Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. juli 2022Nr. 108
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022
(Dagførd kvotutøl)
§ 1
Í kunngerð nr. 182 frá 22. desember 2021 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður “50.000 tons” broytt til: “155.804 tons”.
2. Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Afturat kvotuni í stk. 1 verða 20.905 tons av makreli, ið ikki vórðu fiskað í 2020 og 2021, flutt til at verða fiskað í 2022.”
3. Í § 3, stk. 1 verður “28.800 tons” broytt til: “155.509 tons”.
4. Í § 3, stk. 2 verður “23.950 tons” broytt til: “138.689 tons”.
5. Í § 4, 1. pkt. verður “10.857 tons” broytt til: “57.538 tons”.
6. Í § 5, 1. pkt. verður “2.299 tons” broytt til: “12.182 tons”.
7. Í §§ 6 og 7, 1. pkt. verður “577 tons” broytt til: “3.057 tons”.
8. Í § 8, 1. pkt. verður “3.991 tons” broytt til: “21.152 tons”.
9. Í § 9, 1. pkt. verður “1.174 tons” broytt til: “6.221 tons”.
10. Í § 10, 1. pkt. verður “411 tons” broytt til: “2.177 tons”.
11. Í § 11, 1. pkt. verður “391 tons” broytt til: “2.070 tons”.
12. Í § 12, stk. 1 verður “81 tons” broytt til: “431 tons”.
13. Í § 12, stk. 2 verður “81 tonsini” broytt til: “431 tonsini”.
14. Í § 14, stk. 1 verður “600 tons” broytt til: “1.800 tons”.
15. Í § 15, stk. 1 verður “1.509 tons” broytt til: “8.737 tons”.
16. Í § 16, stk. 1, 1. pkt. verður “4.250 tons” broytt til: “15.020 tons”.
17. Í § 16 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Eigari av ávísum fiskifari við kvotu, sum er umløgd menningarkvota sambært § 10 í løgtingslógini og løgd á fiskifarið, kann flyta kvotu í 2022 til 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2022, sbr. § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini. Somuleiðis er loyvt at at fiska upp um egnu árskvotuna í 2022, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2022, sbr. § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini. Ov nógv fiskað í 2022 verður mótroknað av egnari árskvotu í 2023, sbr. § 34, stk. 4, 2. pkt.”
18. Í § 17, stk. 1 verður “2.084 tons” broytt til: “12.066 tons”.
19. Í § 21, stk. 3 verður “sambært §§ 4-12” broytt til: “sambært §§ 4-12 og 15-17”.
20. Í § 22, stk. 2, 1. pkt. verður “18. juni 2022, kl. 12.00” broytt til: “20. juli 2022, kl. 12.00”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 5. juli 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)