Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. august 2011Nr. 107
Kunngerð um lestrarstuðul, sum seinast broytt við kunngerð nr. 140 frá 20. oktober 2021
1) Við heimild í § 2, stk. 3, § 4, stk. 3, § 5, stk. 2, § 7, stk. 5, § 8 a, stk. 3, § 9, stk. 2, § 12, stk. 5, § 16, § 20, stk. 5 og § 22, stk. 4 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 29. mai 2017, verður ásett:
Kapittul 1
Lestrarstuðul til lesandi við føroyskar lærustovnar
Stuðulsheimilaðar útbúgvingar
§ 1. 2) 1) 3) 4) Stuðulsheimilaðar hægri útbúgvingar eru útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, ið lúka treytirnar í § 4 stk. 1 í løgtingslógini, maskinmeistari, skipari, aspirantur, skipsførari, teldustøðingur, fíggjarbúskapur, marknaðarførslubúskapur, tænastubúskapur, framleiðslutøkningur, byggitøkningur, byggifrøðingur og útbúgving í innovatión og íverksetan.
Stk. 2. 2) 4) Stuðulsheimilaðar styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar eru: Heilsuhjálpari, heilsurøktari, námsfrøðiligur hjálpari, maskinistur og skipsatstøðari.
Stk. 3. 2) 5) Stuðulsheimilaðar miðnámsútbúgvingar eru útbúgvingar á miðnámsskúlunum, ið lúka treytirnar í § 4 stk. 1 í løgtingslógini og ikki eru nevndar í stk. 1 og stk. 2, og gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum eru skipaðar sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís eru staðsettar uttan fyri Føroyar.
Stk. 4. 2) Stuðulsheimilaðar útbúgvingar á framhaldsdeildarstigi fyri umsøkjarar, ið eru eldri enn 18 ár, eru: 8., 9. og 10. flokkur á framhaldsdeildunum kring landið, á Dugna við Áir og í Skúlanum á Trøðni.
Stk. 5. 2) Landsstýrismaðurin tekur avgerð um, hvussu útbúgvingar, ið ikki eru nevndar í hesi grein, verða bólkaðar.
Stk. 6. 2) Lesandi, sum fáa løn ein part av útbúgvingartíðini, kunnu fáa stuðul í ólønta tíðarskeiðnum.
Heiltíðarlestur
§ 2. 6) 2) Fyri at koma undir heiltíðarlestur sbrt. § 4, stk. 1 í lógini krevst, tá talan er um vinnuførleikagevandi útbúgvingar, miðnámsútbúgvingar ella útbúgvingar á framhaldsdeildarstigi, at tann lesandi hevur í minsta lagi 20 lestrartímar um vikuna. Tó kunnu lesandi við heimabúgvandi børnum undir 10 ár, og lesandi við serligum tørvi koma undir reglurnar um heiltíðarlestur, um tey hava í minsta lagi 16 tímar um vikuna.
Stk. 2. Fyri hægri útbúgvingar verður farið eftir reglunum í § 3 í lógini, tá metast skal um heiltíðarlestur. Í ivamálum tekur Studni avgerð.
Skjalprógv av egnum bústaði
§ 3. Lesandi á miðnámsútbúgvingum, pørtum av miðnámsútbúgvingum ella útbúgvingum á framhaldsdeildarstigi, ið ikki er forsyrgari, skal, fyri at fáa hægra studningin sbrt. § 7, stk. 1 í lógini, skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði.
Stk. 2. Egin bústaður skal skjalprógvast við, at tann lesandi er skrásettur sum ánari av matriklinum sambært Tinglýsingini, ella við, at tann lesandi prógvar, at viðkomandi býr til leigu.
Stk. 3. Skjalprógvið fyri at eiga bústaðin er, at tann lesandi ella hjúnafelagin hjá viðkomandi er skrásettur sum ánari av matriklinum sambært Tinglýsingini.
Stk. 4. 7) Skjalprógvið fyri at búgva til leigu er, at tann lesandi uppfyllir øll krøvini í stk. 6 og saman við útleigaranum útfyllir og váttar á leiguváttanini frá Studna. Harafturat skal tann lesandi skjalprógva, at húsaleigan verður goldin hvønn mánað. Studningurin verður ikki útgoldin fyrrenn skjalprógv frá peningastovni fyriliggur fyri, at húsaleiga verður goldin mánaðarliga.
Stk. 5. Lesandi, ið leiga, skulu í hvørjum stuðulsári lata Studna leiguváttan.
Stk. 6. Øll, ið leiga, skulu eftir áheitan frá Studna leggja húsaleigukvittanir ella kontuavrit fram fyri hvønn einstakan mánað í stuðulsárinum. Talan skal vera um flyting gjøgnum peningastovn, ið skal lúka hesi krøv:
1) at tað sæst á flytingini, at talan er um húsaleigu,
2) at tað sæst, hvør leigarin og útleigarin er,
3) at húsaleigan við el og hita fyri hvønn mánað í minsta lagi er kr. 1.200,
4) at flytingarnar eru dagførdar, t.v.s. at tær verða gjørdar mánaðarliga,
5) at tað sæst, hvønn mánað goldið er fyri.
Stk. 7. Lesandi, ið býr á sama matr. nr. sum foreldur/verjar, verður roknaður at búgva heima.
Stk. 8. Studni kann í serligum førum gera undantak frá regluni í stk. 7.
Stk. 9. 5) Næmingur, sum tekur gymnasiala miðnámsútbúgving, sum er skipað sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís er staðsett uttan fyri Føroyar, skal lata Studna skjalprógv fyri útreiðslur til vistarhald uttanlands sbr. tó stk. 6, nr. 3.
Inntøkujavningin
§ 4. 7) Studningurin sambært § 7, stk. 1 í lógini verður inntøkujavnaður soleiðis: Fyri hvørjar kr. 1.000, sum mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan í mesta lagi síðstu 12 mánaðirnar fer upp um kr. 20.000, verður mánaðarligi studningurin sambært § 7, stk. 1 í lógini lækkaður við 10%.
Stk. 2. 7) Inntøkujavnað verður ikki í mun til A-inntøku, ið er útgoldin innan lestrarbyrjan og fyrsta heila mánaðin eftir, at útbúgvingin er byrjað. Heldur lesandi fram á aðrari útbúgving innan 3 mánaðir, verður tann lesandi roknaður sum framhaldslesandi og inntøkan í steðginum verður roknað við í inntøkugrundarlagnum.
Stk. 3. Tað er bert A-inntøkan í mesta lagi seinastu 12 mánaðirnar undan studningsútgjaldinum, ið er avgerandi fyri, hvat útgoldið verður í studningi tann einstaka mánaðin.
Stk. 4. 7) Um einki studningsútgjald er ein mánað sbrt. § 7, stk. 1, § 12, stk. 2 og stk. 4 í lógini, verður mánaðurin ikki roknaður við í samlaðu kvotuna upp á eitt ár yvir ásettu lestrartíðina ella samlaðu kvotuna upp á 6 ár sbrt. § 18, stk. 2 í lógini.
Stk. 5. 7) 1) Barnsburðarfarloyvisstudningurin sbr. § 12, stk. 1 í lógini verður inntøkujavnaður.
Ferðastudningurin innanoyggja
§ 5. 2) 5) Ferðastudningurin innanoyggja verður latin lesandi og næmingum sbr. stk. 4, ið nýta Strandfaraskip Landsins til og frá skúla. Umsókn verður latin Strandfaraskipum Landsins. Við at lata tí lesandi studnaferðakortið váttar lærustovnurin yvirfyri Strandfaraskipum Landsins, at tann lesandi er lesandi við lærustovnin og at treytirnar í stk. 3 eru uppfyltar. Lærustovnarnir fráboða Studna, ið fráboðar Strandfaraskipum Landsins, tá lesandi ikki uppfyllir treytirnar longur.
Stk. 2. Ferðastudningur innanoyggja sbrt. stk. 1 verður eisini latin lesandi til og frá starvsvenjingarstaði, um so er, at starvsvenjingartíðarskeiðið er samanhangandi og varir í minsta lagi 4 vikur.
Stk. 3. Treytin fyri at fáa ferðastudning innanoyggja er, at útbúgvingin uppfyllir treytirnar í § 4 í lógini, og at lesandi uppfyllir treytirnar í § 2, stk. 1 og § 3 í lógini.
Stk. 4. 5) Undantiknir treytunum í stk. 3 eru næmingar í skúlum, sum eru skipaðir við heimild í:
1) løgtingslóg um húsarhaldsskúlar,
2) løgtingslóg um eftirskúlar, og
3) løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar.
Stk. 5. Lesandi kann fáa ferðastudning innanoyggja aftur og fram til skúlan eina ferð um dagin.
Stk. 6. 7) Studni kann í serligum førum gera undantak frá regluni í stk. 1 um at nýta Strandfaraskip Landsins.
Stk. 7. 7) Studni kann veita útlendskum lesandi í Føroyum, so sum AFS-arum og øðrum skiftislesandi, ið ikki hava rætt til vanliga lestrarstuðulin, ferðastudning innanoyggja.
Stk. 8. 2) Studnaferðakortið er persónligt. Tann lesandi skal kunna skjalprógva at viðkomandi er ánari av kortinum.
Barnsburðarfarloyvisstudningur
§ 6. 2) Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í mesta lagi 11 mánaðir fyri hvønn barnsburð. Studningurin verður vanliga veittur frá terminsdagfesting, men kann veitast kvinnum 1 mánað fyri og í serstøkum førum 2 mánaðir fyri termin. Barnsburðarfarloyvisstudningur kann eisini veitast frá upp til 3 mánaðum eftir føðing.
Stk. 2. Studningsupphæddin er hin mánaðarligi hægri studningurin sbrt. § 7, stk. 1 í lógini.
Stk. 3. Bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa barnsburðarfarloyvisstudningin úr skipanini, og fyri at fáa studningin, skal tann lesandi búgva saman við barninum.
Stk. 4. Barnsburðarfarloyvisstudningurin er ein lestrarstuðul, sum er óheftur av teimum rættindum vunnum úr øðrum skipanum.
Stk. 5. Rætturin kann verða varðveittur, um tann lesandi skiftir útbúgving í barnsburðarfarloyvistíðini, treytað av, at tann lesandi er innskrivaður á eini útbúgving.
Stk. 6. Um barnsburður ella ættleiðing fer fram, áðrenn útbúgvingin byrjar, hevur tann lesandi rætt til at fáa barnsburðarfarloyvisstudning samsvarandi tíðarskeiðnum, sum restar í av teim 11 mánaðunum.
Stk. 7. Um fostur/barn doyr, verður rætturin til barnsburðarfarloyvisstudningin til kvinnuna varðveittur, tá ið føðing er farin fram.
Vistarhaldsstudningur
§ 7. Vistarhaldsstudningur kann veitast umsøkjara, ið er undir 18 ár og noyðist at flyta nærri útbúgvingarstaðnum og hevur skjalprógvaðar útreiðslur av hesum.
Stk. 2. 5) Treytirnar fyri at fáa vistarhaldsstudning eru, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimstaðarbýin/bygdina og skúlabýin/bygdina er longri enn 35 km, sambært almennu ásetingunum hjá Landsverki.
Stk. 3. Studni kann í serligum førum gera undantak frá regluni í stk. 2.
Umsókn um lán
§ 8. Lestrarlán til livikostnað kann veitast lesandi, ið er fyltur 18 ár.
Stk. 2. Søkir lesandi um lestrarlán, skal søkjast í hvørjum stuðulsári.
Útgjøld og tíðarfreistir
§ 9. Mánaðin eftir at lesandi fyllir 18 ár, fæst stuðulin til livikostnað og umbiðið lán.
Stk. 2. 7) Lestrarstuðul fæst frá tí mánaðinum, ið útbúgvingin byrjar, og til tann mánaðin útbúgvingin endar.
Stk. 3. Hægri lestrarstudningurin fæst frá mánaðinum, barnið er føtt.
Stk. 4. Byrjar lesandi á eini útbúgving 1. – 15. í mánaðinum, fæst stuðul fyri mánaðin. Byrjar lesandi á eini útbúgving 16. – 31. í mánaðinum, fæst ikki stuðul fyri mánaðin.
Stk. 5. Gevst lesandi á eini útbúgving 1. – 15. í mánaðinum, fæst ikki stuðul fyri mánaðin. Gevst lesandi á eini útbúgving 16. – 31. í mánaðinum, fæst stuðul fyri mánaðin.
Stk. 6. 2) Barnastudningurin verður útgoldin frá mánaðinum, barnið er føtt. Barnastudningurin verður útgoldin til og við mánaðin, barnið verður 18 ár.
Stk. 7. Um uppihaldari verður einsamallur 1. – 15. í mánaðinum, fæst studningur fyri mánaðin. Um uppihaldari verður einsamallur 16. – 31. í mánaðinum, fæst ikki studningur fyri mánaðin.
Stk. 8. 7) Um uppihaldari ikki er einsamallur longur 1. – 15. í mánaðinum, fæst ikki studningur fyri mánaðin. Um uppihaldari ikki er einsamallur longur 16. – 31. í mánaðinum, fæst studningur fyri mánaðin.
Stk. 9. 7) Um leiguavtalan byrjar 1. – 15. í mánaðinum, fæst tann hægri studningurin ella vistarhaldsstudningurin fyri mánaðin. Byrjar leiguavtalan 16. – 31. í mánaðinum, fæst tann hægri studningurin ella vistarhaldsstudningurin ikki fyri mánaðin.
Stk. 10. 7) Endar leiguavtalan 1. – 15. í mánaðinum, fæst ikki tann hægri studningurin ella vistarhaldsstudningurin fyri mánaðin. Endar leiguavtalan 16. – 31. í mánaðinum, fæst tann hægri studningurin ella vistarhaldsstudningurin fyri mánaðin.
Stk. 11. Um lesandi giftist ella gerst ánari av matrikli sambært Tinglýsingini 1. – 15. í mánaðinum, fæst tann hægri studningurin fyri mánaðin. Um lesandi giftist ella gerst ánari av matrikli sambært Tinglýsingini 16. – 31. í mánaðinum, fæst ikki tann hægri studningurin fyri mánaðin.
Kapittul 2
Lestrarstuðul til lesandi á lærustovnum uttanlands
Stuðulsheimilaðar útbúgvingar
§ 10. Útbúgving uttanlands er stuðulsheimilað, tá talan er um hægri útbúgving, ið uppfyllir krøvini í § 4 í lógini og er góðkend av SU ella Studna.
Stk. 2. Studni veitir umframt stuðulin sbrt. stk. 1 stuðul til:
1) skiftislestur á hægri útbúgvingum sbrt. § 5 stk. 1, 3. pkt. í lógini, um so er, at uppihaldið við fremmanda lærustovnin í minsta lagi varir í eina hálva lestrarhálvu og verður góðskrivað í útbúgvingini á uppruna lestrarstaðnum,
2) serligan støðislestur (foundation studies) sbrt. § 5 stk. 1, 4. pkt. í lógini - eftir miðnámsútbúgving - tá hesin er ein fortreyt fyri upptøku á hægri útbúgving. Stuðul verður latin í upp til eitt ár, og
3) málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt talandi londum sbrt. § 5 stk. 1, 5. pkt. í lógini.
Stk. 3. Studni kann, tá serlig viðurskifti tala fyri tí, víkja frá ásetingini í stk. 1.
Stk. 4. Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Studna.
Góðkenning av útbúgvingum
§ 11. Sum meginreglu nýtir Studni SU-góðkenning av útbúgvingum, tá stuðul verður veittur uttanlands.
Stk. 2. 7) Studni hevur heimild at góðkenna ikki SU góðkendar hægri útbúgvingar. Hetta verður gjørt, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovnunum í Norra og Svøríki. Studni kann í serligum førum gera undantak um bert annað av londunum góðkennir og kann í tí sambandi ráðføra seg við ráðgevandi nevndina hjá Studna.
Serligt tilknýti til Føroya
§ 12. Tíðin sambært § 2, stk. 2 í lógini um lestrarstuðul, ið tann lesandi hevur búð uttanlands, verður roknað sum bútíð í Føroyum, tá tann lesandi, annað ella bæði foreldrini, meðan umsøkjarin var undir 18 ár:
1) hava lisið uttanlands,
2) hava verið í almennari føroyskari uttanríkistænastu,
3) hava verið í hjálpar- ella trúboðaratænastu, men í farloyvistíðarskeiðum eru búsitandi í Føroyum, ella
4) hava verið búsitandi uttanlands vegna sjúku, men annars eru búsitandi í Føroyum.
Krøv til lesandi
§ 13. Tann lesandi skal vera á lærustovninum og skal kunna fylgja lestrinum. Talan kann ikki vera um fjarlestur.
Stk. 2. Lesandi skal av sínum eintingum hálva hvørt ár senda Studna skjalprógv frá lestrarstaðnum um lestrargongdina í mun til ásettu lestrartíðina. Verður hetta ikki gjørt, verður stuðulin steðgaður, til skjalprógv fyriliggur.
Stk. 3. Um Studni krevur tað, skal umsøkjarin senda allar neyðugar upplýsingar um lesnaðin og lestrarstaðið til Studna.
Stuðulin
§ 14. Lesandi uttanlands, ið fáa stuðul til livikostnað frá Studna, koma undir somu treytir og fáa somu stuðulsupphæddir, sum lesandi í Føroyum, sbr. tó § 6, stk. 4 í lógini.
Stk. 2. 7) 1) Studni veitir bert stuðul til livikostnað í Norðurlondum í serstøkum førum sbrt. § 5 í løgtingslógini, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur, og tá SU ikki veitir stuðul. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í norðurlandinum, har tann lesandi lesur, og lestrarstuðulsstovnurin í norðurlandinum veitir stuðul til livikostnað til teirra borgarar.
Stk. 3. 7) 1) Studni veitir bert stuðul til skúlagjald í Norðurlondum í serstøkum førum sbrt. §§ 5 og 13 stk. 3 í løgtingslógini, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur, og tá SU ikki veitir stuðul. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna, og kann í ávísum førum veitast, hóast SU partvís veitir stuðul. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í norðurlandinum, har tann lesandi lesur, og lestrarstuðulsstovnurin í norðurlandinum veitir stuðul til skúlagjald til teirra borgarar.
Stk. 4. 7) 1) Studni kann í serligum førum eftir at hava ráðført seg við Ráðgevandi nevndina hjá Studna gera undantøk frá ásetingum í hesi grein.
§ 15. Studni rindar skúlagjaldið sambært rokning frá útbúgvingarstaðnum.
Stk. 2. Studni tekur avgerð um, hvørji gjøld koma undir skúlagjaldið sbr. § 13, stk. 1 í lógini.
Stk. 3. Studni kann gera undantak frá ásetingini í stk. 1, um skjalprógvast kann, at rokningin fyri skúlagjaldið er goldin til útbúgvingarstaðið.
Málslig fyrireikingarskeið
§ 16. 8) Fyri at fáa stuðul skulu málsligu fyrireikingarskeiðini vera:
1) Málslig fyrireikingarskeið í sambandi við hægri lestur,
2) fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna,
3) góðkend av Studna.
Stk. 2. Stuðulin verður veittur sum lán til skúlagjald og livikostnað eftir hesum reglum:
1) Studni veitir lán til skúlagjald, tó í mesta lagi kr. 20.000,
2) lánsupphæddin, ið verður veitt til livikostnað, er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum,
3) stuðul verður veittur í upp til 6 mánaðir. Er talan um heilt fremmand mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár.
Stk. 3. 8) Stuðul kann eisini veitast til málsligt fyrireikingarskeið áðrenn útbúgvingin byrjar, miðskeiðis ella beint eftir lokna útbúgving, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at útbúgvingin er lokin.
Stk. 4. 8) Um tann lesandi innan 15 mánaðir eftir, at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fer undir hægri lestur sbrt. § 10, stk. 1 á lærustovni í landi, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini, sbr. stk. 2, umløgd til studning. Umleggingin frá láni til studning verður framd, eftir at tann lesandi hevur tikið royndirnar til fyrsta lestrarárið á lærustovninum.
Stk. 5. 8) Um málsliga fyrireikingarskeiðið er undir lestrinum, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv frá lestrarstaði um lestrarvirkni og váttan fyri lokið málskeið.
Stk. 6. 8) Um málsliga fyrireikingarskeiðið er eftir lokna útbúgving, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv fyri lokna útbúgving og váttan fyri lokið málskeið.
Stk. 7. 8) Í fyrsta umfari rindar tann lesandi skúlagjaldið. Eftir at skjalprógv er fingið til vega, fær tann lesandi upphæddina útgoldna.
Stk. 8. 8) Studni tekur avgerð í øllum ivamálum í sambandi við málsligu fyrireikingarskeiðini.
Kapittul 3
Ferðastudningurin millum lond
Treytir
§ 17. Fyri at fáa ferðastudning skal tann lesandi:
1) hava búð í Føroyum sbrt. § 2, stk. 2 í lógini ella hava serligt tilknýti til Føroya sbrt. § 12,
2) ganga á eini útbúgving sbrt. § 14, stk. 2 í lógini,
3) vera lestrarvirkin sbrt. § 3 í lógini,
4) vera heiltíðarlesandi sbrt. § 2 ella ganga á eftirskúla e.l. og uppfylla reglurnar í § 2, stk. 1,
5) lúka treytirnar fyri lestrartíð sbrt. §18,
6) ganga á eini útbúgving, har meira enn ½ av lestrarárinum, ið ferðastudningur verður søkt fyri, er ólønt.
Lestrartíð
§ 18. Tað er bert møguligt at fáa ferðastudning eina ferð í hvørjum lestrarári.
Stk. 2. Ferðastudningur verður í mesta lagi latin til hægri lestur í 6 ár, og ongantíð meira enn 1 ár eftir ásettu lestrartíðina.
Stk. 3. Undantak frá teimum 6 árunum í stk. 2 kann tó gerast, um ásetta lestrartíðin er longri enn 5 ár fyri eina útbúgving.
Stk. 4. Studni kann harumframt gera undantak frá reglunum í stk. 2, um lestrartíðin er longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing ella vísindaligt arbeiði.
Uppihaldarar
§ 19. Lesa báðir uppihaldararnir, kann bert annar fáa ferðastudning til barnið.
Stk. 2. Búgva uppihaldarar ikki saman, kann bert tann, ið barnið býr hjá, fáa ferðastudning til barnið.
Aðrar ásetingar
§ 20. 2) Søkt kann ikki verða um ferðastudning fyrrenn lestrarhálvuna eftir, at lesandi er byrjaður at lesa, og søkjast skal innan lestrarárið er lokið.
Stk. 2. Studni ásetir, hvørji skjalprógv eru neyðug fyri at avgreiða umsóknirnar um ferðastudning.
Kapittul 4
Verkætlanarstudningurin
Treytir
§ 21. Fyri at fáa verkætlanarstudning skal tann lesandi:
1) hava búð í Føroyum sbrt. § 2, stk. 2 í lógini ella hava serligt tilknýti til Føroya sbrt. § 12,
2) ganga á eini útbúgving sbrt. § 15, stk. 2 í lógini,
3) vera lestrarvirkin sbrt. § 3 í lógini,
4) vera heiltíðarlesandi sbrt. § 2,
5) ganga á eini útbúgving, har meira enn ½ av inniverandi lestrarári er ólønt.
Krøv til verkætlanina
§ 22. Verkætlanin skal vera partur av útbúgvingini.
Stk. 2. Útbúgvingarstaðið skal góðkenna verkætlanina.
Stk. 3. 7) 2) Við eina verkætlan skilst:
1) Størri uppgáva í sambandi við hægri lesnað. Talan skal verða um kanningarferð í sambandi við høvuðsuppgávu ella størri ritgerð, ið er kravdur partur av lestri, ið telur í minsta lagi 10 ects,
2) starvsvenjing í minsta lagi 2 vikur, ella
3) uppihald á øðrum lærustovni herundir skiftislestur sbrt. § 10, stk. 2, nr. 1.
Aðrar ásetingar
§ 23. Tann lesandi hevur í mesta lagi møguleika at fáa verkætlanarstudningin tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíð síni, og bert til eina ferð aftur og fram í hvørji verkætlan.
Stk. 2. Verkætlanarstudningurin verður bert veittur til ferðing millum lond.
§ 24. Umsóknarfreistin til verkætlanarstudningin verður ásett av Studna.
Stk. 2. Studni ásetir, hvørji skjalprógv eru neyðug fyri at avgreiða umsóknirnar um verkætlanarstudningin.
Kapittul 5
Afturrindan av lestrarlánum
§ 25. Tann lesandi byrjar vanliga at gjalda aftur lestrarlán og rentur eitt ár aftaná, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin.
Stk. 2. Útbúgvingin verður ikki søgd at vera lokin, um tann lesandi innan 15 mánaðir eftir hesa útbúgving byrjar eina aðra útbúgving. Tað sama er galdandi, um ein fyribils steðgað útbúgving verður tikin uppaftur innan fyri somu tíðarfreist. Studni kann gera undantak frá hesum ásetingum.
Stk. 3. Studni kann gera av, at lestrarlánið skal verða goldið aftur, hóast útbúgvingin ikki er lokin, um lántakarin ikki longur er lestrarvirkin.
§ 26. Afturrindan av lestrarláni við rentum fer fram við líka stórum gjøldum hvønn mánað.
Stk. 2. Gjaldsupphæddin verður ásett av Studna í mun til skuldina. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjaldi skal í minsta lagi vera kr. 300.
Kapittul 6
Ráðgevandi nevndin hjá Studna
§ 27. 5) Landsstýrismaðurin setir eina ráðgevandi nevnd við 4 limum. Meginfelag Føroyskra Studenta, Undirvísingarstýrið, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Fróðskaparsetur Føroya geva landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi.
Stk. 2. 5) Leiðarin á Studna er skrivari í nevndini.
Stk. 3. Ráðgevandi nevndin verður vald fyri 3 ár í senn.
Stk. 4. Ráðið ásetur sjálvt sína fundarskipan.
§ 28. Endamálið við nevndini er, at Studni kann ráðføra seg við hana í sambandi við:
1) góðkenning av útbúgvingum,
2) ávísar umsóknir,
3) ætlaðar broytingar í lestrarstuðulsskipanunum.
Kapittul 7
Upplýsingarskylda
§ 29. 2) Lesandi, sum fáa stuðul eftir løgtingslóg um lestrarstuðul, skulu beinanvegin boða Studna frá, tá ið tey:
1) gevast at lesa,
2) steðga ella verða liðug við útbúgvingina, um hetta ikki sæst í umsóknini,
3) steðga við eini útbúgving fyri at byrja upp á eina aðra útbúgving í sama stuðulsári,
4) broyta bústað,
5) fara í barnsburðarfarloyvi sbrt. § 6 ella annað farloyvi,
6) ikki búgva saman við barninum longur sbr. § 12 stk. 3 í lógini,
7) ikki longur eru undir heiltíðarlestri sbrt. § 2, og
8) ikki longur eru lestrarvirkin sbrt. § 3 í lógini.
Stk. 2. Allar broytingar, sum annars hava ávirkan á stuðulin, skulu fráboðast Studna beinanvegin.
§ 29 a. 2) Í sambandi við umsitingina av lestarstuðulinum skulu útbúgvingarstovnarnir:
1) Vátta, at tann lesandi gongur á eini stuðulsheimilaðari útbúgving sbrt. § 1.
2) Veita vegleiðing í sambandi við lestrarstuðulin og útfyllan av umsóknarbløðum um lestrarstuðul.
3) Vátta, at útbúgvingartíðarskeiðið, søkt verður um, er rætt útfylt.
4) Veita vegleiðing í sambandi við ferðastudningin innanoyggja.
5) Beinanvegin at boða Studna frá, tá ið lesandi gevast við lestrinum ella ikki eru lestrarvirkin sbrt. § 3 í lógini.
6) Vera millumliður millum Studna og tann lesandi í ymiskum spurningum, ið stinga seg upp.
7) Boða Studna frá viðurskiftum hjá lesandi, ið hava ávirkan á lestrarstuðulin.
Kapittul 8
Gildiskoma
§ 30. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2011.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 4 frá 22. januar 2003 um ferðastuðul til lesandi uttanlands, kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2003 um ferðastuðul til verkætlanir, kunngerð nr. 57 frá 3. september 2004 um útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond (ÚSUN-skipanin) og kunngerð nr. 121 frá 21. desember 2006 um útbúgvingarstuðul.
Mentamálaráðið, 25. august 2011
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 121 frá 18. august 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2017.”
2) Broytt við kunngerð nr. 83 frá 16. august 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. august 2016.”
3) Broytt við kunngerð nr. 107 frá 16. juli 2019.
4) Broytt við kunngerð nr. 116 frá 9. juli 2020.
5) Broytt við kunngerð nr. 140 frá 20. oktober 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2021.”
6) Broytt við kunngerð nr. 91 frá 29. august 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virkna frá 1. august 2014.”
7) Broytt við kunngerð nr. 97 frá 2. juli 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2013.”
8) Broytt við kunngerð nr. 146 frá 19. november 2018.