Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. desember 2008Nr. 105
Kunngerð um krøv til innandura roykirúm og ávaringartekst um heilsuvandar v.m.
Við heimild í § 3, stk. 3, § 4, stk. 2, § 5, stk. 3 og § 11, stk. 2 í løgtingslóg nr. 61 frá 10. juni 2008 um tiltøk at minka um royking (roykilógin) verður ásett:
Kapittul 1
Minstukrøv til roykfrítt umhvørvi í dagrøkt
§ 1. Rúm, ið verða nýtt til kommunala dagrøkt, og sum ikki fyrst og fremst eru innrættaði sum spæli- og uppihaldsrúm, skulu verða útluftaði væl og virðiliga, áðrenn børn koma í dagrøkt, umframt at verða hildin sera rein fyri øsku og øðrum partiklum frá tubbaki.
Stk. 2. Verður roykt í øðrum rúmum enn teimum, ið fevnd eru av roykilógini § 3, stk. 2, skal tryggjast, at roykurin á ongan hátt er til ampa fyri børn í dagrøkt, t.d. við sjálvstøðugari mekaniskari luftskiftisskipan ella hava góðar møguleikar fyri útlufting.
Kapittul 2
Serlig roykirúm v.m.
§ 2. Tá tað í serligum førum verður givið loyvi til innandura roykirúm sbrt. § 4, stk. 1 í roykilógini krevst:
1) At rúmini hava sjálvstøðuga mekaniska luftskiftisskipan ella hava góðar møguleikar fyri útlufting.
2) At inngongdin ella hurðin skal týðiliga verða merkt við skelti, ið sigur ‘ROYKIRÚM – PRIVAT’, um talan er um høli, ið eru at rokna sum privatur bústaður hjá viðkomandi. Er talan um roykirúm annars, skulu tey merkjast ‘ROYKIRÚM – ALMENT’.
Stk. 2. Tá talan er um innandura roykirúm, ið ikki er at rokna sum privatur bústaður hjá viðkomandi búfólki, krevst harumframt:
1) At roykirúm skulu ikki verða nýtt til gjøgnumgongd og kunnu ikki hava aðra funktión enn roykirúm.
2) At hurðar inn til roykirúm skulu hava hurðapumpu, -fjøður ella líknandi, sum tryggjar, at hurðin vanliga er aftur.
Stk. 3. Eru ábendingar ella kærur um ampa frá royki frá innandura roykirúmum, skal leiðslan, skiparin ella tess varafólk, beinanvegin kanna málið. Er ivi um støðuna, ella kann roykurin ikki avmarkast beinanvegin, skal leiðslan taka loyvið til roykirúmið aftur, inntil neyðug stig eru tikin fyri at beina ampan burtur.
Kapittul 3
Royking í sambandi við almenna tænastuveiting
§ 3. Starvsfólk, sum veitir almenna ella alment fíggjaða tænastu í heimum, sbrt. § 5, stk. 1 í roykilógini, kann krevja, at heimið verður útluftað væl og virðiliga, áðrenn tænastuveiting verður veitt.
Kapittul 4
Hámark fyri innihald av tjøruevni, nikotini og kolsúrevni v.m. Ávaringartekstur um heilsuvandar
§ 4. Ikki er loyvt at selja ella á annan hátt at avhenda sigarettir, sum innihalda meiri enn:
1) 10 mg tjøruevni fyri hvørja sigarett.
2) 1 mg nikotin fyri hvørja sigarett.
3) 10 mg kolsúrevni fyri hvørja sigarett.
Stk. 2. Innihaldið í stk. 1 skal mátast samsvarandi viðkomandi ISO-standardi.
§ 5. Pakkar við sigarettum kunnu einans verða seldir, um teir hava innihaldslýsing, sum í minsta lagi upplýsur um innihaldið sbrt. § 4.
§ 6. Allir pakkar, undantikið apoteksvøra við nikotininnihaldi, sum er ætlað at hjálpa fólki at leggja av at roykja, skulu merkjast við einari av niðanfyri nevndu almennu ávaringum og ískoytisávaringum:
1) Almenn ávaring:
a) Royking drepur.
b) Royking er sera skaðilig fyri teg og títt umhvørvi.
2) Ískoytisávaring:
a) Royking styttir livialdurin.
b) Royking hevur æðrakálking við sær og elvir til hjartatilburð og slagtilburð.
c) Royking elvir til deyðiligan lungnakrabba.
d) Fostrið verður skatt av royking.
e) Verj børn móti tubbaksroyki – tey hava sjálv rætt til at velja.
f) Lækni tín ella Apotekið kunnu hjálpa tær við at leggja av at roykja.
g) Royking er sera vanaelvandi; lat verða við at byrja.
h) Vilt tú minka um vandan fyri deyðiligum hjarta- og lungnasjúkum, legg so av at roykja.
i) Royking kann viðføra ein spakuligan og pínufullan deyða.
j) Fá vegleiðing til at leggja av at roykja: www.apotek.fo.
k) Royking kann minka um blóðrenslið og viðføra kynsligt máttloysi (impotens).
l) Royking ger húðina rukkuta.
m) Royking kann skaða sáðgóðskuna og kann minka um fruktbæri.
n) Tubbaksroykur inniheldur benzen, nitrosaminir, formaldehyd og cyanbrintu.
Stk. 2. Almenna ávaringin skal fylla minst 30% á aðrari av teimum størstu síðunum á pakkanum. Ískoytisávaringin skal fylla minst 40% av hinari av teimum størstu síðunum á pakkanum.
Stk. 3. Fyri pakkar til aðrar tubbaksvørur enn sigarettir, har flatarmálið á síðuni á pakkanum er størri enn 75 cm², skal økið fyri hvørja av ávaringunum verða minst 22,5 cm².
§ 7. Ávaringarteksturin sbrt. § 6 skal lúka hesi krøv:
1) Prentaður við svartari og feitari skrift í skriftslagnum Helvetica á hvítari grund.
2) Skriftstøddin skal tryggja, at sum mest av økinum, sum er ætlað til ávaringina, verður brúkt.
3) Miðsettur á økinum, sum er ætlað til ávaringartekst, parallelt við yvirkantin á pakkanum.
4) Ávaringarøkið skal hava svarta rond, ið er minst 3 mm og hægst 4 mm breið og sum á ongan hátt órógvar ávaringina.
§ 8. Fyri aðrar tubbaksvørur enn sigarettir, kann teksturin verða settur á við sjálvklistrandi merkjum, treytað av, at hesi ikki lættliga kunnu takast av.
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009. Tó fáa krøvini í §§ 5-8 ikki virknað fyrrenn 1. september 2009.
Heilsumálaráðið, 9. desember 2008.
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)