Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. september 2003Nr. 105
Kunngerð um endurgjald til gagn- og merggevar, sum broytt við kunngerð nr. 60 frá 19. mai 2015
1) Við heimild í § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið við seinni broytingum, verður ásett:
Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
§ 1. Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita endurgjald til gagn- og merggevar fyri mista arbeiðsinntøku eftir reglunum í hesi kunngerð.
Rætt til endurgjald
§ 2. Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður bæði veitt tí persóni, ið eftir at hava verið kannaður, verður nýttur sum gagn- og merggevi, og tí persóni, ið bert verður kannaður, men ikki nýttur sum gagn- og merggevi.
Treyt fyri at fáa endurgjald
§ 3. Sjúkrahúsverkið kann einans veita einum gagn- og merggeva endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, um gagn- og merggevin gevur gagn ella merg til ein persón, sum hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis eftir reglunum í lógini um Sjúkrahúsverk Føroya. Tað hevur tí ongan týdning, hvørjum landi gagn- og merggevin býr í, um tann persónur, ið hevur tørv á gagninum ella merginum, hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis í tí føroyska sjúkrahúsverkinum.
Aðrar útreiðslur enn mistar arbeiðsinntøkur
§ 4. Ein gagn- og merggevi verður at meta á jøvnum føti við ein vanligan sjúkling og verður tí m.a. kannaður ókeypis. Harumframt kemur gagn- og merggevin undir vanligu reglurnar um uppihalds- og ferðaendurgjald.
Umsókn um endurgjald
§ 5. 1) Tann persónur, ið søkir um at fáa endurgoldið lønarmiss, skal senda neyðugu skjølini til Landssjúkrahúsið, sum tekur støðu til, um treytirnar fyri at fáa endurgjald eru fylgdar, og hvør upphædd skal endurgjaldast.
Útrokningarháttur fyri endurgjaldi
§ 6. 1) Einki hámark er ásett viðvíkjandi upphæddini á endurgjaldinum. Endurgjaldið eigur tó ikki at hava við sær eina meirinntøku fyri gagn- og merggevan, men eigur at verða nýtt soleiðis, at gagn- og merggevin ikki er fyri fíggjarligum missi orsakað av gagn- og merggevanini.
Løntakari
§ 7. 1) Landssjúkrahúsið rindar gagn- og merggevanum endurgjald fyri løn, frítíðarpening og møguligt eftirlønargjald, um so er, at arbeiðsgevarin ikki rindar hesar útreiðslur, meðan gagn- og merggevin er óarbeiðsførur, smb. stk. 3.
Stk. 2. Gagn- og merggevin eigur at skjalprógva lønarmiss sín við lønarseðlum ella við eini váttan frá arbeiðsgevara, sum vísir, hvussu hann hevði arbeitt, og eftir hvørjum sáttmála hann hevði verið løntur. Er mánaðarlønin óstøðug, til dømis orsakað av skiftandi arbeiði ella akkordarbeiði, kann ein møgulig arbeiðsætlan fyri tíðarskeiðið, ið gagn- og merggevin er óarbeiðsførur, ella lønarseðlar fyri teir seinastu tríggjar mánaðarnar verða nýtt sum grundarlag, tá inntøkumissurin verður útroknaður, sí tó § 9.
Stk. 3. 1) Tá arbeiðsgevari rindar einum gagn- og merggeva løn fyri ta tíð, gagn- og merggevin er óarbeiðsførur, rindar Landssjúkrahúsið arbeiðsgevaranum endurgjald eftir somu reglum, sum um tað var ein gagn- og merggevi, ið søkti endurgjald.
Aðrir gagn- og merggevar
§ 8. Hjá tí gagn- og merggeva, ið ikki fær løn frá arbeiðsgevara, til dømis sjálvstøðugum vinnurekandi, verður mista arbeiðsinntøkan vanliga roknað út við grundarlagi í seinastu ársuppgerð, ársroknskapi ella tílíkum, møguliga stuðlað við fleiri upplýsingum um inntøkuvøkst ella minking, sí tó § 9. Skjalprógvanin eigur at verða undirskrivað av grannskoðara.
Aðrir útrokningarhættir
§ 9. Aðrir útrokningarhættir enn teir, ið eru ásettir í §§ 7 og 8, kunnu verða nýttir, um tað verður mett rættari, smb. § 6.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Familju- og heilsumálaráðið, 23. september 2003
Bill Justinnusen (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)