10. juli 2017Nr. 107
Kunngerð um útloysingarskyldu og útloysingarrætt tilboðsgevaranna í sambandi við eitt yvirtøkutilboð
Við heimild í § 71, stk. 4 og § 319, stk. 4 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg verður ásett:
Uppgerð av ognum
§ 1. Í sambandi við uppgerð av ognanum eftir § 70, stk. 2, 3. pkt. í løgtingslógini, skulu bert kapitalpartar og atkvøðurættindi, ið tilboðsgevarin eigur, roknast við.
Stk. 2. Eigur felagið egnar kapitalpartar, verða hesir ikki roknaðir við í felagskapitalin í sambandi við uppgerð sambært stk. 1.
Revsing
§ 2. Brot á § 1 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi bekendtgørelse nr. 1380 af 11. december 2007 for Færøerne om tilbudsgiveres indløsningspligt og indløsningsret ved et overtagelsestilbud.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. juli 2017
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)