Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. september 2023Nr. 104
Kunngerð um at banna oljufýr í nýggjum bygningum
Við heimild í § 3 og §§ 20-22 í løgtingslóg nr. 60 frá 15. mai 2012 um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin) verður ásett:
§ 1. Frá 1. januar 2024 er ikki loyvt at innleggja oljufýr ella annan útbúnað, ið brúkar olju, gass, kol ella aðrar steinrunnar oljuúrdráttir til upphiting av nýggjum bygningum, sum eru fevndir av upphitingarkrøvunum í BK 17.
Stk. 2. Byggimyndugleikin kann veita tíðaravmarkað undantak frá kravinum í stk. 1 í byggitíðarskeiðinum ella tá talan er um nýbygging á einum staði, har tað ikki ber til at binda í elnetið hjá SEV.
§ 2. Umsókn um byggiloyvi til nýbygging, sum kommunan hevur móttikið 1. november 2023 ella seinni, skal viðgerast eftir hesi kunngerð.
Stk. 2. Kommunan kann fram til 1. januar 2025 sleppa umsøkjarum undan kravinum í § 1, stk. 1, um skjalprógv er fyri, at byggisáttmáli er undirskrivaður og lánifígging útvegað, áðrenn henda kunngerð kom í gildi.
§ 3. Kommunan hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar.
§ 4. Brot á § 1, stk. 1, verður revsað við sekt.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvismálaráðið, 22. september 2023
Ingilín D. Strøm (sign.)
landsstýriskvinna
/ Nella Festirstein (sign.)