Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2023Nr. 105
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
(Tilboð til fleiri barnakonur um kikhostakoppseting, javnseta tilboð til gentur og dreingir um HPV koppseting og strika ásetingar um koppingarevni í sambandi við koppseting ímóti influensa)
§ 1
Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum broytt við kunngerð nr. 137 frá 7. oktober 2021, kunngerð nr. 152 frá 3. desember 2021 og kunngerð nr. 135 frá 24. oktober 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Gentur og dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV.”
2. § 5, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 2 og 3.
3. § 5, stk. 3, sum verður stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Koppsetingin verður veitt børnum í aldrinum 2 til 6 ár samsvarandi vegleiðing frá Sundhedsstyrelsen. Tað merkir, at koppsetingin, sum meginregla verður veitt sum ein nasal influensukoppseting.”
4. § 8 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Barnakonur kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti kikhosta frá 24. barnsburðarviku at rokna.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2023.
Heilsumálaráðið, 28. september 2023
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Turid Arge (sign.)