Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. august 2013Nr. 106
Kunngerð um førleikakrøv til kokkar á FAS-skipum, sum ikki hava føroyskt sjóvinnubræv sum skipskokkar
Við heimild í § 10, stk. 1, § 12, stk. 1 og 4 og § 17, stk. 4 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, og, í samráð við landstýrismannin í mentamálum, við heimild í § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø., verður ásett:
Kapittul 1
Førleikakrøv til viðurkenningarprógv
§ 1. Umborð á skipi, ið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, kann persónur gera tænastu sum skipskokkur uttan føroyskt sjóvinnubræv sum skipskokkur, um viðkomandi hevur eitt gildugt viðurkenningarprógv eftir hesi kunngerð.
§ 2. Viðurkenningarprógv kann gevast persóni, ið kann skjalprógva eina lærutíð í kokkayrkinum í 48 mánaðir, harav í minsta lagi 24 mánaðir eru umborð á havskipum, sbr. tó § 10.
Stk. 2. Viðurkenningarprógv kann eisini gevast persóni, ið kann skjalprógva
1) at hava tikið eina kokkaútbúgving við nøktandi úrsliti,
2) at hava havt kokkatænastu umborð á havskipi í minst 5 mánaðar eftir lokna kokkaútbúgving, og
3) at hava staðið roynd sum lýst í § 4, sbr. tó § 4, stk. 2.
Stk. 3. Viðurkenningarprógv sbrt. stk. 1 og 2 verður givið, um persónurin hevur
1) heilsuprógv, sum er galdandi fyri ta tænastu, ið viðkomandi skal hava umborð, og
2) skjalprógv fyri at hava lokið góðkent skeið, sum lýkur krøvini í reglugerð VI/1 í STCW-sáttmálanum, International Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers, og í parti A-VI/1, grein 2 um Basic Training í STCW-koduni.
§ 3. Kokkaútbúgvingin sbrt. § 2, stk. 2, skal vera lokin í einum landi, sum
1) hevur staðfest ILO-sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC-sáttmálin, ella ILO-sáttmála nr. 69 um at skriva út dugnaskapsprógv til skipskokkar, og
2) sum Trygdarnevndin hjá IMO og ES Kommissiónini hava fráboðað, at landið, ið útgevur prógvið, við sínum kunningartilfari hevur boðað frá, at tað fult og heilt hevur sett STCW-sáttmálan í verk.
Stk. 2. Yvirlit yvir lond, nevnd í stk. 1, er á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum, www.fma.fo.
§ 4. Mentamálaráðið góðkennir umstøður og innihald í royndini sbrt. § 2, stk. 2, nr. 3. Royndin fevnir um eina samrøðu, sum skal tryggja, at viðkomandi hevur neyðugu førleikarnar sum skipskokkur innan matgerð, matvørureinføri, persónligt reinføri, goymslu av matvørum, goymslueftirlit umframt umhvørvisvernd, heilsu, føðslu og trygd í sambandi við kostarhald.
Stk. 2. Vikið kann verða frá kravinum um at taka roynd, sbrt. § 2, stk. 2, nr. 3, tá ið Sjóvinnustýrið hevur fingið serliga nágreiniligan kunnleika til útbúgvingar- og próvskipanina í tí landinum, ið gevur út prógvið ella til tann útbúgvingarstovnin, har prógvhandhavarin hevur tikið sína útbúgving.
Kapittul 2
Umsókn og útgáva
§ 5. Umsókn um viðurkenningarprógv til útlendskar skipskokkar skal latast Sjóvinnustýrinum á serligum oyðiblaði, sum er at finna á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum. Umsóknin skal fyllast út í samsvari við tær vegleiðingar, ið eru á oyðublaðnum. Reiðaríið, ið ynskir at seta viðkomandi í starv sum skipskokkur, sendir umsóknina inn.
Stk. 2. Saman við umsóknini verður hjáløgd fráboðan frá reiðarínum um, at reiðaríið vil seta viðkomandi í starv sum skipskokkur umborð á einum skipi, sum er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni.
§ 6. Eitt viðurkenningarprógv verður givið fyri í mesta lagi eitt 5 ára tíðarskeið. Gildistíðin kann tó ikki verða longri enn tíðarskeiðið, sum er galdandi fyri útlendska sjóvinnubrævið sum skipskokkur ella aðra viðurkenning.
Stk. 2. Eitt útlendskt viðurkenningarprógv ella átekning kann ikki nýtast sum grundarlag fyri at geva út eitt føroyskt viðurkenningarprógv.
Kapittul 3
Afturtøka av viðurkenningarprógvi
§ 7. Sjóvinnustýrið tekur aftur eitt viðurkenningarprógv, um handhavarin í tænastu síni umborð hevur verið ein beinleiðis hóttan móti lívi ella um tað, vegna sálarligu ella likamligu støðu handhavarans, verður mett at vera óráðiligt at lata viðkomandi halda fram at útinna ta tænastu, sum viðurkenningin gevur rætt til.
Stk. 2. Viðurkenningarprógv kann harumframt takast aftur, um grundarlagið fyri at geva út prógvið var skeivt, tí treytirnar fyri viðurkenningini ikki vóru til staðar, tá ið prógvið varð givið út, og framvegis ikki eru til staðar.
Stk. 3. Er handhavarin av viðurkenningarprógvinum enn í starvi á skipi hjá viðkomandi reiðaríi, hevur reiðaríið ábyrgdina av, at eitt afturtikið prógv verður latið Sjóvinnustýrinum.
Stk. 4. Tá ið avgerð er tikin um afturtøku av einum viðurkenningarprógvi boðar Sjóvinnustýrið tí landinum frá, sum hevur útskrivað prógvið.
Kapittul 4
Tænasta uttan viðurkenningarprógv
§ 8. Tænasta í einum starvi, har kravt verður sjóvinnubræv sum skipskokkur, er í mesta lagi loyvd í eitt 3 mánaðar tíðarskeið uttan viðurkenningarprógv, tó ikki longri enn longdina á útmynstringartíðarskeiðnum, um:
1) tað landið, har kokkaútbúgvingin er tikin, er á listanum sbrt. § 3, stk. 2,
2) treytirnar í § 4, stk. 2, um at lata kravið um roynd detta burtur, eru loknar, og
3) at umsókn um viðurkenningarprógv sbrt. § 2, sum er í samsvari við galdandi vegleiðing, er send Sjóvinnustýrinum, ið hevur váttað fyri móttøku av umsóknini, áðrenn tænastan umborð er byrjað.
Kapittul 5
Gjøld
§ 9. Fyri útgávu av viðurkenningarprógvi krevur Sjóvinnustýrið eitt gjald. Gjaldið er ásett í kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið viðger umsóknina, tá ið gjaldið sbrt. stk. 1 er goldið.
Stk. 3. Mentamálaráðið kann, sbr. § 6, stk. 2 í løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum, krevja eitt serstakt gjald fyri roynd, ið er tikin sbrt. § 2, stk. 2, nr. 3.
Kapittul 6
Kæra
§ 10. Avgerðir, sum Sjóvinnustýrið tekur sbrt. § 2, stk. 1 og 2, § 7 og § 8, stk. 4 kann persónurin, ið avgerðin viðvíkur, kæra til Vinnumálaráðið. Avgerðin kann kærast innan 4 vikur frá tí degi, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi 20. august 2013.
Stk. 2. Persónur, sum hevur fingið rætt til at arbeiða sum fyriskipaður kokkur umborð á føroyskum skipum sbrt. § 7, stk. 3 í løgtingslóg um manning av skipum áðrenn gildiskomuna, varðveitir henda rætt.
Stk. 3. Persónur, fevndur av stk. 2, verður mettur at lúka krøvini um útgávu av viðurkenningarprógvi í kunngerðini, og skal tí hava viðurkenningarprógv.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann viðgera umsóknir, taka gjald o.a. og geva út viðurkenningarprógv sambært kunngerðini frá degnum eftir, at kunngerðin er lýst.
Vinnumálaráðið, 5. august 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Jóanna Djurhuus (sign.)