22. november 2007Nr. 107
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 69 frá 12. juni 2007, verður gjørd tann broyting í § 1 stk. 1 at ”Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, Akrar.” fer úr embæti sum landsstýrismaður í innlendismálum. Embætið røkir ”Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin, Hoyvík.” fyribils.
§ 2
Fráboðanin fekk gildi 22. november 2007 kl. 13.
Í Tinganesi 22. november 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)