Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 07-08-2015
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Kunngerð 105 frá 5. august 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

5. august 2015Nr. 105

Kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum, sum broytt við kunngerð nr. 133 frá 21. september 2017

Við heimild í § 10, stk. 1, § 11, stk. 1, § 12, stk. 1, 4 og 5, § 17, stk. 4, § 24 og § 25, stk. 1 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 19. mai 2008, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015, verður ásett:

Kapittul 1

Handilsskip

Um tænastu sum dekkari, motormaður og skipsatstøðari

§ 1. Sjófólk, sum gera tænastu sum ófulltikin dekkari, ófulltikin motormaður ella ófulltikin skipsatstøðari við havfarandi handilsskipum til støddar 20 BT ella meira, skulu vera fylt 16 ár og hava galdandi heilsuváttan fyri sjófólk.

§ 2. Sjófólk, sum gera tænastu sum fulltikin dekkari, fulltikin motormaður og fulltikin skipsatstøðari við havfarandi handilsskipum til støddar 20 BT ella meira, skulu vera fylt 18 ár, hava galdandi heilsuváttan fyri sjófólk, og hava antin:

1)   18 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira,

2)   staðið grundskeið sum skipsatstøðari og 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira, ella

3)   staðið skipsatstøðaraútbúgvingina fyri persónar við sveinabrævi innan metal ella aðra viðkomandi yrkisútbúgving, og 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira.

§ 3. Sjófólk, sum gera tænastu sum fulltikin dekkari ella fulltikin skipsatstøðari við havfarandi handilsskipum til støddar 500 BT ella meira, skulu innan 1. januar 2017 hava førleikaprógv sum ávíkavist fulltikin dekkari ella fulltikin skipsatstøðari.

Stk. 2. Sjófólk, sum gera tænastu sum fulltikin motormaður ella fulltikin skipsatstøðari við havfarandi handilsskipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, skulu innan 1. januar 2017 hava førleikaprógv sum ávikavist fulltikin motormaður ella fulltikin skipsatstøðari.

Stk. 3. Útlendsk sjófólk, sum gera tænastu sbrt. stk. 1 ella 2 við skipum, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, kunnu hava førleikaprógv, sum er útgivið í heimlandinum.

Stk. 4. Førleikaprógv sbrt. stk. 3 er treytað av, at trygdarráðið hjá altjóða havfelagsskapinum IMO, MSC, hevur fráboðað, at avvarðandi limaland í sínari fráboðan til IMO hevur víst, at førleikaprógvið til fulnar lýkur tær treytir, ið eru ásettar í STCW-sáttmálanum.

Førleikaprógv sum skipsatstøðari við handilsskipum – STCW kap. II/5 og kap. III/5

§ 4. Fyri at fáa førleikaprógv sum fulltikin skipsatstøðari krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár og:

1)   hevur heilsuváttan fyri sjófólk, galdandi fyri ta tænastu, førleikaprógvið gevur rætt til, og er skikkaður til kagtænastu,

2)   lýkur treytirnar fyri at fáa vaktarhaldsprógv sbrt. STCW kap. II/4 og III/4, og antin hevur staðið:

a)    endaskeið sum skipsatstøðari og hevur 18 mánaðir siglingartíð, harav 12 mánaðir dekstænastu við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira og 6 mánaðir maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 100 kW ella meira,

b)    endaskeið sum skipsatstøðari og hevur 12 mánaðir siglingartíð, harav 6 mánaðir dekstænastu við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira og 6 mánaðir maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 100 kW ella meira, og góðkenda útbúgvingarbók, ella

c)    skipsatstøðaraútbúgvingina fyri persónar við sveinabrævi innan metal, el ella aðra viðkomandi yrkisútbúgving og 12 mánaðir siglingartíð, harav 6 mánaðir dekstænastu við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira og 6 mánaðir maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 100 kW ella meira.

Stk. 2. 6 mánaðir av kravdu dekstænastuni sbrt. stk. 1, nr. 2 skulu vera við handilsskipum.

Stk. 3. Sjófólk, sum hava 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum sum fulltikin dekkari, fulltikin motormaður ella fulltikin skipsatstøðari millum 1. januar 2007 og 1. januar 2012, verða mett at lúka krøvini í stk. 1, nr. 2.

Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum – STCW kap. II/5

§ 5. Fyri at fáa førleikaprógv sum fulltikin dekkari krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár og:

1)   hevur heilsuváttan fyri sjófólk, galdandi fyri ta tænastu, førleikaprógvið gevur rætt til, og er skikkaður til kagtænastu,

2)   lýkur treytirnar fyri at fáa vaktarhaldsprógv sbrt. STCW kap. II/4, og antin hevur staðið:

a)    endaskeið sum skipsatstøðari og hevur 18 mánaðir dekstænastu við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira, ella

b)    endaskeið sum skipsatstøðari og hevur 12 mánaðir dekstænastu við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira og góðkenda útbúgvingarbók.

Stk. 2. 6 mánaðir av kravdu dekstænastuni sbrt. stk. 1, nr. 2 skulu vera við handilsskipum.

Stk. 3. Sjófólk, sum hava 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum sum fulltikin dekkari, millum 1. januar 2007 og 1. januar 2012, verða mett at lúka krøvini í stk. 1, nr. 2.

Førleikaprógv sum fulltikin motormaður við handilsskipum – STCW kap. III/5

§ 6. Fyri at fáa førleikaprógv sum fulltikin motormaður krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár og:

1)   hevur heilsuváttan fyri sjófólk, galdandi fyri ta tænastu, førleikaprógvið gevur rætt til,

2)   lýkur treytirnar fyri at fáa vaktarhaldsprógv sbrt. STCW kap. III/4, og antin hevur staðið:

a)    endaskeið sum skipsatstøðari og hevur 12 mánaðir maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 100 kW ella meira,

b)    endaskeið sum skipsatstøðari og hevur 6 mánaðir maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 100 kW ella meira og góðkenda útbúgvingarbók, ella

c)    skipsatstøðaraútbúgvingina fyri persónar við sveinabrævi innan metal, el ella aðra viðkomandi yrkisútbúgving og 12 mánaðir maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 100 kW ella meira.

Stk. 2. Sjófólk, sum hava 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum sum fulltikin motormaður, millum 1. januar 2007 og 1. januar 2012, verða mett at lúka krøvini í stk. 1, nr. 2.

Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn við handilsskipum

§ 7. Umframt tey serligu krøv fyri at fáa sjóvinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum sjóvinnubrævi, krevst, at umsøkjarin:

1)   er myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7,

2)   hevur heilsuváttan fyri sjófólk, galdandi fyri ta tænastu, sjóvinnubrævið gevur rætt til, og er skikkaður til kagtænastu,

3)   hevur galdandi prógv sum radiopassari innan GMDSS, GOC ella ROC,

4)   í mesta lagi 5 ár áðrenn sjóvinnubrævið verður útskrivað, hevur staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa sjóvinnubrævið, og

5)   um einki annað er nevnt, hevur fingið ta kravdu dekstænastuna við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meiri.

Dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum – STCW kap. II/3

§ 8. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum krevst, at umsøkjarin:

1)   lýkur treytirnar fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu sbrt. STCW kap. II/4, og hevur

2)   dugnaskaparroynd í sigling, og antin hevur staðið:

a)    grundskeið sum skipsatstøðari og hevur samanlagt 3 mánaðir siglingartíð,

b)    skipsatstøðaraútbúgving fyri persónar við sveinabrævi innan metal, el ella aðra viðkomandi yrkisútbúgving og hevur samanlagt 3 mánaðir siglingartíð, ella

c)    hevur samanlagt 12 mánaðir siglingartíð.

Stk. 2. Um dugnaskaparroynd í sigling er staðin fyri 1. januar 2015, krevst serstakt skeið ásett av Mentamálaráðnum, áðrenn kravið í stk. 1, nr. 2 er lokið.

Stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum – STCW kap. II/3

§ 9. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin hevur heimaskiparaprógv, og antin hevur staðið:

1)   grundskeið sum skipsatstøðari, hevur 18 mánaðir siglingartíð og hevur góðkenda útbúgvingarbók,

2)   endaskeið sum skipsatstøðari, hevur 15 mánaðir siglingartíð og hevur góðkenda útbúgvingarbók, ella

3)   lýkur krøvini sum fulltikin dekkari, hevur samanlagt 12 mánaðir siglingartíð sum dekkari og hevur góðkenda útbúgvingarbók, ella

4)   hevur 36 mánaðir siglingartíð.

Stk. 2. 6 mánaðir av kravdu siglingartíðini sbrt. stk. 1 skulu vera við handilsskipum.

Heimaskipari við handilsskipum – STCW kap. II/3

§ 10. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum krevst, at umsøkjarin er fyltur 20 ár og hevur:

1)   galdandi sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum,

2)   heimarætt og

3)   12 mánaðir siglingartíð í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum krevst.

Stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum – STCW kap. II/1 og II/2

§ 11. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin hevur skiparaprógv, og antin hevur:

1)   staðið starvsvenjingina, sum brúgvayvirmaður í einari góðkendari útbúgvingarskipan, hevur 12 mánaðir siglingartíð og hevur góðkenda útbúgvingarbók,

2)   grundskeið sum skipsatstøðari, hevur 18 mánaðir siglingartíð og hevur góðkenda útbúgvingarbók,

3)   endaskeið sum skipsatstøðari, hevur 15 mánaðir siglingartíð og hevur góðkenda útbúgvingarbók, ella

4)   lýkur krøvini sum fulltikin dekkari, hevur samanlagt 12 mánaðir siglingartíð sum dekkari og hevur góðkenda útbúgvingarbók, ella

5)   hevur 36 mánaðir siglingartíð.

Stk. 2. 12 mánaðir av teirri í stk. 1 kravdu siglingartíðini skulu vera fingnir við havfarandi skipum, sum eru til støddar 500 BT ella meira, harav skulu 6 mánaðir vera fingnir við handilsskipum til støddar 500 BT ella meira uttanfyri strandasigling.

Stk. 3. Umsøkjarar, ið hava staðið skipararoynd, og sum lúka kravið í stk. 2, men ikki hava siglingartíð við handilsskipum, kunnu fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum við áriti um, at sjóvinnubrævið ikki gevur rættindi sum yvirstýrimaður.

Stk. 4. Umsøkjarar, ið hava staðið skipararoynd, og sum lúka kravið í stk. 2, men ikki hava siglingartíð uttan fyri strandasigling, kunnu fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum við áriti um, at sjóvinnubrævið bara veitir rættindi til at vera í starvi umborð á skipum í strandasigling.

Stk. 5. Umsøkjarar, ið hava staðið skipararoynd, og sum lúka kravið í stk. 2, men ikki hava siglingartíð við havfarandi skipum til støddar 500 BT ella meira, kunnu fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við áriti um, at sjóvinnubrævið bert veitir rættindi til at vera í starvi umborð á skipum undir 500 BT.

Skipari við handilsskipum – STCW kap. II/2

§ 12. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipari við handilsskipum krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   galdandi sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum,

2)   heimarætt, og

3)   siglingartíð í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum krevst, í antin:

a)    24 mánaðir, harav 12 mánaðir sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella

b)    36 mánaðir sum stýrimaður.

Stýrimaður á 2. stigi við handilsskipum – STCW kap. II/2

§ 13. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin hevur skipsføraraprógv, og antin hevur staðið:

1)   starvsvenjingina, sum brúgvayvirmaður í einari góðkendari útbúgvingarskipan, hevur 12 mánaðir siglingartíð og hevur góðkenda útbúgvingarbók,

2)   grundskeið sum skipsatstøðari, hevur 18 mánaðir siglingartíð og hevur góðkenda útbúgvingarbók,

3)   endaskeið sum skipsatstøðari, hevur 15 mánaðir siglingartíð og hevur góðkenda útbúgvingarbók, ella

4)   lýkur krøvini sum fulltikin dekkari, hevur samanlagt 12 mánaðir siglingartíð sum dekkari og hevur góðkenda útbúgvingarbók, ella

5)   hevur 36 mánaðir siglingartíð.

Stk. 2. 12 mánaðir av teirri í stk. 1 kravdu siglingartíðini skulu vera fingnir við havfarandi skipum, sum eru til støddar 500 BT ella meira, harav skulu 6 mánaðir vera fingnir við handilsskipum til støddar 500 BT ella meira uttanfyri strandasigling.

Stýrimaður á 1. stigi við handilsskipum – STCW kap. II/2

§ 14. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 1. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin antin hevur:

1)   galdandi sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi ella

2)   galdandi sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi og lýkur treytirnar fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi, og

3)   12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum til støddar 500 BT ella meira í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. ella 3. stigi við handilsskipum krevst.

Skipsførari – STCW kap. II/2

§ 15. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsførari krevst, at umsøkjarin hevur heimarætt og antin hevur:

1)   galdandi sjóvinnubræv sum stýrimaður á 1. ella 2. stigi, ella

2)   galdandi sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi og lýkur treytirnar fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi, og

3)   siglingartíð við skipum til støddar 500 BT ella meira í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. ella 3. stigi við handilsskipum krevst, í antin:

a)    24 mánaðir, harav 12 mánaðir sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella

b)    36 mánaðir sum stýrimaður.

Kapittul 2

Fiskiskip

Ófulltikin dekkari og ófulltikin motormaður

§ 16. Ófulltikin dekkari ella ófulltikin motormaður skal vera fyltur 16 ár og hava:

1)   galdandi heilsuváttan fyri sjófólk, og

2)   staðið trygdarskeið fyri sjófólk við fiskiskipum sbrt. STCW-F kap. III/1.

Stk. 2. Sjófólk, sum áðrenn 29. september 2012 hava 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum, eru undantikin krøvunum ásett í stk. 1, nr. 2.

Fulltikin dekkari og motormaður

§ 17. Fulltikin dekkari og fulltikin motormaður skal vera fyltur 16 ár og hava:

1)   galdandi heilsuváttan fyri sjófólk,

2)   staðið trygdarskeið fyri sjófólk við fiskiskipum sbrt. STCW-F kap. III/1, og antin hava:

a)    ávikavist dekstænastu ella maskintænastu á havfarandi skipum í 18 mánaðir,

b)    staðið grundskeið sum skipsatstøðari og hava ávikavist dekstænastu ella maskintænastu við havfarandi skipum í 12 mánaðir, ella

c)    sveinabræv innan metal, el ella aðra viðkomandi yrkisútbúgving og hava starvast sum ófulltikin motormaður við havfarandi skipum í 12 mánaðir.

Stk. 2. Sjófólk, sum áðrenn 29. september 2012 hava 12 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum, eru undantikin krøvunum ásett í stk. 1, nr. 2.

Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn við fiskiskipum á 15 metrar ella meira ella við einum dimensjóntali á 100 ella meira

§ 18. Umframt tey serligu krøv fyri at fáa sjóvinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum sjóvinnubrævi, krevst, at umsøkjarin er myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7, og hevur:

1)   heilsuváttan fyri sjófólk, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, og er skikkaður til kagtænastu,

2)   galdandi prógv sum radiopassari innan GMDSS, GOC ella ROC,

3)   í mesta lagi 5 ár áðrenn sjóvinnubrævið verður útskrivað, staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa sjóvinnubrævið, og

4)   um einki annað er nevnt, fingið ta kravdu siglingartíðina í dekstænastu við havfarandi fiskiskipum, sum eru á 12 metrar ella meira ella einum dimensjóntali á 100 ella meira.

Dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum

§ 19. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   heimarætt

2)   dugnaskaparroynd í sigling, og antin hevur:

a)    staðið grundskeið sum skipsatstøðari og hevur 3 mánaðir siglingartíð, ella

b)    12 mánaðir siglingartíð.

Stk. 2. 6 mánaðir av teirri í stk. 1, nr. 2, litra b nevndu siglingartíðini kunnu vera við havfarandi handilsskipum til støddar 20 BT ella meira.

Stk. 3. Um dugnaskaparroynd í sigling er staðin fyri 1. januar 2015, krevst serstakt skeið ásett av Mentamálaráðnum, áðrenn kravið í stk. 1, nr. 2 er lokið.

Stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum – STCW-F kap. II/4

§ 20. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin hevur heimaskiparaprógv, og antin hevur:

1)   staðið grundskeið sum skipsatstøðari og hevur 12 mánaðir siglingartíð, ella

2)   24 mánaðir siglingartíð.

Stk. 2. 12 mánaðir av kravdu siglingartíðini sbrt. stk. 1, nr. 2 kunnu vera við havfarandi handilsskipum til støddar 20 BT ella meira.

Heimaskipari við fiskiskipum – STCW-F kap. II/3

§ 21. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum heimaskipari við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   galdandi sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum,

2)   heimarætt, og

3)   12 mánaðir siglingartíð í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum ella dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum krevst.

Stk. 2. 6 mánaðir av kravdu siglingartíðini sbrt. stk. 1, nr. 3 kunnu vera við havfarandi handilsskipum til støddar 20 BT ella meira.

Stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum– STCW-F kap. II/2

§ 22. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin hevur skiparaprógv, og antin hevur:

1)   staðið grundskeið sum skipsatstøðari og hevur 12 mánaðir siglingartíð, ella

2)   24 mánaðir siglingartíð.

Stk. 2. 12 mánaðir av teirri í stk. 1 nr. 2 nevndu siglingartíðini kunnu vera við havfarandi handilsskipum til støddar 20 BT ella meira.

Skipari við fiskiskipum – STCW-F kap. II/1

§ 23. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipari við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   galdandi sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum,

2)   heimarætt og

3)   12 mánaðir siglingartíð í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi ella 4. stigi við fiskiskipum krevst.

Kapittul 3

Sjóvinnubrøv til maskinyvirmenn við handilsskipum og fiskiskipum

§ 24. Umframt tey serligu krøv fyri at fáa sjóvinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum sjóvinnubrævi, krevst, at umsøkjarin er:

1)   myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7 og hevur

2)   heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til,

3)   í mesta lagi 5 ár áðrenn sjóvinnubrævið verður útskrivað, staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa sjóvinnubrævið, og

4)   um einki annað er nevnt, fingið ta kravdu maskintænastuna við havfarandi fiskiskipum ella handilsskipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira.

Dugnaskaparbræv í motorpassing

§ 25. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í motorpassing krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   dugnaskaparroynd í motorpassing ella motorpassaraprógv, og

2)   6 mánaðir siglingartíð í dekstænastu ella maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 100 kW ella meira.

Vakthavandi maskinyvirmaður – STCW kap. III/1

§ 26. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinyvirmaður krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   maskinistprógv ella maskinmeistaraprógv,

2)   12 mánaðir maskintænastu, og góðkenda útbúgvingarbók.

Stk. 2. 6 mánaðir av tí í stk. 1, nr. 2 nevndu maskintænastuni kunnu vera í starvi á landi.

Skipsmaskinistur á 2. stigi – STCW kap. III/3

§ 27. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   maskinistprógv,

2)   18 mánaðir maskintænastu, og antin hevur:

a)    sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinyvirmaður, ella

b)    góðkenda útbúgvingarbók.

Stk. 2. 6 mánaðir av tí í stk. 1, nr. 2 nevndu maskintænastuni kunnu vera í starvi á landi.

Skipsmaskinistur á 1. stigi – STCW kap. III/3

§ 28. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 1. stigi krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   galdandi sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi, og

2)   antin hevur 24 mánaða maskintænastu, harav 12 mánaðir í starvi, har sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi krevst, ella hevur 36 mánaða maskintænastu, har sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinmeistari krevst.

Skipsmaskinmeistari á 1.stigi – STCW kap. III/2

§ 29. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   maskinmeistaraprógv,

2)   galdandi sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinyvirmaður, og

3)   12 mánaðir í starvi, har sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinyvirmaður krevst.

Skipsmaskinstjóri – STCW kap. III/2

§ 30. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinstjóri krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   galdandi sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi, og síðani

2)   12 mánaðir í starvi, har sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi krevst, ella

3)   24 mánaðir í starvi, har sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinyvirmaður krevst.

Stk. 2. 12 mánaðir av teirri í stk. 1 nevndu siglingartíðini skulu vera við havfarandi skipum við framtøkumegi á minst 3000 kW.

§ 31. Sjóvinnustýrið kann loyva, at maskintænasta við skipum, sum ikki eru handilsskip ella fiskiskip, partvís verður roknað upp í ta kravdu maskintænastuna.

§ 32. Sjóvinnubrøv útgivin sbrt. §§ 25-30 geva rætt til tænastu við motorskipum.

§ 33. Sjóvinnubrøv, sum eru grundað á maskinmeistaraprógv, kunnu áritast um, at tey eisini veita rættindi til at starvast við dampskipum, um umsøkjarin hevur í minsta lagi 3 mánaðir maskintænastu við dampskipum.

Kapittul 4

Førleikaprógv og sjóvinnubrøv til skipselektrikara við handilsskipum og fiskiskipum

Førleikaprógv til skipselektrikara – STCW kap. III/7

§ 34. Fyri at fáa førleikaprógv sum skipselektrikari krevst, at umsøkjarin er:

1)   myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7 og hevur

2)   heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum førleikaprógvið gevur rætt til,

3)   skeið sbrt. STCW III/7, og

4)   3 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira. Siglingartíðin skal innihalda tænastu innan elektrikaraarbeiði.

Stk. 2. Sjófólk, sum hava 12 mánaðir siglingartíð sum skipselektrikari millum 1. januar 2007 og 1. januar 2012 við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, kunnu fáa førleikaprógv sum skipselektrikari fram til 31. desember 2016.

Sjóvinnubræv sum skipselektrikari – STCW kap. III/6

§ 35. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipselektrikari krevst, at umsøkjarin er:

1)   myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7, og hevur

2)   heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til,

3)   skeið sbrt. STCW kap. III/6, og

4)   yrkisútbúgving við sveinabrævi sum elektrikari og

5)   30 mánaðir maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira.

Stk. 2. Sjófólk, ið lúka krøvini í stk. 1, nr. 1-4, og sum hava 12 mánaðir siglingartíð sum elektrikari millum 1. januar 2007 til 1. januar 2012 við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, kunnu fáa sjóvinnubræv sum skipselektrikari fram til 31. desember 2016.

Kapittul 5

Førleikakrøv og førleikaprógv til tangaskip

Tænastu við tangaskipum

§ 36. Yvirmenn og fulltikin manning á tangaskipum skulu hava staðið góðkent brandskeið og grundskeið um tangaskip, STCW kap. A-V/1-1.1, og A-V/1-2.1, um Tanker Basic Course.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri onnur, sum í sambandi við ferming og útgerð til viðgerð av farmi á tangaskipum hava serligar uppgávur og serliga ábyrgd við tilknýti til hesar uppgávur.

Stk. 3. Á oljuskipum, kemikaliuskipum og gasstangaskipum skulu skiparar, yvirstýrimenn, maskinstjórar, 1. maskinmeistarar og ein og hvør annar, við beinleiðis ábyrgd av ferming, uppskipan og eftirliti við farminum umborð, umframt at lúka krøvini í stk. 1, hava leiðaraprógv til tangaskip frá Sjóvinnustýrinum, STCW kap. V/1-1.1, og A-V/1-2.1, fyri tað slagi av tangaskipi, sum tænastan er á.

Stk. 4. Í staðin fyri tað í stk. 1 nevnda prógv kann Sjóvinnustýrið loyva, at fulltikin manning á skipum skrásett í Føroya Altjóða Skipaskráseting, hevur útlendskt prógv sbrt. STCW kap. V/1-1.1, og A-V/1-2.1.

Stk. 5. Sjóvinnustýrið kann loyva at manning, sum ikki eru yvirmenn, við skipum skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, í staðin fyri tað í stk. 1 nevnda tangaskipaprógv, hevur útlendskt prógv, sum er útgivið samsvarandi ásetingunum í kap. V/1-1.1, og A-V/1-2.1, í STCW.

Førleikaprógv til tangaskip

§ 37. Fyri at fáa leiðaraprógv til oljuskip, kemikaliuskip ella gasstangaskip krevst, at umsøkjarin hevur:

1)   galdandi sjóvinnubræv sum brúgvayvirmaður ella maskinyvirmaður,

2)   í mesta lagi 5 ár áðrenn sjóvinnubrævið verður útskrivað, staðið eitt góðkent serskeið fyri tað slag av tangaskipi, sum prógvið gevur rætt til, og antin hevur:

a)    3 mánaðir tænastu sum yvirmaður umborð á tí slagi av tangaskipi, sum prógvið gevur rætt til, tó soleiðis, at tænasta við kemikaliuskipi kann íroknast sum tænasta við oljutangaskipi, ella

b)    1 mánað tænastu í starvi, sum er útyvir tað kravda við tí slagi av tangaskipi, sum prógvið gevur rætt til, og kann skjalprógva í minsta lagi at hava landað og lossað tríggjar ferðir undir tænastuni.

Kapittul 6

Onnur sjóvinnubrøv og førleikaprógv

 

Vaktarhaldsprógv –– Brúgvatænasta STCW kap. II/4

§ 38. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu krevst, at umsøkjarin er fyltur 16 ár og hevur heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, er skikkaður til kagtænastu, og antin hevur:

1)   staðið grundskeið sum skipsatstøðari, skipsatstøðaraskeið fyri persónar við sveinabrævi innan metal, el ella aðra viðkomandi yrkisútbúgving ella grundskeið fyri aspirantar, og hevur 2 mánaðir dekstænastu við havfarandi skipum, til støddar 20 BT ella meira, og í hesum tíðarskeiði, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella

2)   6 mánaðir dekstænastu við havfarandi skipum, til støddar 20 BT ella meira, og í hesum tíðarskeiði, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum.

Vaktarhaldsprógv –– Maskintænasta STCW kap. III/4

§ 39. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til maskintænastu krevst, at umsøkjarin er fyltur 16 ár og hevur heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, og antin hevur:

1)   staðið grundskeið sum skipsatstøðari og hevur 2 mánaðir maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, og í hesum tíðarskeiði, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella

2)   6 mánaðir maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, og í hesum tíðarskeiði, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum.

Sjóvinnubræv sum radiopassari

§ 40. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum radiopassari krevst, at umsøkjarin er:

1)   myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7 og hevur:

2)   heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, og antin hevur:

a)    avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS, ROC, sbrt. STCW kap. IV/2, ella

b)    í mesta lagi 5 ár áðrenn sjóvinnubrævið verður útskrivað, fingið alment prógv sum radiopassari innan GMDSS, GOC, sbrt. STCW kap. IV/2.

Sjóvinnubræv sum skipskokkur

§ 41. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár og hevur sveinabræv innan kokkayrkið.

Stk. 2. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár og hevur staðið útbúgving sum gastronomatstøðingur.

Stk. 3. 1) Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við fiskiskipum í heimasigling krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár, og í minsta lagi hevur staðið skeið sambært § 1 í kunngerð um førleikakrøv til sjófólk, sum handfara matvørur umborð á skipi. Skipskokkur við sjóvinnubrævi sambært 1. pkt. kann við loyvi frá Sjóvinnustýrinum mynstra við skipi, ið vanliga er í heimasigling, tá skipið í einstøkum førum fer til fiskiskap uttanfyri føroyskt sjóøki.

Stk. 4. 1) Sjófólk, ið hava sjóvinnubræv sum skipskokkur, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, varðveita síni rættindir.

Kapittul 7

Grundleggjandi trygdarútbúgving og trygdarleiðbeining av øllum sjófólki

Handilsskip

§ 42. Áðrenn arbeiðsuppgávur verða tillutaðar umborð á handilsskipi, skal skiparin tryggja sær, at øll sjófólk, ið sett verða í starv umborð, fáa venjing í persónligum yvirlivilsisatburði og fáa hóskandi kunning og leiðbeining, sbrt. STCW-kap. VI/1, og A-VI/1, grein 1 um Familiarization Training soleiðis, at tey eru før fyri at:

1)   samskifta við onnur sjófólk umborð um grundleggjandi trygdarspurningar, skilja trygdarskeltir, tekin, ávaringartekin og

2)   vita, hvat tey skulu gera, um:

a)    eitt fólk fer fyri borð,

b)    tey gerast varug við royk, eld, ella

c)    eldávaringin, og ávaringin um at fara av skipinum ljóðar,

3)   kenna savningarstøð, útskipingarstøð, neyðútgongdir,

4)   finna bjargingarvestar, lata seg í á rættan hátt,

5)   geva eldávaring, duga at nýta leysar eldsløkkjarar,

6)   taka til neyðug ráð alt fyri eitt, tá ið óhapp henda, ella tá ið komið verður fram á sjúkratilburð, áðrenn onnur læknahjálp verður boðsend,

7)   lata brandtættar, veðurtættar og vatntættar hurðar á skipinum upp og aftur, undantikið í sjálvum skrokkinum, og

8)   handfara burturkast umborð á skipinum soleiðis, at tað slepst undan umhvørvisdálking.

§ 43. Sjófólk umborð á handilsskipum, sum sambært manningarskjalinum er kravt til tænastu umborð, umframt onnur sjófólk, sum hava serligar uppgávur í tilknýti til trygd og fyribyrging móti dálking, skulu hava staðið góðkent trygdarskeið fyri sjófólk sambært STCW-sáttmálanum kap. VI/1, og A-VI/1, grein 2 um Basic Training.

Stk. 2. Útlendsk trygdarskeið lúka treytirnar í stk. 1, um prógvið er útskrivað av einum góðkendum stovni í einum landi, sum uppfyllir ásetingarnar í STCW-sáttmálanum.

Stk. 3. Eftir 31. desember 2016 skulu allir yvirmenn hava brandleiðaraskeið sbrt. STCW- kap. VI/3.

Fiskiskip

§ 44. Øll, sum mynstra við fiskiskipum, skulu hava galdandi trygdarskeið fyri sjófólk sbrt. STCW kap. VI/1, og A-VI/1, grein 2 um Basic Training. Útlendsk trygdarskeið, lúka treytirnar í 1. pkt., um prógvið er útskrivað av einum góðkendum stovni í einum landi, sum uppfyllir ásetingarnar í STCW-sáttmálanum.

Stk. 2. Á fiskiskipum, har roykkavaraútgerð ikki er kravd, kunnu sjófólk sleppa undan kravinum um roykkaving sbrt. STCW kap. A-VI/1-2. Harafturat kunnu sjófólk, ið ikki sbrt. brandrulluni skulu roykkava, sleppa undan kravinum um roykkaving sbrt. STCW kap. A-VI/1-2.

Endurnýggjan av trygdarskeiðum og brandleiðaraskeiðum

§ 45. Prógv fyri staðið trygdarskeið sbrt. STCW-sáttmálanum kap. VI/1 og A-VI/1, grein 2 um Basic Training, stk. 1 skal endurnýggjast 5. hvørt ár.

§ 46. Prógv fyri staðið brandleiðaraskeið sbrt. STCW kap. VI/3, skal endurnýggjast 5. hvørt ár.

Dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarútgerð

Bjargingarflakar og bjargingarbátar

§ 47. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarflakum og bjargingarbátum, undantikið skjóttsiglandi bjargingarbátum, krevst, at umsøkjarin er:

1)   myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7 og hevur

2)   heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til,

3)   í mesta lagi 5 ár áðrenn sjóvinnubrævið verður útskrivað, staðið eina góðkenda útbúgving í nýtslu av bjargingarflakum og bjargingarbátum, undantikið skjóttsiglandi bjargingarbátum sbrt. STCW kap. VI/2, grein 1, og

4)   6 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira.

Skjóttsiglandi bjargingarbátar

§ 48. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í nýtslu av skjóttsiglandi bjargingarbátum krevst, at umsøkjarin er:

1)   myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7 og hevur

2)   heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til,

3)   dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarflakum og bjargingarbátum, sbrt. § 47 og

4)   í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, dugnaskaparbrævið verður útskrivað, við nøktandi úrsliti hevur staðið eina góðkenda útbúgving í nýtslu av skjóttsiglandi bjargingarbátum sbrt. STCW kap. VI/2, grein 2.

Kapittul 8

Almennar ásetingar

Reiðarans og skiparans ábyrgd

§ 49. Reiðarin og skiparin skulu syrgja fyri, at sjófólk, ið starvast umborð, lúka øll tey krøv til útbúgving, førleikar og sjóvinnubrøv, ið eru til tað ávísa starvið, og at frumritið av kravdu sjóvinnubrøvunum og viðkomandi skeiðsprógvum eru umborð.

Um siglingartíð, ið krevst fyri at fáa sjóvinnubræv

§ 50. Siglingartíð er tænasta umborð á skipi, sum gevur sjófólki viðkomandi kunnleika, innlit og førleika ella viðlíkahald av førleikum fyri at fáa sjóvinnubræv.

Stk. 2. Siglingartíðin verður skjalprógvað við avriti av siglingarbókini. Í serligum førum, kann Sjóvinnustýrið loyva, at avvarðandi reiðarí váttar skrivliga fyri siglingartíðina.

Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann javnseta aðrar starvsroyndir við siglingartíð, verða hesar mettar at vera viðkomandi fyri kravdu siglingartíðina. Aðrar starvsroyndir skulu váttast skrivliga frá arbeiðsgevara.

Stk. 4. Har tað í hesari kunngerð verður kravd siglingartíð, skal henda siglingartíð vera fingin lógliga. Hetta merkir, at umsøkjarin hevur fingið siglingartíðina við galdandi sjóvinnubrævi, trygdarskeiði, bláu bók o.a., sum krevst til tað starvið, viðkomandi hevur mynstrað sum.

Stk. 5. Har tað í hesari kunngerð verður kravd siglingartíð fingin í starvi, har eitt ávíst sjóvinnubræv er kravt, kann eisini íroknast siglingartíð, fingin í tilsvarandi starvi við útlendskum ella føroyskum skipum, líkamikið hvat heiti er á tí kravda sjóvinnubrævinum.

Stk. 6. Siglingartíð við fari uttan motor til framtøku kann bara telja við til endurnýggjan av sjóvinnubrævi.

Útgáva og gildi av sjóvinnubrøvum

§ 51. Sjóvinnustýrið skrivar út sjóvinnubrøv herundir dugnaskaparbrøv og førleikaprógv. Tey verða útgivin í tí skapi, sum Sjóvinnustýrið fyriskipar, sbrt. tó stk. 4.

Stk. 2. Sjóvinnubrøv og prógv, ið eru útskrivað sbrt. §§ 8–15, §§ 19–23, §§ 25–30, § 37, § 40, § 47 og § 48 eru í gildi í 5 ár roknað frá tí degi, tey eru dagfest.

Stk. 3. Endurnýggjan av sjóvinnubrævi kann í fyrsta lagi fara fram 6 mánaðir, áðrenn sjóvinnubrævið gongur út.

Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann heimila øðrum persónum ella stovnum at skriva út dugnaskaparbrøv og førleikaprógv givin við heimild í §§ 4-6, § 47 og § 48.

Stk. 5. Brúgvayvirmenn við handilsskipum skulu lúka tey serligu útbúgvingarkrøvini, ið eru ásett í skjali 1.

Stk. 6. Eftir 31. desember 2016 skulu brúgvayvirmenn og maskinyvirmenn við handilsskipum lúka tey serligu útbúgvingarkrøvini, ið eru ásett í skjali 2.

Undantøk

§ 52. Um staðin útbúgving er eldri enn 5 ár, tá ið viðkomandi søkir um fyrsta sjóvinnubrævið, kann sjóvinnubrævið verða útskrivað, treytað av, at viðkomandi stendur roynd ella tekur skeið, ið Mentamálaráðið krevur við atliti at próvári og seinni arbeiði hjá viðkomandi.

§ 53. Sjóvinnustýrið kann, í serligum førum, geva loyvi til, at sjóvinnubrøv, møguliga við avmarkaðum rættindum, verða givin út, hóast tey krøv, sum ásett eru til at fáa nevndu sjóvinnubrøv, ikki eru lokin til fulnar. Undantøk viðvíkjandi próvtøkukrøvum og siglingarkrøvum kunnu bara verða givin, um viðkomandi á annan hátt prógvar, at hava fingið neyðuga ástøðiliga og verkliga útbúgving.

Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann, í serligum førum, loyva persóni at hava støðuga tænastu í starvi, sum ikki krevur sjóvinnubræv, hóast avvarðandi ikki lýkur tey krøv til fulnar, sum eru sett við mynstring í starvinum. Slíkt loyvi kann einans verða givið, um Sjóvinnustýrið metir, at trygdin sum heild ikki verður verri av hesi orsøk. Slíkt loyvi kann tó ikki verða givið, uttan at viðkomandi prógvar at hava fingið ta roynd og útbúgving, sum er neyðug til tænastu í starvinum.

Stk. 3. Loyvi sbrt. stk. 1 kann, við somu treytum, verða givið til førleikaprógv, sbrt. §§ 4-6, tó bara fram til 31. desember 2016.

Endurnýggjan av sjóvinnubrøvum – STCW og STCW-F

§ 54. Fyri at endurnýggja sjóvinnubræv og tangaskipaprógv til yvirmenn krevst, at umsøkjarin hevur heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið ella førleikaprógvið gevur rætt til, og antin hevur:

1)   1 ára siglingartíð við havfarandi skipum sum ávikavist brúgvayvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari tey seinastu 5 árini,

2)   3 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum sum ávikavist brúgvayvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari teir seinastu 6 mánaðirnar,

3)   gjørt arbeiði við tilknýti til tað sjóvinnubræv, ið umsøkjarin hevur, og sum Sjóvinnustýrið kann góðkenna sum javnsett við ta í nr. 1 kravdu tænastu,

4)   staðið roynd ella luttikið í skeiði, ið Mentamálaráðið krevur við atliti at próvári, siglingartíð og seinastu mynstring hjá viðkomandi, ella

5)   3 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum sum ávikavist brúgvayvirmaður ella maskinyvirmaður í lægri starvi teir seinastu 6 mánaðirnar, um sjóvinnubrævið er farið úr gildi.

Stk. 2. Umframt krøvini í stk. 1, krevst eftir 31. desember 2016, at umsøkjarin skjalprógvar at hava viðlíkahildið sínar førleikar innan trygd, sbrt. STCW kap. VI/1, og A-VI/1, grein 1-4 um Basic Training.

Stk. 3. Fyri at endurnýggja leiðaraprógv til tangaskip krevst, at umsøkjarin hevur 3 mánaðir siglingartíð við tí slagi av tangaskipum, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, tey seinastu 5 árini. Tó kann siglingartíð við kemikaliutangaskipi íroknast siglingartíð við oljutangaskipi.

Stk. 4. Fyri at endurnýggja sjóvinnubræv sum radiopassari innan GMDSS, GOC, verður siglingartíð sum brúgvayvirmaður javnsett við siglingartíð sum radiopassari. Siglingartíðin skal verða við skipum, ið hevur radioútgerð, sum krevst til endurnýggjan av GMDSS, GOC, sbrt. kunngerð um at Skipaeftirlitið útinnir ávísar uppgávur fyri Fjarskiftiseftirlitið.

Revsing

§ 55. Brot reiðarans ella skiparans á §§ 42 og 49 verður revsað við bót.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

Stk. 3. Tá ið revsiábyrgd verður áløgd eftir stk. 2, verða persónar, sum onnur enn reiðarin hava sett umborð á skip at arbeiða eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Um samsvarsskjal sbrt. koduni um tryggan skiparakstur, ISM, ella loyvisbræv sbrt. sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC, er útflýggjað til eitt annað felag ella persón enn reiðaran, eru skipari og sjófólk eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.

Kapittul 9

Gildiskoma og skiftisreglur

Gildiskoma

§ 56. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó kemur § 41 í gildi tann 1. januar 2017.

Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi fer úr gildi kunngerð nr. 20 frá 22. apríl 2010 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum, tó fer § 34 úr gildi tann 1. januar 2017.

Skiftisreglur

§ 57. Sjóvinnubrøv og førleikaprógv, útgivin sbrt. kunngerð nr. 20 frá 22. apríl 2010 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum, varðveita sítt gildi í samsvari við lokadagin á sjóvinnubrævinum.

Stk. 2. Sjófólk, fevnd av § 16, stk. 1, nr. 2 og § 17, stk. 1, nr. 2 kunnu innan 1. januar 2017 mynstra hóast kravið um trygdarskeið ikki er lokið.

 

 

Vinnumálaráðið, 5. august 2015

 

Johan Dahl (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

Talvan niðanfyri vísir, hvørjar treytir skulu vera loknar fyri at fáa sjóvinnubræv.

 

 

Sjóvinnubræv sbrt. STCW-78 sáttmálanum (tí upprunaliga)

Sjóvinnubræv sbrt. STCW-78/95 sáttmálanum, sum kom í gildi 1. februar 2002

Heiti á útbúgving

Prógv

STCW-reglugerð

Tænasta og avmarking samb. STCW- átekning

Útbúgvingarkrav til endurnýggjan

Skipari

Skiparaprógv áðrenn 1991

II/1, II/2

Master, ships of less than 3000 GT,
Officer in charge af a navigational watch

Radar simulatorskeið, ARPA simulatorskeið ella sjóvinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA.
Skeið í vandamiklum farmi

Skipsførari

Skipsføraraprógv áðrenn 1984

II/2

Master

ARPA simulatorskeið ella sjóvinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA

 

 

 

Skjal 2

 

Talvan niðanfyri vísir, hvørjar treytir skulu vera loknar fyri at fáa sjóvinnubræv eftir 31. desember 2016.

 

Sjóvinnubræv sbrt. STCW-78/2010 sáttmálanum við gildiskomu 1. januar 2017

Heiti á útbúgving

Prógv

STCW-reglugerð

Tænasta og avmarking samb. STCW-átekning

Útbúgvingarkrav til endurnýggjan

Heimaskipari

Heimaskipara-prógv

II/3

Master (Home Trade), ships of less than 500 GT

Skeið í ECDIS

Skipari

Skiparaprógv áðrenn 2006

II/2, II/1

Master, ships of less than 3000 GT,
Officer in charge af a navigational watch

Skeið í ECDIS og BRM

Skiparaprógv áðrenn 2015

Skeið í BRM

Skipsførari

Skipsføraraprógv áðrenn 2006

II/2

Master

Skeið í ECDIS

Maskinistur

Maskinistprógv áðrenn 2015

III/3, III/1

Chief Engineer, ships of less than 3000 kW,
Officer in charge af an engineering watch

Skeið í ERM

 

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 133 frá 21. september 2017.