Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. august 2011Nr. 104
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 30 frá 4. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 9, stk. 1 verða orðini “,ferðavinnu og tónleikavinnu” strikað.
2) Í § 10 verður nr. 3 strikað.
3) Í § 37 verður aftaná nr. 102 sum nýtt nr. sett: “103) Ll. nr. 56 frá 26. mai 2011 um Ferðaráð Føroya.”
4) Í § 38, stk. 1 verður aftaná “farmakoyring,” sett: “ ferðavinnu,”.
5) Í § 38, stk. 1 verður aftaná “sjóvinnumál,” sett: “tónleikavinnu,”.
6) Í § 39, nr. 6 verður sum nýtt pkt. sett: “Ferðamannaviðurskifti.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi 1. oktober 2011.
Løgmansskrivstovan, 16. august 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Petur Petersen (sign.)