Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. september 2005Nr. 104
Kunngerð um flyting av fiskiloyvum millum útróðrarbátar undir 15 tons
Við heimild í § 8, stk. 7 og 8 og § 9, stk. 1, punkt 5 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Skrivlig umsókn um at flyta fiskiloyvi verður send Fiskimálaráðnum. Við umsóknini skulu fylgja upplýsingar um skrásetta longd, breidd og dýpd á bátinum, sum loyvið verður flutt av, og á bátinum, sum loyvið verður flutt á.
§ 2. Grundarlagið undir áseting av metingargrundarlagi fyri fiskiorku er longd x breidd x dýpd (L x B x D).
Longd (L) er longdin mátað frá forkanti á húð, har hon sker yvirkant á dekki á framstevni til afturkant av húð, har hon sker yvirkantin á dekki í afturstavni. Á opnum bátum mátast longdin á ovara kanti á stokkinum (æsingini).
Breidd (B) er størsta breidd á húð mátað á yvirsíðu á dekki ella niðari, møguligur fendaralisti verður tó ikki íroknaður.
Dýpd (D) er dýpið mátað á hálvari longd frá yvirsíðu á høvuðsdekki í borðið til uttan á húð við kjølin. Á opnum bátum mátast dýpið frá ovara kanti av stokkinum (æsingini) til uttan á húð við kjølin.
Stk. 2. Treyt fyri at loyva flyting av fiskiloyvi á annan bát uttan fiskiloyvi er, at metingargrundarlagið (L x B x D) á bátinum, sum kemur inn, er tað sama ella minni enn metingargrundarlagið á bátinum, sum fer úr vinnuligum fiskiskapi.
§ 3. Flyting av fiskiloyvi kann bert fara fram um eigari av bátinum, ið loyvið verður flutt av, skrivliga hevur váttað, at báturin einki fiskiloyvi hevur.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 48 frá 9. apríl 2003 um flyting av fiskiloyvum millum útróðrarbátar undir 15 tons.
Fiskimálaráðið, 14. september 2005
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)