29. juni 1992Nr. 105
Kunngerð um fiskivinnuhagtøl fyri føroysk fiskifør
Við heimild í løgtingslóg nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Skipari, ella bátsformaður, á føroyskum fiskifari hevur ábyrgdina av, at allar hagtalsskyldur hjá føroyskum fiskiførum viðvíkjandi fiskiveiðihagtølum verða loknar.
§ 2. Hagtalsskyldurnar eru loknar, tá
a) landað verður til eina góðkenda innvigingarskipan í Føroyum og tær upplýsingar, sum eru neyðugar eru latnar fiskikeyparanum,
b) veiða er uppgivin á góðkent oyðiblað fyri avreiðingar í útlondum,
c) fiskifør, sum eru yvir 100 BRT og/ella fiska uttan fyri føroysku landleiðina, hava sent inn tvítak av rætt útfyltari skipsdagbók,
d) aðrar ásetingar, sum eru treytaðar av tveyvegis ella fleirvegis fiskivinnusáttmálum, eru uppfyltar.
§ 3. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót.
§ 4. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 9. januar 1980 um fiskiveiðihagtøl fyri Føroyar.