19. oktober 1982Nr. 106
Kunngerð um innandura trukkkoyring
Við heimild í § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd hevur landsstýri fyrisett:
§ 1. tað er forboðið at nýta trukkar og onnur akfør innandura, ið nýta brennievnismotorar.
§ 2. Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir § 39 í lógini, um so er at brotið eftir lóggávuni annars ikki hevur við sær hægri straff.
§ 3. Henda kunngerð fær gildi frá 1. november 1982 at rokna.
Stk. 2. Trukkar, sum eru í nýtslu, kunnu verða nýttir sum higartil til 1. november 1984.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 19. oktober 1982
Pauli Ellefsen
løgmaður
/ J. Djurhuus