Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. november 1982Nr. 108
Kunngerð um laksaveiðu á landleiðini
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinri broytingum um fiskiveiðu á landleiðini og saman við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Veiða eftir laksi (Salmo salar) við øðrum reiðskapi enn línu er ikki loyvd. Veiðan er treytað av, at skipið hevur veiðuloyvi frá landsstýrinum (Fiskivinnustovuni). Veiðuloyvini eru tíðaravmarkað.
§ 2. Laksur undir 60 cm, máldur úr trantinum til aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan laks um borð, men skal hann verða sleptur út aftur beinan vegin.
§ 3. Skiparin hevur skyldu at føra skipsdagbók og í hana skriva laksatal fyri hvønn dag sær, og hvar laksurin er veiddur. Hvønn mánadag skal skiparin geva Fiskivinnustovuni upplýsing um laksatal og vekt.
2. stk. Tá ið veiðan verður uppskipað í Føroyum, skal hon flokkast soleiðis:
|
Flokkur 1: |
yvir 9 kg |
|
» |
2: yvir 7 kg til og við 9 kg |
|
» |
3: yvir 5 kg til og við 7 kg |
|
» |
4: yvir 4 kg til og við 5 kg |
|
» |
5: yvir 3 kg til og við 4 kg |
|
» |
6:3 kg og minni. |
3. stk. Skiparin hevur skyldu at senda avrit av vektarseðlum til Fiskivinnustovuna beinan vegin, veiðan er uppskipað. Møgulig laksamerki frá veiddum laksi skal skiparin beinan vegin senda Fiskirannsóknarstovuni.
§ 4. Fyri veiðuloyvi verður at gjalda landsstýrinum (Føroya gjaldstovu) 1 kr./kg landað vekt av laksi, jbr. løgtingslóg nr. 68 frá 21. mai 1980 um avgjald av laksi, veiddum á landleiðini. Gjaldið verður at gjalda hvønn túrin sær og er fallið til gjaldingar 14 dagar aftaná uppskiping.
§ 5. Vrakaratovnurin hevur eftirlit við uppskiping, flokking (herundir minstamát) og avskiping. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur eftirlit við, at veiðureglurnar verða hildnar.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð og í veiðuloyvi koma undir bót og herafturat kann allur fiskireiðskapur, so sum línur, uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 81 frá 27. august 1980.