Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. november 2026Nr. 105
Kunngerð um pantskipan fyri íløt
Við heimild í § 2, stk. 1, 2, 5 og 6, § 3, stk. 1-5, § 4, stk. 1, 2 og 4, § 4 a, stk. 1-3, § 5, stk. 1-3, § 6, stk. 3 og 4, § 7, stk. 1 og 2, § 8, stk. 1 og § 9, stk. 1, 3 og 4 í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt, sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 11. apríl 2025 og løgtingslóg nr. 40 frá 21. mai 2026, verður ásett:
Íløt, fevnd av kunngerðini
§ 1. Kunngerðin fevnir um íløt úr metali, plasti og glasi, sum rúma frá 15 sentilitrum til og við 3 litrum, til hesar drykkjuvørur og óblandaða saft, fevndar av vørunumrum í toll- og vøruskránni í skjali 1 til løgtingslóg um toll:
1) Øl, fevnt av vørunumrum, sum byrja við 2203 ella 2202.
2) Drykkjuvørur, fevndar av vørunumrum, sum byrja við 2201 ella 2202, t.e. vatn, mineralvatn, sodavatn, orkudrykkir, saft, alkoholfrítt vín o.a.
3) Drykkjuvørur, fevndar av vørunumrum, sum byrja við 2204, 2205, 2206 ella 2208, t.e. vín, vermouth, cider, perucider, mjøður, saké, rúsdrekka o.a.
4) Fruktsaft, grønmetissaft o.a., fevnt av vørunumrum, sum byrja við 2009.
5) Óblandað saft og siroppar at blanda í drykkir, fevnd av vørunumrum, sum byrja við 2106.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir tó ikki um íløt til drykkir, sum innihalda mjólk ella mjólkaúrdráttir, og sum ikki innihalda vøru, sum er fevnd av løgtingslóg um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerðini skulu hesi hugtøkini skiljast soleiðis:
1) Felags móttøka: Eitt sølustað, sum er góðkent sambært § 9, stk. 4, til at taka ímóti íløtum fyri onnur sølustøð sambært § 9, stk. 1.
2) Framleiðari: Ein, sum í Føroyum letur vøru, fevnda av § 1, í íløt, fevnd av § 1, til sølu ella avhendingar, og sum ikki er undantikin sambært § 7, stk. 3.
3) Góðkend móttøka: Móttøka fyri íløt, fevnd av § 1, sum er góðkend sambært § 9, stk. 4, og sum ikki er eitt sølustað ella er staðsett hjá einum sølustað.
4) Innflytari: Ein, sum flytur inn vøru, fevnda av § 1, í ílati, fevnt av § 1, og sum ikki er undantikin sambært § 7, stk. 3.
5) Pantumsitari: Tann, sum landsstýrisfólkið við heimild í § 3 í løgtingslógini hevur litið til at umsita og reka pantskipanina, samanber § 3 í hesi kunngerð.
6) Pantnevnd: Nevnd, mannað við umboðum fyri framleiðarar, innflytarar og sølustøð, sum sambært § 3, stk. 6, í løgtingslógini skal ráðgeva pantumsitaranum í sambandi við rakstur og íløgur.
7) Rakstrargjald: Gjald fyri allar útreiðslur, sum pantumsitarin hevur av pantskipanini, t.d. til íløgur, viðlíkahald, umsiting, stuðul, rakstur, leigu av leysafæ og fastogn, flutning, kunningarátøk og grannskoðan. Sambært løgtingslógini § 2, stk. 5, og § 4, stk. 1, gjalda innflytarar og framleiðarar pantumsitaranum rakstrargjald fyri íløt, sum eru fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini. Rakstrargjaldið verður ásett sambært reglunum í § 12 í hesi kunngerð og skal gjaldast fyri hvørt ílat, sum er fevnt av hesi kunngerðini.
8) Reglugerð um handfaring av íløtum: Reglugerð hjá pantumsitaranum, sum er ásett við heimild í § 6, stk. 1, § 8, stk. 2, og § 9, stk. 2 í løgtingslógini, og sum landsstýrisfólkið hevur góðkent. Reglugerðin er at finna á heimasíðu pantumsitarans.
9) Sølustað: Stað, har vørur, fevndar av § 1, verða seldar brúkarum í íløtum, fevndum av § 1.
Pantumsitarin
§ 3. L/F Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin, IRF, umsitur og rekur pantskipanina.
Rindan av panti til viðskiftafólk
§ 4. Sølustøð og góðkendar móttøkur skulu rinda viðskiftafólki pantið sambært løgtingslógini § 2, stk. 3, tá ið tikið verður ímóti íløtum, sum eru fevnd av § 1 í hesi kunngerð, og sum eru skrásett sambært § 7, stk. 2, í hesi kunngerð. Eitt sølustað kann ikki krevja, at pantið verður brúkt til keyp á sølustaðnum.
Stk. 2. Góðkendar móttøkur kunnu rinda viðskiftafólki pantið við at lata kvittan fyri móttikin íløt, sum kann nýtast ella gjaldast út á teimum sølustøðum, sum tann góðkenda móttøkan tilskilar á kvittanini. Eitt sølustað, fevnt av 1. pkt., kann ikki krevja, at kvittanin verður brúkt til keyp á sølustaðnum, og skal, um viðskiftafólkið ynskir tað, rinda áljóðandi virðið á kvittanini út.
§ 5. Tað er ein treyt fyri at fáa pantið rindað, at ílatið er í so frægum standi, at fløskuautomatir kunnu handfara ílatið og lesa strikukoduna. Fløskuautomatir sambært 1. pkt. skulu lúka krøvini, sum eru ásett í reglugerðini um handfaring av íløtum.
Stk. 2. Hjá sølustaði við ongari fløskuautomat skulu appir ella skannarar kunna lesa strikukoduna, fyri at sølustaðið skal hava skyldu at rinda pantið. Appir og skannarar sambært 1. pkt. skulu lúka krøvini, sum eru ásett í reglugerðini um handfaring av íløtum.
Kunning um pantvirðið
§ 6. Sølustøð skulu kunna viðskiftafólk um, hvørji íløt við vøru, sum sølustaðið selur, eru fevnd av pantskipanini.
Stk. 2. Øll, sum selja ella avhenda sølustøðum vøru í íløtum, fevndum av § 1, skulu kunna sølustøðini um, at íløtini eru fevnd av pantskipanini.
Skráseting av framleiðarum, innflytarum, sølustøðum, góðkendum móttøkum og íløtum
§ 7. Framleiðarar og innflytarar skulu skráseta seg hjá pantumsitaranum við navni, bústaði, vinnutali ella persóntali, áðrenn teir kunnu selja ella avhenda íløt, fevnd av § 1. Somuleiðis skulu sølustøð og góðkendar móttøkur skráseta seg hjá pantumsitaranum, fyri at pantumsitarin skal hava skyldu at avheinta íløt hjá viðkomandi.
Stk. 2. Áðrenn framleiðarar ella innflytarar kunnu selja ella á annan hátt avhenda íløt, fevnd av § 1, skulu teir hava skrásett íløtini hjá pantumsitaranum. Skrásetingin er framd, tá ið pantumsitarin hevur váttað hana og sent framleiðara ella innflytara faktura fyri íløtini. Skrásetast skulu:
1) Strikukodan á ílatinum.
2) Hvørjum tilfari ílatið er úr.
3) Skapið á ílatinum.
4) Um ílatið er klárt ella litað PET plast.
5) Rúmmál og rúmvekt.
6) Navnið á vøruni.
Stk. 3. Stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri ferðafólk, sum hava færri enn 100 íløt, fevnd av § 1, við sær í viðførinum, og likamligar persónar, sum framleiða vøru, fevnda av § 1, í færri enn 100 íløt, fevnd av § 1, um árið, samanber § 13, stk. 5.
Stk. 4. Pantumsitarin kann biðja um fleiri upplýsingar enn tær, sum eru nevndar í stk. 1 og 2.
Stk. 5. Tá ið pantumsitarin krevur tað, skulu framleiðarar og innflytarar veita skjalprógv fyri upplýsingum um seg sjálvar ella íløtini. Pantumsitarin kann sýta fyri skráseting sambært stk. 1 og 2, til skjalprógv er veitt.
Stk. 6. Framleiðarar og innflytarar skulu lata pantumsitaranum upplýsingarnar til skrásetingar í tí líki og á tann hátt, sum pantumsitarin krevur.
Stk. 7. Pantumsitarin kann strika ein innflytara ella framleiðara, sum er skrásettur sambært stk. 1, um viðkomandi annaðhvørt biður um at verða strikaður, játtar at verða strikaður ella ikki innan fýra vikur hevur svarað einum fyrispurningi frá pantumsitaranum um, hvørt hann framvegis vil vera skrásettur.
Stk. 8. Um ein strikukoda ikki hevur verið nýtt í meira enn fimm ár í pantskipanini, verður pant ikki longur latið fyri ílatið, sum er knýtt at strikukoduni.
Móttøkutíðir og undantøk frá móttøkuskyldu
§ 8. Sølustøð skulu taka ímóti íløtum í minsta lagi átta tímar um vikuna í upplatingartíðini. Góðkendar móttøkur og felags móttøkur skulu taka ímóti íløtum í minsta lagi 30 tímar um vikuna.
Stk. 2. Tímakrøvini sambært stk. 1 skulu lúkast millum kl. 07:00 og kl. 22:00 og í minsta lagi ein tíma í senn.
Stk. 3. Sølustøð og góðkendar móttøkur skulu á sjónligum stað kunna um sínar móttøkutíðir.
Stk. 4. Tímakrøvini sambært stk. 1 falla burtur fyri viðkomandi dag, um sølustaðið ella góðkenda móttøkan vegna halgidag, almennan frídag ella onnur viðurskifti hevur stongt á einum degi, har sølustaðið ella góðkenda móttøkan annars hevði havt opið og tikið ímóti íløtum.
Stk. 5. Eitt sølustað kann verða undantikið skylduni at taka ímóti íløtum, fevndum av § 1, um skipað verður fyri almennum tiltaki nærindis sølustaðnum, sum kann væntast at fara at darva virksemið hjá sølustaðnum munandi, við tað at óvanliga nógv fólk vilja lata íløt inn til sølustaðið. Undantak frá móttøkuskylduni sambært 1. pkt. er galdandi frá degnum fyri til og við dagin eftir eitt tiltak. Umbøn um undantak skal sendast pantumsitaranum, sum játtar undantak, um fyritreytirnar tala fyri tí. Eru ivamál, ella tala fyritreytirnar ímóti undantaki, tekur landsstýrisfólkið avgerð í málinum.
Stk. 6. Sølustøð hjá bryggjaríum, sum hava loyvi at selja vøru, fevnda av løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, hava bara skyldu at taka ímóti íløtum, fevndum av § 1, sum tey sjálv selja.
Stk. 7. Hesi sølustøð fevnir løgtingslógin § 5, stk. 1 og 2, ikki um:
1) Bakarí, sum í høvuðsheitum ikki selja annað enn bakstur.
2) Barrir.
3) Kaffistovur og matstovur, sum selja fá sløg av vørum í íløtum, fevndum av § 1.
4) Móttøkur, t.d. á hotellum og venjingarmiðstøðum.
5) Pylsuvognar og aðrir matvognar.
6) Sølubúðir til hissinissølu í sambandi við eitt nú bygdarstevnur, ítróttatiltøk, tónleikatiltøk og sølustevnur.
7) Sølustøð, sum vanliga ikki ella bara í sera avmarkaðan mun selja matvørur og bara selja fá sløg av vørum, fevndar av § 1, t.d. amboðshandlar og timburhandlar.
8) Sølustøð við loyvi at selja rúsdrekka við meira enn 5,8 rúmprosentum av alkoholi á framleiðslustaðnum.
9) Sølustøð umborð á skipum og á flogvøllinum.
Felags móttøkur, góðkendar móttøkur og samstarv um móttøku av íløtum
§ 9. Sølustøð kunnu samstarva um felags móttøku av íløtum, soleiðis at eitt sølustað, sum er góðkent sambært stk. 4, tekur ímóti íløtum fyri sínar samstarvsfelagar, og hesir verða undantiknir móttøkuskyldu og skyldu at rinda pant sambært løgtingslógini § 5, stk. 1 og 2. Sølustøð verða somuleiðis undantikin móttøkuskylduni og skylduni at rinda pant, um tey samstarva við eina góðkenda móttøku, samanber § 2, nr. 3.
Stk. 2. Samstarv sambært stk. 1 kann bara fara fram innan fyri samstarvsøkini sambært skjali 1. Landsstýrisfólkið kann í serligum førum loyva samstarvi tvørtur um samstarvsøkini sambært skjali 1.
Stk. 3. Fyri at verða undantikin móttøkuskyldu og skyldu at rinda pant, skulu sølustøð á sjónligum stað kunna um, hvørjum samstarvi sambært stk. 1 er fingið í lag við, og hava boðað pantumsitaranum frá samstarvinum. Fráboðanin um samstarv skal verða váttað av báðum pørtum. Pantumsitarin veitir sølustaðnum kunningarskjalið sambært 1 pkt.
Stk. 4. Felags móttøka og góðkend móttøka sambært stk. 1 eru góðkendar, tá ið pantumsitarin, eftir umbøn frá viðkomandi móttøku, hevur sýnað og handað móttøkuni váttan fyri, at treytirnar fyri felags móttøku og góðkenda móttøku í reglugerðini um handfaring av íløtum eru loknar.
Stk. 5. Um ein felags móttøka ella góðkend móttøka, sum hevur fingið góðkenning sambært stk. 4, ikki longur lýkur krøvini í reglugerðini um handfaring av íløtum, kann pantumsitarin nokta at avrokna og avheinta íløt hjá viðkomandi, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.
Stk. 6. Eru viðurskiftini sambært stk. 5 ikki fingin í rættlag ein mánað eftir, at pantumsitarin hevur gjørt vart við tey, kann pantumsitarin heita á landsstýrisfólkið um at taka góðkenningina sambært stk. 4 aftur.
Stk. 7. Um eitt samstarv sambært stk. 1 heldur uppat, falla móttøkuskyldan og skyldan at rinda pant sambært løgtingslógini § 5, stk. 1 og 2, aftur til sølustaðið, sum var undantikið frá hesum skyldum sambært stk. 1 og 3 í hesi kunngerð.
Handfaring av íløtum
§ 10. Pantumsitarin syrgir fyri, at íløt, fevnd av § 1, verða heintað hjá sølustøðum við móttøkuskyldu, sølustøðum, sum eru undantikin móttøkuskyldu sambært § 8, stk. 5, og hjá góðkendum móttøkum. Íløt skulu heintast so regluliga, at tey ikki rúgvast upp hjá tí einstaka sølustaðnum ella tí góðkendu móttøkuni.
Stk. 2. Innflytarar og framleiðarar kunnu lata pantumsitaranum íløt beinleiðis.
Stk. 3. Eru íløt ikki handfarin samsvarandi reglugerðini um handfaring av íløtum, kann pantumsitarin sýta fyri at taka ímóti ella heinta íløtini, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.
Stk. 4. Pantumsitarin rindar gjaldið sambært reglugerðini um handfaring av íløtum aftur fyri pantposa 1 og 2, tá ið posin er latin pantumsitaranum aftur.
Avrokning við pantumsitaran
§ 11. Pantumsitarin skal rinda sølustøðum, góðkendum móttøkum, framleiðarum og innflytarum pantið sambært løgtingslógini § 2, stk. 3, á íløtum, fevndum av § 1, sum hann hevur heintað ella tikið ímóti sambært § 10, stk. 1 og 2, og sum eru skrásett sambært § 7, stk. 2.
Stk. 2. Pantið verður bara rindað, um íløtini eru í tí standi, sum er kravt sambært reglugerðini um handfaring av íløtum.
Stk. 3. Er ósamsvar millum uppteljingina av íløtum hjá einum sølustað, góðkendari móttøku, framleiðara ella innflytara og uppteljingina hjá pantumsitaranum, verður pantið rindað við støði í uppteljingini hjá pantumsitaranum.
Áseting av rakstrargjaldi
§ 12. Pantumsitarin ger í minsta lagi eina ferð um árið uppskot til nýtt rakstrargjald.
Stk. 2. Áðrenn nýtt rakstrargjald kann ásetast, skal pantumsitarin senda Pantnevndini, skrásettum innflytarum, framleiðarum, sølustøðum og góðkendum móttøkum eina frágreiðing um gongdina, síðani rakstrargjald seinast varð ásett, eina rakstrarætlan fyri tíðarskeiðið, til rakstrargjaldið væntandi aftur verður dagført, og uppskotið til áseting av nýggjum rakstrargjaldi til ummælis. Ummælisfreistin er ein mánað.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið ásetur nýggja rakstrargjaldið við støði í uppskotinum til nýtt rakstrargjald sambært stk. 2 og ummælum sambært stk. 2 og boðar pantumsitaranum frá tí ásetta rakstrargjaldinum og nær tað kemur í gildi.
Stk. 4. Pantumsitarin boðar skrásettum framleiðarum, innflytarum, sølustøðum og góðkendum móttøkum frá tí ásetta rakstrargjaldinum sambært stk. 3.
Stk. 5. Avlop av sølu av tilfari frá íløtum og avlop av vantandi returpanti skulu nýtast til útreiðslur, sum pantumsitarin hevur av pantskipanini.
Stk. 6. Rakstrargjaldið er 65 oyru fyri hvørt ílat, fevnt av § 1, frá degnum, tá ið henda kunngerðin kemur í gildi, til nýtt rakstrargjald er komið í gildi sambært stk. 3.
Freistir fyri gjaldi av panti og rakstrargjaldi
§ 13. Innflytarar skulu gjalda pantumsitaranum pantið sambært § 2, stk. 3 og 4, í løgtingslógini og rakstrargjaldið sambært § 2, stk. 5, í løgtingslógini og § 12 í hesi kunngerð sambært gjaldfreistini í fakturanum frá pantumsitaranum, sum er 8 dagar. Fakturin verður gjørdur eftir upplýsingum sambært stk. 2.
Stk. 2. Innflytarar skulu veita pantumsitaranum uppgerð fyri pantskyldug íløt, fevnd av tollrokningini, sama dag sum vøran er tollavgreidd.
Stk. 3. Framleiðarar skulu gjalda pantumsitaranum pantið sambært § 2, stk. 3 og 4, í løgtingslógini og rakstrargjaldið sambært § 2, stk. 5, í løgtingslógini og § 12 í hesi kunngerð sambært gjaldfreistini í fakturanum frá pantumsitaranum, sum er tann 28. í mánaðinum. Fakturin verður gjørdur eftir upplýsingum sambært stk. 4.
Stk. 4. Framleiðarar skulu veita pantumsitaranum uppgerð fyri pantskyldug íløt seinast tann 15. í mánaðinum eftir framleiðslutíðarskeiðið, sum er uppgivið í uppgerð av framleiðsluavgjaldi til TAKS.
Stk. 5. Persónar, sum eru undantiknir skrásetingarskyldu sambært § 7, stk. 3, eru undantiknir skylduni at gjalda pant og rakstrargjald.
§ 14. Verður uppgerð sambært § 13, stk. 2, ikki veitt innan ásettu freist í § 13, stk. 1, verður fakturi útskrivaður, har pant og rakstrargjald verða roknað eftir upphædd, grundað á tað hægra vekttalið ella litratalið í tollrokningini av vøru, fevndari av toll- og vøruskránni, sum er ásett í § 1. Upphæddin verður roknað við at býta hægra vekttalið ella litratalið við 0,33 og falda úrslitið við samanløgdu upphæddini av pantvirðinum sambært § 2, stk. 3, nr. 1, í løgtingslógini og rakstrargjaldinum.
Stk. 2. Gjaldfreistin fyri faktura sambært stk. 1 er 8 dagar.
Stk. 3. Um rættar upplýsingar sambært § 13, stk. 2, koma fram til pantumsitaran áðrenn gjaldfreistina sambært stk. 2, fellur fakturin sambært stk. 1 burtur.
Stk. 4. Krav sambært stk. 1 stendur við, hóast rættað skjalprógv verður veitt, um gjaldfreistin sambært stk. 2 er farin, og kravið er sent til innheinting hjá TAKS sambært løgtingslógini § 4 a, stk. 5.
Stk. 5. Krav, sum er innheintað av TAKS sambært løgtingslógini § 4 a, stk. 5, kann berast aftur fyri tann part, sum ikki var pantskyldigur. Tilskrivað renta sambært løgtingslógini § 4 a, stk. 4, verður ikki borin aftur.
§ 15. Innflytarar og framleiðarar skulu veita pantumsitaranum tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at pantumsitarin kann áseta og krevja inn pant og rakstrargjald og gera stakroyndir av skjalprógvi fyri rætta uppgerð sambært § 13, stk. 2 og 4.
Stk. 2. Innflytarar og framleiðarar skulu lata pantumsitaranum tær umbidnu upplýsingarnar sambært stk. 1 á tann hátt, til ta tíð og í tí skapi, sum pantumsitarin krevur.
Afturbering av panti og rakstrargjaldi
§ 16. Pantumsitarin ber eftir umbøn framleiðarum og innflytarum pantvirðið og rakstrargjaldið fyri íløt við vøru, fevndari av § 1, aftur, um framleiðari ella innflytari kann skjalprógva, at íløtini eru útflutt, og at pant og rakstrargjald eru goldin fyri tey. Søla til reikferðaskip er at rokna sum útflutningur.
Stk. 2. Eru ivamál, ella metir pantumsitarin ikki, at talan er um útflutning sambært stk. 1, tekur landsstýrisfólkið avgerð um umbønina. Pantumsitarin skal leggja málið fyri pantnevndina til viðmerkingar, og viðmerkingarnar skulu sendast við, tá ið málið verður sent landsstýrisfólkinum til viðgerðar.
Innflutningur og útflutningur av brúktum íløtum
§ 17. Tað er einans loyvt pantumsitaranum at innflyta og útflyta brúkt íløt, fevnd av § 1.
Stk. 2. Innflytarar kunnu tó útflyta íløt, fevnd av § 1, til enduráfylling, um hetta er krav frá tí útlendska framleiðaranum.
Stk. 3. Innflytarin skal eina ferð um árið, við ársenda ella til aðra tíð, sum pantumsitarin ásetur, veita pantumsitaranum uppgerð fyri íløt, sum eru útflutt til enduráfyllingar sambært stk. 2. Innflytarin skal harumframt veita pantumsitaranum skjalprógv fyri kravið frá tí útlendska framleiðaranum, um pantumsitarin biður um tað.
Stuðul
§ 18. Pantumsitarin rindar handfaringargjald sambært skjali 2.
Revsing
§ 19. Brot á § 4, stk. 1 og 2, § 6, stk. 1 og 2, § 7, stk. 1, 1. pkt. og stk. 2, § 8, stk. 1 og 3, § 15 og § 17, stk. 1 og stk. 3, verða revsað við sekt.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Gildiskoma
§ 20. Henda kunngerðin kemur í gildi 1. desember 2026.
Heilsu- og orkumálaráðið, 17. november 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen (sign.)
landsstýrisfólk
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Skjal 1
Samstarvsøkir
|
Øki |
|
Kommunur |
|
Øki 1 |
Norðoyggjar |
Viðareiðis, Fugloyar, Hvannasunds, Kunoyar, Klaksvíkar |
|
Øki 2 |
Eysturoy og Sunda kommuna |
Sunda, Eiðis, Fuglafjarðar, Eystur, Runavíkar, Sjóvar, Nes |
|
Øki 3 |
Streymoy (minus Sunda kommunu) |
Vestmanna, Kvívíkar, Tórshavnar |
|
Øki 4 |
Vágar |
Vága, Sørvágs |
|
Øki 5 |
Sandoy |
Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar, Skúvoyar |
|
Øki 6 |
Suðuroy |
Hvalbiar, Tvøroyar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs, Sumbiar
|
Skjal 2
Handfaringargjald
Sølustøð, góðkendar móttøkur, innflytarar og framleiðarar fáa 15 oyru fyri hvørt ílat, sum verður avroknað við pantumsitaran.