Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juli 2019Nr. 105
Kunngerð um krøv til sigling við motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar
(Vatnskutarakunngerðin)
Við heimild í § 8, stk. 5, § 10, stk. 2 og § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, § 2, stk. 5, § 7, § 15, stk. 2, § 31 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum og í samráð við Sjóvinnustýrið verður ásett:
§ 1. Henda kunngerð ásetur førleikakrøv og krøv til sigling við vatnskutara, luftpútufari og øðrum líknandi fari, ið er bygt til at verða ført av persóni, ið situr ella stendur á skrokkinum.
§ 2. Førari av fari, fevnt av § 1, skal:
1) hava fylt 16 ár, og
2) hava føraraprógv frá góðkendum skeiðsveitara.
§ 3. Førari av fari, fevnt av § 1, skal undir siglingini hava við sær skjalprógv fyri, at krøvini í § 2 eru lokin. Skjalprógvið skal verða víst Sjóvinnustýrinum, løgregluni ella øðrum eftirlitsmyndugleika, tá biðið verður um tað.
§ 4. Ein og hvør, ið siglir við fari, nevnt í § 1, skal nýta bjargingarvest og skal vera ílatin hóskandi kuldabjálvandi drakt.
Stk. 2. Hevur kuldabjálvandi draktin flotføri, eins og bjargingarvestur, verður ikki kravt at brúka bjargingarvest.
§ 5. Kommunur ella aðrir myndugleikar, ið hava heimild at áseta nærri reglur um sigling á sjógvi ella á vøtnum í sínum øki, kunnu søkja Sjóvinnustýrið um, at ávíst øki í kommununi verður undantikið krøvunum í hesi kunngerð í ávíst tíðarskeið.
§ 6. Brot á §§ 2-4 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 2, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2021.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 15. juli 2019
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)