21. mai 2025Nr. 104
Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti
(Setanarviðurskifti hjá kommunulæknum nágreinað)
§ 1
Í kunngerð nr. 161 frá 9. desember 2020 um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti, verður § 1, stk. 1 orðað soleiðis:
“Heilsutrygd kann rinda ískoyti til veiting frá privatstarvandi fysioterapeuti, eftir ávísing frá lækna, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum ella lækna, sum starvast á Heilsumiðstøð.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025.
Heilsumálaráðið, 21. mai 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)