Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. juni 2025Nr. 105
Kunngerð um veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. januar 2025 til 31. juli 2025
Við heimild í § 5, stk. 3 og § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 25. mars 2023 og løgtingslóg nr. 41 frá 25. mars 2025, verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1. Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. januar 2025 til 31. juli 2025 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild og svartkjafti.
Stk. 2. Veiðigjaldið er:
1) 1,45 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli.
2) 0,59 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild.
3) 0,40 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
Gildiskoma og úrgilsisseting
§ 2. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2025. Samstundis fer kunngerð nr. 78 frá 14. juli 2024 um veiðigjald á makrel, sild og svartkjafti 1. august 2024 til 31. juli 2025 úr gildi.
Fíggjarmálaráðið, 3. juni 2025
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)