1. november 2024Nr. 105
Kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2025
Við heimild í § 3, stk. 1 í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javnvigingarprosent til almannaveitingar verður ásett:
§ 1. Javningarprosentið í 2025 er 3,6 %.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2025.
Almanna- og mentamálaráðið, 1. november 2024
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)