Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juli 2019Nr. 106
Kunngerð um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin)
(Lækking av markvirði fyri laksalýs)
§ 1
Í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 28. november 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Miðaltalið fyri lús í aliøkinum verður roknað út frá vigaðum miðaltali fyri hvørja alieind. Markvirðið í hvørjum aliøki er 1,5 vaksin kvennlús.
Stk. 2. Frá 1. juni 2020 til 1. juni 2021 er markvirðið, sum ásett í stk. 1, 1,0.
Stk. 3. Frá 1. juni 2021 er markvirðið, sum ásett í stk. 1, 0,5.
Stk. 4. Tað skulu verða framd tiltøk, undir hesum slakt, til tess at tryggja, at nøgdin av vaksnum kvennlúsum til eina og hvørja tíð er undir markvirðið, sum ásett í stk. 1-3.”
2. Í § 7, stk. 2, 1. pkt. verður aftan á “tríggjar teljingar á rað,” sett: “ella seks teljingar tilsamans í útsetuni,”.
3. Skjal 1 í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2019.
Stk. 2. Broytingin í § 1, nr. 2 hevur gildi fyri teljingar eftir, at kunngerðin er komin í gildi.
Stk. 3. Broytingin í skjalinum í § 1, nr. 3 viðvíkjandi bólkunum 1-3 hevur gildi fyri nýggjar útsetingar eftir, at kunngerðin er komin í gildi.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 15. juli 2019
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Bólking av alibrúkum
Sambært § 8 hevur landsdjóralæknin heimild at avgera, at smolttalið í einum alibrúki ikki skal verða hækkað ella skal lækka í mun til seinastu útsetu, um eitt alibrúk ofta hevur lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, hevur nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella hevur ófullfíggjaðar viðgerðir.
Fyri at meta um, hvar einstaka alibrúk viðvíkjandi nevndu parametrum liggur í mun til alibrúk í Føroyum annars, verða nýttar hesar vegleiðandi reglur til at bólka einstøku alibrúkini:
Bólkingin verður gjørd út frá sokallaðum “klippum”, sum eru grundað á tal av viðgerðum og hvussu ofta – og í hvønn mun – farið er upp um markvirðið í hvørjari setan.
Fyri viðgerðir við heilivági telur hvør viðgerð av øllum alibrúkinum sum 2 klipp fyri hvørt slagið av heilivági, t.e. at ein kombiviðgerð við t.d. Alpha Max og Salmosan telur sum 4 klipp. Verður einans partur av alibrúkinum viðgjørdur, telur viðgerðin sum klipp í lutfallinum, sum er viðgjørt. T.e. um 3 av 12 ringum verða viðgjørdir, telur hetta sum 0,5 klipp.
Teljingar, sum fara upp um ásetta markvirðið, og heilivágsviðgerðir verða taldar sum “klipp”. Fyri teljingar, sum fara upp um markviðið, telur hvør teljing lutfalsliga sum eitt klipp í tann mun, farið er upp um markvirðið, t.e. 1,5 kynsbúgvin kvennlús telur sum eitt klipp, 3 kynsbúnar kvennlýs telja sum 2 klipp, 4,5 kynsbúnar kvennlýs telja sum 3 klipp o.s.fr. Skipanin við klippum verður lagað til galdandi lúsamark, t.e. at tá lúsamarkið er 1,0, verður ein teljing upp á 3 kynsbúnar kvennlýs tald sum 3 klipp, og tá markvirðið fer niður á 0,5, verður ein teljing upp á 3 kynsbúnar kvennlýs tald sum 6 klipp.
Við grundarlagi í talinum av klippum verða alistøðirnar býttar sundur í tríggjar bólkar, alt eftir hvussu nógv klipp hava verið í útsetingartíðarskeiðinum.
Bólkur 1
Alistøðir við færri enn 8 klippum.
Bólkur 2
Alistøðir við 8 klippum ella fleiri, men færri enn 16 klippum.
Bólkur 3
Alistøðir við 16 klippum ella fleiri.”