Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. november 1989Nr. 107
Kunngerð um góðkenning av hvalvágum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 94 frá 31. mai 2001
Við heimild í løgtingslóg nr. 57 frá 5. mai 1984, § 3, um hvalaveiðu við seinni broytingum og vísandi til kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1986 um grind, § 1, stk. 2, hevur landsstýrið saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1. Hesi støð eru góðkend sum hvalvágir:
Norðoyar:1)
Klaksvík, bert ímillum Víkarnar og Heimaru kei.
Viðvík, á sandinum.
Hvannasund.
Fuglafjørður, á sandinum millum Gjógvará og bátahylin.
Funningsfjørður, inni í ósanum.
Syðrugøta.
Norðragøta, á vestara arminum niðanfyri kirkjugarðin.
Norðskála, í Møðstøðukrókinum ímillum Stórá og Garðsenda og undir kirkjuni.
Streymoy:
Tórshavn, Sandagerð.
Leynar, á sandinum.
Vestmanna, Fitjarnar, á sandinum vestanfyri pirin.
Hvalvík, um Oyrarnar nærri Streymneslandinum.
Vágoy:
Miðvágur, á sandinum.
Bøur, á sandinum.
Sandoy:
Sandur, á sandinum.
Húsavík, á sandinum.
Suðuroy:
Øravík, á sandinum.
Trongisvágur, á sandinum.
Hvalba, Lítlabergssandur, í Nesi og Hvalbiarsandur.
Vágur.
Fámjin.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við kunngerð nr. 64 frá 11. mai 1992 og kunngerð nr. 127 frá 27. aygyst 1992.
2) Broytt við kunngerð nr. 94 frá 31. mai 2001, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin efitr, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi aftur 31. desember 2001.”
3) Broytt við kunngerð nr. 141 frá 23. juni 1993.
4) Broytt við kunngerð nr. 34 frá 24. mars 1994, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 141 frá 23. juni 1993 um broyting í kunngerð um góðkenning av hvalvágum úr gildi.”