12. novembur 2024Nr. 107
Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð
(Ískoyti verður veitt til røktartilfar, ið verður nýtt inni á sambýlum og ellisheimum, ella sum heilsustarvsfólk brúka úti í heimarøktini)
§ 1
Í kunngerð nr. 12 frá 3. februar 2022 um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð verður § 1, stk. 3 orðað soleiðis:
“Stk. 3. Ískoyti verður veitt til hjálparráð, nevnd í skjali 1, sum verða brúkt inni á sambýlum og ellisheimum, ella sum heilsustarvsfólk brúka úti í heimarøktini.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 12. novembur 2024
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)