25. juni 2021Nr. 106
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya
(Tøkniligar rættingar)
§ 1
Í kunngerð nr. 98 frá 17. juni 2021 um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 2 verður “§§ 5-14” broytt til: “§§ 4-14”.
2. §§ 7-17 verða broyttar til §§ 5-15.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 25. juni 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)