18. november 2026Nr. 106
Løgtingslóg um at seta úr gildi lov om afgivelse af statistiske oplysninger om husleje m.v., lov for Færøerne om Statistik, løgtingslóg um statistikk, løgtingslóg um prístal og løgtingslóg um manntal í 2011
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Við hesum verða settar úr gildi:
1) Lov nr. 481 af 10. september 1920 om afgivelse af statistiske oplysninger om husleje m.v.
2) Lov nr. 95 af 25. marts 1933 for Færøerne om Statistik.
3) Løgtingslóg nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk.
4) Løgtingslóg nr. 30 frá 21. mai 1975 um prístal.
5) Løgtingslóg nr. 64 frá 26. mai 2011 um manntal í 2011.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 18. november 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 20/2026