25. juni 2021Nr. 107
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum
(Tøkniligar og málsligar rættingar)
§ 1
Í kunngerð nr. 101 frá 17. juni 2021 um útbúgving av fólkaskúlalærarum verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 2 verður áðrenn nr. 1 sum nýtt nr. sett:
“1) Námsfrøðiligar lærugreinar, t.e. undirvísing og læring.”
Nr. 1-4 verða eftir hetta nr. 2-5.
2. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Linjulestur verður lisin í lærugreinum fólkaskúlans. Dekanurin hevur heimild at bjóða út aðrar linjugreinar, umframt linjugreinar, ið eru samansettar av fleiri lærugreinum fólkaskúlans.”
3. Í § 13, stk. 2, nr. 5 verður “umboðið” broytt til: “umboði”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 25. juni 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)