Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. november 2012Nr. 107
Kunngerð um hvílutíð hjá sjófólki
Við heimild í § 4, stk. 3, § 55, stk. 1 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, § 1, stk. 2, § 39 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. september 2001 um trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 verður ásett:
Allýsingar og nýtsluøki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri tey, sum starvast umborð á skipi, sbr. §§ 1, 2 og 47 í løgtingslóg um sjómenn, uttan mun til, hvat skipið verður brúkt til og sigliøki, tó undantikin fiskiskip og frítíðarfør.
Stk. 2. Í teimum førum, har ivi er um, hvørt viðkomandi er í starvi umborð, sbr. stk. 1, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum aftaná, at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
§ 2. Hvílutíð er at skilja sum samanhangandi tíð, ið ikki er styttri enn 1 tími, og sum er uttanfyri arbeiðstíðina.
Stk. 2. Arbeiðstíð er at skilja sum tíðin, har sjófólki skal gera arbeiði fyri skipið.
Stk. 3. Eitt arbeiðssamdøgur er at skilja sum eitt 24-tíma tíðarskeið, ið verður roknað frá fyrstu ferð sjófólki byrjar at arbeiða í einum álmanakkasamdøgri.
Stk. 4. Ein vika er at skilja sum eitt tíðarskeið upp á 7 samanhangandi samdøgur.
§ 3. Í føroyskum sjóøki má arbeiði umborð á handilsskipum undir útlendskum flaggi ikki fara fram í stríð við reglurnar um arbeiðs- og hvílutíð í STCW- og MLC-sáttmálanum.
§ 4. Ein vanligur arbeiðstíðarnormur fyri sjófólk er sum meginregla 8 tímar í samdøgrinum við einum hvíludegi í hvørjari viku og frí á almennum halgidøgum. Hetta forðar tó ikki fyri, at vanliga arbeiðstíðin verður ásett í einum kollektivum sáttmála á øðrum grundarlagi, ið verður mett at vera líka gott.
Stk. 2. Tað er bert hvílutíðin hjá sjófólki, sum reglur verða ásettar um í hesi kunngerð.
Hvílutíð v.m.
§ 5. Sjófólk skulu hava regluliga hvílutíð, ið er so mikið long, at heilsa og trygd teirra er vard.
Stk. 2. Hvílutíðin hjá sjófólki, sum eru 18 ár og eldri, skal í minsta lagi vera 10 tímar í einum arbeiðssamdøgri. Hvílutíðin kann í mesta lagi verða býtt sundur í 2 hvílutíðarskeið, av hvørjum í minsta lagi annað skal vera 6 tímar. Tað kunnu í mesta lagi vera 14 tímar millum tvey fylgjandi hvílutíðarskeið.
Stk. 3. Samanlagt skal hvílutíðin í einari viku í minsta lagi vera 77 tímar.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann eftir áheitan frá reiðara loyva, at hvílutíðin eftir stk. 2 verður roknað innanfyri hvørt álmanakkasamdøgur.
Stk. 5. Sunnu- og halgidagar má reiðari ikki áleggja sjófólki arbeiði, sum kann útsetast.
Stk. 6. Sunnu- og halgidagar eiga sjófólk, sum ynskja hetta, í tann mun hetta ber til, at fáa møguleika til, uttan órógv, at halda gudstænastu umborð.
§ 6. Í kollektivari avtalu kann verða avtalað frávik frá hvílutíðarreglunum í § 5, stk. 2 og 3.
Stk. 2. Fyri sjófólk, ið eru partur av brúgva- ella maskinvakt, og sjófólk, ið hava serstakar uppgávur knýttar at trygd, tilbúgving og fyribyrging móti dálking, kann hvílutíðin verða lækkað til 70 tímar um vikuna í eitt tíðarskeið upp á 2 vikur. Tíðarskeiðið millum tvey tíðarskeið við fráviki skal í minsta lagi vera tað dupulta av tíðarskeiðinum við fráviki. Í upp til 2 samdøgur um vikuna kann dagliga hvílutíðin verða býtt sundur í upp til 3 tíðarskeið, av hvørjum í minsta lagi eitt skal vera 6 tímar, og hvørki av hinum styttri enn 1 tíma. Tíðin millum tvey fylgjandi hvílutíðarskeið skal ikki fara upp um 14 tímar.
Stk. 3. Áðrenn frávik sambært stk. 1 og 2 verða sett í verk, skal hetta vera skrásett hjá Sjóvinnustýrinum, og skrásetti avtaluteksturin skal vera á føroyskum og enskum á einum lætt atkomuligum staði umborð á skipinum.
§ 7. Um vanliga hvílutíðin hjá sjófólki á tilkallivakt verður avbrotin, orsakað av arbeiði, skal sjófólkið hava hvílutíð afturfyri, soleiðis at samlaða hvílutíðin í arbeiðssamdøgrinum í minsta lagi er 10 tímar, sum kann verða býtt sundur í meiri enn 2 tíðarskeið. Annað av hvílutíðarskeiðunum skal í minsta lagi vera 6 tímar.
§ 8. Hvílutíðin hjá sjófólki undir 18 ár skal samanlagt í minsta lagi vera 12 tímar í einum arbeiðssamdøgri.
Stk. 2. Hvílutíðin kann í mesta lagi verða býtt sundur í tvey hvílutíðarskeið, av hvørjum annað hvílutíðarskeiði í minsta lagi skal vera 9 tímar og vera í tíðarskeiðinum millum kl. 20 og kl. 08.
Stk. 3. Stk. 2 og 3 eru ikki galdandi fyri sjófólk undir 18 ár, sum eru undir einari av Mentamálaráðnum góðkendari útbúgving ella samsvarandi útbúgving, og tað orsakað av hesum er neyðugt at leggja hvílutíðina øðrvísi.
§ 9. Mynstring, brand- og bjargingarroyndir og aðrar kravdar royndir skulu haldast soleiðis, at tær í minst møguligan mun gera inntriv í hvílutíðina og ikki hava við sær møði.
Stk. 2. Sjófólk, sum gera royndir, fevndar av stk. 1, skulu í arbeiðssamdøgrinum hava í minsta lagi 10 tímar hvílutíð, sum kann verða býtt sundur í meiri enn 2 tíðarskeið. Annað av tíðarskeiðunum skal vera í minsta lagi 6 tímar.
§ 10. Skiparin kann krevja, at sjófólk arbeiðir, tá ið hetta er neyðugt fyri trygdina hjá skipinum, fólkunum umborð ella farminum ella fyri at hjálpa øðrum skipum ella persónum í havsneyð.
Stk. 2. Tá ið ein støða er íkomin sum nevnd í stk. 1, kann verða vikið frá §§ 5-9.
Stk. 3. Tá ið støðan aftur er blivin vanlig, skal skiparin skjótast gjørligt síggja til, at sjófólk, sum hava arbeitt í ætlaðum hvílutíðarskeiði, fáa eitt nóg langt hvílutíðarskeið.
Uppslag og skráseting
§ 11. Á einum lætt atkomuligum staði umborð skal ein talva verða sligin upp við upplýsingum um skipan av arbeiðinum umborð fyri hvørt einstakt starv. Talvan skal innihalda:
1) Arbeiðsætlan fyri hvønn einstakan viðvíkjandi arbeiði til sjós og í havn, undir hesum eisini vaktartíðarskeið hjá vakthavandi sjófólki.
2) Minstu hvílutíð sambært hesi kunngerð ella kollektivum avtalum sambært § 6.
Stk. 2. Talvan skal vera á arbeiðsmálinum umborð og á enskum, og Sjóvinnustýrið skal hava góðkent sniðið. Góðkend talva er at finna á heimasíðu Sjóvinnustýrisins.
§ 12. Dagligu hvílutíðarskeiðini hjá sjófólki skulu so hvørt verða skrásett í eina serstaka hvílutíðartalvu, sum skal vera á arbeiðsmálinum umborð og á enskum og skal vera í tveimum eintøkum. Sjóvinnustýrið skal góðkenna sniðið. Góðkend hvílutíðartalva er at finna á heimasíðu Sjóvinnustýrisins.
Stk. 2. Skiparin ella persónur, ið skiparin hevur givið myndugleika til tess, og sjófólkið skulu hvønn mánað undirskriva hvílutíðartalvuna.
Stk. 3. Sjófólkið skal við hóskandi millumbili, og tá ið avmynstrað verður, fáa eitt undirskrivað eintak av talvuni.
Stk. 4. Eitt eintak av hvílutíðartalvuni skal vera tøkt umborð í 6 mánaðar aftaná, at tænastan er endað. Reiðarin skal síðani goyma talvuna í 1 ár.
Stk. 5. Avrit av hvílutíðartalvuni sambært stk. 4 skal sendast Sjóvinnustýrinum, tá ið stovnurin biður um hetta í sambandi við eftirlit ella átekning.
Stk. 6. Sjóvinnustýrið kann loyva, at hvílutíðarupplýsingarnar verða skrásettar og goymdar á elektroniskum miðli, og kann Sjóvinnustýrið tá treyta loyvið av, at ávíst format verður nýtt.
§ 13. Reiðarin ella arbeiðsgevarin skal tryggja, at tað umborð er møguleiki fyri at halda krøvini sambært hesi kunngerð. Í teimum førum, har reiðarin ikki er arbeiðsgevari, er skyldan eftir 1. pkt somuleiðis hjá reiðaranum.
§ 14. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar.
Stk. 2. Um ásetingarnar í hesi kunngerð ikki verða hildnar, tekur Sjóvinnustýrið neyðug stig samsvarandi bindandi altjóða sáttmálum fyri at fyribyrgja slíkari møði, ið hevur við sær vanda fyri trygd og heilsu hjá sjófólki. Slík stig kunnu eitt nú fevna um forboð fyri, at skipið fer úr havn, fyrr enn sjófólkið hevur fingið nøktandi hvíld.
Stk. 3. Reiðarin, operatørur av skipinum ella umboðsfólk hjá viðkomandi í Føroyum kann leggja avgerð hjá Sjóvinnustýrinum um at halda skipinum aftur fyri Siglingarráðið. At málið verður lagt fyri Siglingarráðið hevur ikki við sær steðgandi virknað.
§ 15. Sjóvinnustýrið kann í sambandi við viðgerð af málum eftir hesi kunngerð krevja upplýsingar frá skipsføraranum og reiðaranum um starvsviðurskiftini hjá sjófólkunum.
Revsing
§ 16. Við bót verður revsaður tann, sum fremur brot á § 5, stk. 1-3, stk. 5 og 6, § 6, stk. 2, § 7, § 8, § 9, stk. 2, § 10, stk. 3, § 11, § 12 og § 13.
Stk. 2. Við bót ella fongsli í upp til 1 ár verður revsaður tann, sum ikki lýður boð ella forboð sambært § 14, stk. 2.
Stk. 3. Revsingin fyri brot á § 14, stk. 2 kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, og
1) tað í sambandi við brotið er hendur skaði á ella hevur verið vandi fyri skaða á lív ella heilsu,
2) tað áður eru givin forboð eller boð um sama ella samsvarandi viðurskifti, ella
3) tað í sambandi við brotið er fingin ella er ætlaður ein fíggjarligur fyrimunur fyri viðkomandi sjálvan ella fyri onnur.
Stk. 4. Tað er at meta sum herðandi umstøður, um skaði er hendur á lív ella heilsu hjá ungum undir 18 ár ella vandi hevur verið fyri hesum, sbr. stk. 3, nr. 1.
Stk. 5. Verður hald ikki lagt á vinningin, sum er fingin í sambandi við brotið, skulu tað, tá ið bótin verður ásett, verða tikin serstøk atlit til støddina av fingna ella ætlaða fíggjarliga fyrimuninum.
Stk. 6. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir eftir ásetingunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 7. Tá ið revsiábyrgd verður áløgd eftir stk. 1, eru persónar, sum annar enn reiðarin hevur sett at gera arbeiði umborð, somuleiðis mettir at vera knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) til eitt annað felag ella persón, eru skipsførarin og sjófólkini eisini mett at vera knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
Gildiskoma v.m.
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Fyri skip í innanlanda sigling í Føroyum kemur kunngerðin í gildi tann 1. januar 2013. Í skiftistíðini eru higartil galdandi hvílutíðarreglur galdandi.
Vinnumálaráðið, 2. november 2012
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Jóanna Djurhuus (sign.)