipan vera gjørd viðvíkjandi arbeiðsdagbók, sum er nevnd í § 5, stk. 8.

 

 

Vinnumálaráðið, 6. august 2009

 

Johan Dahl (sign.)

landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign.)