4. juli 2022Nr. 106
Kunngerð um broyting í kunngerð um virking av alifiski í Suðuroy
(Heimild at flyta fisk úr Suðuroy til virkingar norðanfyri)
§ 1
Í kunngerð nr. 90 frá 27. juni 2018 um virking av alifiski í Suðuroy, verður § 4 orðað soleiðis:
“§ 4. Hóast ásetingina í § 2 er loyvt at flyta laks frá alibrúkum í Suðuroy til virkingar norðanfyri treytað av, at í minsta lagi sama tal av fiski verður flutt suður aftur at virka í sama álmanakkaári.
Stk. 2. Tann, sum hevur aliloyvi, skal skjalprógva, at kravið í stk. 1 er lokið.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 4. juli 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)