18. desember 1978Nr. 105
Kunngerð um fallhjálmar
Við heimild í § 10, 1. stk. og § 43 a, 4. stk., í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Skyldan at nýta fallhjálm er ikki galdandi fyri persónar, ið hava fingið læknaváttan um frítøku. Undir akstri skal viðkomandi hava læknaváttanina hjá sær og vísa løgregluni hana, um tað verður kravt.
§ 2. Fallhjálmar skulu vera góðkendir eftir reglunum í nr. 1, nr. 2 ella nr. 3:
1) Donskum standard, finskum standard ella svenskum standard. Hjálmurin skal hava góðkenningarmerki.
2) ECE-reglugerð nr. 30. mars 1972. Hjálmurin skal vera E-merktur.
3) Av bileftirlitinum og merktur av hesum.
2. stk. Góðkenningarmerkið skal vera torført at fáa burtur og má ikki setast á hjálmsskálina.
§ 3. Merkir, pynt og endurskin mugu ikki setast á hjálmin, og heldur ikki má nakað vera málað uppá hann.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1979.
2. stk. Fallhjálmur, ið eru útvegaðir áðrenn 1. januar 1979, kunnu hóast reglurnar í § 2 verða nýttir til tann 1. december 1982.